hósdagur 8. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 236 - 8. desember 2005
Dagurin 8. desember 2005 kann gerast ein týð
andi merkisdagur, tá framtíðar oljusøga skal
skrivast. Henda dagin - tvs. í dag - varð nevniliga
avtala undirskrivað í Oljufyrisitingini millum 8
oljufeløg um at royna heilt nýggjar oljuleiðir á
føroyska landgrunninum.
Avtalan ber í sær, at latið verður uppaftur fyri
boring á landgrunninum, nú steðgur hevur
verið í í fleiri ár. Tey 8 oljufeløgini við norska
Statoil á odda fara at seta borin í basaltið inni á
landgrunninum um gott og væl eitt hálvt ár. Hetta
verður fyrsta veruliga royndin hjá oljufeløgunum
at bora gjøgnum tjúkku basaltfláirnar í føroysku
undirgrundini. Tað er ein sera stór avbjóðing og
samtíðis eisini eitt vegamót í oljuleitingini. Frá at
hava lagt alla orku í at bora í einum avmarkaðum
øki har suðuri og eystari á landgrunninum, har
einki ella lítið basalt var, verður fokus nú flutt
inn á eitt nærum fremmant og ókent øki men tó
á eitt øki, sum kann goyma ókendar loynidómar
og stór virði.
Sjálvandi eru stórir váðar knýttir at hesi boring
men samtíðis kann hon eisini lata upp fyri einum
heilt nýggjum kapittuli í leiting um okkara leiðir,
har tað aftur og aftur hevur verið tosað um at fáa
loyst basaltknútin tvs. at síggja hvat goymir seg
undir basaltinum. Tað sleppur nú at standa sína
roynd og er boripallur funnin. Stena Don skal
finna oljuna undir basaltinum.
Herfyri varð ein líknandi avtala gjørd millum trý
oljufeløg við BP á odda um á sama hátt at flyta
boriskyldur úr landssynningshorninum og inn á
basaltið. Tann brunnurin verður boraður í 2007.
Føroysk vinna hevur seinastu dagarnar víst á, at
tað er óheppið, at brunnarnir ikki verða boraðir
sama ár, men sum skilst, so hevur tað ikki eydnast
BP samtakinum at fáa ein boripall komandi ár.
Tað er eingin ivi um, at tey í Oljufyrisitingini nú
kunnu fáa ró í sinni, tí hetta hevur verið ein hektisk
bíðitíð. Men tolin trívst, og tað hevur henda søgan
so prógvað. Vónandi hava oljufeløgini fingið tað
burtur úr, sum tey kunnu vera nøgd við, og vón
andi er hetta eisini tað besta, sum kundi henda
fyri føroyskar oljumyndugleikar. Tí nú fáa vit
eftir øllum at døma ta best hugsandi leitingina.
Øll orsøk er til at ynskja bæði oljufeløgunum og
góðu manningini í Oljufyrisitingini tillukku og
góða eydnu. At fýra brunnar eru vornir til tveir
kann gerast lykil til eina føroyska oljuframtíð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kolveltandi oljuavtala
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup á Stongum
Fo-380 Sørvágur
Halda tit virkuliga at tit eru
settir at umsita eina danska
lóg, og at tykkara tilmæli
so skal til danmarkar at at
fáa stempul sum t.d:”Godt
klaret færinger” -kontra-
“Ups! Den var ikke så god?”
Heilt erligt! Munnu danir
ikki klára tað sjálvir?
Jú víst hava tit lov at hava
eina meining! Hvør man
koma eftir tykkum?
Skulu vit virkuliga trúgva
at tað er soleiðis
tað gongur fyri seg?:
Be.be....be,be,be!
Nú
hevur hon bíða í 14 mánaðar!
So nú mugu vit siga við
politiðið at vit tora ikki at
viðmæla arbeiðsloyvi, tí so
fara danir at spyrja: Hey!.....
hey! hey! Hvat munnu tit
billa tykkum inn? Ætla tit
at bróta eina danska lóg í
Føroyum? Eller hvad?
Jú! Víst hava tit lov til at
hava tykkara meiningar!
Og tað gera tit eisini......tá tit
endiliga tora út úr buskinum,
gera tit tað. Tit mæla til!
Góðu pinkulingar! Tit fara
enntá afturum málið tá tað
tænir tykkara søk.
At brúka lógir til at skapa
øsing og ósemjur millum
fólk, tilkemur vælsagtans
teimum ómetaliga fátæku í
ándini! Vanliga verður farið
í løgbøkurnar tá ósemjur
skulu greiðast.
Hvørji eru tey ósamdu í
hesi søk?
Grát mítt elskaða land?
Kanska tað! men hví ikki
siga tað vit virkuliga meina?
.................Fuck You!
Tápulingar, og meiningsleysir pinkulingar!
Marjus Dam
løgtingslimur og limur í
rættarnevnd løgtingsins
Eg góðtaki ikki handfaringina
og noktan av arbeiðsloyvi í
Føroyum til Sladjanu.
Sum fólkavaldur og í sam
gongu, so skildi eg ikki hesa
handfaring. Í samgonguni
hava vit fleiri ferðir tosa
um hesi viðurskiftir hjá
útlendingum, júst fyri at
sleppa undan óhepnum
avgerðum sum hesari. Og so
kemur hendan skammiliga
avgerðin - beint undan jólum
afturat.
Míni ráð eru hesi. Far ikki
av landinum. Arbeiðsloyvi
má og skal koma til tín og
tey, ið eru í somu støðu.
Í Føroyum eru vit bert
menniskjur, og tað er tú
eisini. Vit eiga at virða og
verða góð við hvør annan.
Vit í Føroyum hava sanniliga
havt brúk fyri at fari í onnur
lond av arbeiða og liva. Og
tað hava vit verið takksom
fyri. Serliga, tí vit hava
verið væl móttikin har vit
eru komin.
Tú og familjan eru væl
komin í Føroyum, eins og vit
eru vælkomin í útlondum.
Eg skal gera mítt til at hend
an ómenniskjaliga avgerð
verður broytt til eitt játtandi
svar. Tí ongum øðrum kunnu
vit liva við.
Tú og familjan hava gjørt
eitt gott arbeiði her í Før
oyum. Vit eru mong í takka
tykkum fyri tað. Tit eiga og
skulu sleppa at halda fram
við at gera eitt gott arbeiði
her á landi - tað vilja eg og
mong onnur stríðast fyri.
Og vit vinna. Tí tað er
rætt.
Sladjana Petrovic - Vælkomin at verða verandi
Lesið
- so eru tit við