Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 8. desember 2005 11 Seinasta leygardag og sunnudag hevði Føroya Sym­foni­ orkestur barna- og jólakonsertir í ávikavist Runavík og Tórshavn. Nógv fólk vóru til bæði tiltøkini, bæði børn og vaksin Konsert Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv fólk høvdu longu keypt sær atgongumerki í forsølu, áðrenn konsertin byrjaði í Ítróttarhøllini í Runavík seinasta leygardag. Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini hjá Runavíkar kommunu, beyð vælkomin og takkaði Føroya Symfoniorkestri og stigtakarunum fyri, at tað aftur í ár hevði eydnast at stápla eitt so stórt tiltak upp á beinini – eitt tiltak við bæði kendum og professionellum tónleikarum og tónleikarum, sum hava evnir og eina tón­ leikaliga framtíð. 450 fólk Tá ið konsertin í Runavík byrjaði, vóru eini 450 fólk, bæði vaksin og børn, kom­ in at lýða á, og tað var eitt rættiligt upplivilsi, tey fingu. Eitt væl upplagt orkestur, og ein væl upplagdur diri­gent­ ur, Bernharður Wilkinson, syrgdu fyri, at fólk komu í ein rættiligan konsert-stem­ ning við Christmas Festival Overture. Síðan komu ungir vio­ lin­istar fram á pallin, har tey saman við orkestrinum spældu verk eftir J.S. Bach. Ferdinand Páll Danielsen var frá­søgu­ maður undir konsertini, og tað var eisini hann, sum for­ taldi stuttligu søguna um tarv­in, Ferdiand úr Spaniu, sum ikki tímdi at berj­ast, men best dámdi at sita einsa­ mallur og lukta at blómum. Ferdinand, sum var ein væl­vaksin og stórur tarvur, kundi tí ikki brúkast í tarva­ dysti í Madrid. Tónleikurin og søgan fullu væl saman. Solistar Solistarnir, Berghild Poulsen og Maria í Brekkunum, sungu eisini saman við Før­ oya Symfoniorkestri. Hæddarpunktið á allari konsertini var, tá ið velduga stóra kórið við umleið 150 børnum úr Fuglafirði, Leirvík, Runavík og Tórs­ havn trein inn á pallin og sang nakrar jólasangir saman við tónkeiki frá Føroya Sym­ foniorkestri. Undir konsertini fekk diri­ genturin allar áhoyr­ararnar hegnisliga við sær at gera óveður, regn og vind. At enda á familju-og jóla­ konsertini í Runavík sungu bæði børn og áhoyrarar Gleði­lig Jól saman við væl­ ljómandi tónum hjá Føroya Synfoniorkestri. Í Havn Sunnudagin var so skipað fyri somu barna-og jólakonsert í Norðurlandahúsinum í Havn, og her var skráin hin sama, sum í Runavík dagin fyri. Tiltakið í Norður­landa­hús­ inum var eisini væl eydnað, og áhoyrararnir hendan dagin vóru umleið 550 í tali. Sostatt lýddu eini 1000 fólk tilsamans á tónarnar hjá Føroya Symfoniorkestri seinasta vikuskifti, eins og tey fingu vakra upplivildið at síggja og hoyra tey mongu børnini syngja. Sagurin hjá Mariu og Berg­ hild hugtók, og tað gjørdi frásøguhátturin hjá Pálli Danielsen afturvið tónunum hjá Føroya Symfoniorkestri eisini. Av sonnum tvey væl­eydn­ að tiltøk. Føroya Symfoniorkestur: Stórfingnar barna-og jólakonsertir 150 børn úr Fuglafirði, Leirvík, Runavík og Tórshavn sungu á konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri Mynd: Vilmund Jacobsen Eini 450 fólk vóru til konsertina í Ítróttarhøllini í Runavík (mynd), og eini 550 fólk lýddu á í Norðurlandahúsinum Mynd: Tóki Højgaard