hósdagur 8. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 236 - 8. desember 2005
Fríggjadagin 9. desember
eru 25 ár síðan tann tá 20
ára gamli havnardrongurin
Charles Midjord byrjaði í
skrivstovulæru hjá Farodane.
Hetta var í 1980, fáar mán
aðar eftir at Farodane var
flutt av Tinghúsvegnum í
nýggj hølir í Brekkutúni
uppi í Hoyvík.
Tá var meginvirksemið
hjá Farodane framvegis heil
søla innan matvørur. Søla
av skrivstovuinnbúgvi var
kortini so smátt byrja tá og
Charles kom at taka sær meira
og meira av søluni av møbl
um. Tá felagið í 1987 heilt
gavst við matvøruheilsøluni,
kom Charles burturav at taka
sær av møblasøluni.
Tað ger hann framvegis og
hevur Charles sostatt verið
við í stóru menningini av hes
um týdningarmikla parti av
virkseminum hjá Farodane,
so fyritøkan ídag er vorðin ein
av teimum førandi á hesum
øki. Altíð fyrikomandi og við
positivum hugburði hevur
Charles vunnið felagnum
nógvar trúfastar kundar,
sum hann hegnisliga hjálpir
og vegleiðir at innrætta skriv
stovur, fundarrúm, móttøkur
o.s.fr.
Nú Farodane flutti møbla
deildina í nýggj høli á Smyr
ilsvegi, er Charles aftaná 25
ár í Hoyvík fluttur við oman
á Háls og sum tann góði sam
starvsfelagin hann er, verður
heilt víst stórur saknur í hon
um í Brekkutúni.
Tá Charles fyri 5 árum
síðan hevði 20 ára starvs
dag, hevði eitt av bløðunum
í hesum sambandi fingið
frænir av sjáldsama egin
leikanum hjá hesum manni,
sum í samfull 20 ár á Faro
dane ongan dag hevði verið
frá arbeiði vegna sjúku og
skrivaði blaðið grein burtur
úr hesum. Nú 5 ár seinri
kunnu vit staðfesta, at hann
framvegis ongan sjúkradag
hevur haft. Tað munnu vera
fá, um nakað, líknandi for
dømi.
Uppskriftina uppá so væl
signaða heilsu vil Charles
tó ikki út við. Men vit vita
at hansara frítíðarítriv er
dansur, flogbóltur og gongu
túrar í fjall og haga. Ì øllum
førum kann hetta takast sum
prógv um at nevndi ítriv í
øllum førum ikki eru heilsu
skaðandi ítriv. Charles býr á
Kommansmýru saman við
Elinborg úr Tórshavn.
Charles Midjord, Farodane p/f:
25 ára starvsdag og ongan sjúkradag
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sunnudagin 11. desember
verður pápi okkara Daniel
Pauli Dalbø 75 ár. Pápi er
føddur og uppvaksin í Syðru
gøtu sum einasti beiggi av
7 systkjum. Hann var bert
14 ára gamal, tá tey mistu
pápan og bleiv hann maður
in í húsinum, um man kann
siga so. Eftir loknan 7. flokk
gjørdi pápi ymiskt fyrifall
andi arbeiði, áðrenn hann
fór at læra til timburmann.
Hann arbeiddi síðan sum
timburmaður í nøkur ár,
og eru tað ikki so fá hús,
hann hevur verið við til at
byggja.
Fyrst í 60’unum fór
hann á Tøtingarvirkið at
arbeiða, og var hann har í
samfull 23 ár, øll árini sum
arbeiðsformaður. Sjálvt
um skúlagongdin ikki er
tann stóra, so kláraði hann
seg ótrúliga væl, tá fremm
andafólk kom á gátt á Tøt
ingarvirkinum - tað var líka
mikið um tað vóru danir,
amerikumenn, fransar ella
russar, so kláraði hann at
samskifta við tey.
Sjálvt um sjónáttúran
ikki er tann besta, fór pápi
at royna sjólívið, og var hann
nakrar túrar við Jupiter í
80’unum, men tá so Lands
verkfrøðingurin sendi boð
eftir honum, gjørdist hann
“landkrabbi” aftur, og var
hann í starvi hjá hesum
stovni til hann fall fyri aldurs
markinum hjá tí almenna.
Síðan tá hevur hann verið
í starvi hjá Aluplast í Norðra
gøtu. Hann trívist best tá
okkurt er at takast við, og
evnunum bilar onki - hann
er raskur sum fáur og sterkur
sum ein bjørn.
Pápi hevur eisini verið
virkin á øðrum økjum og
er tað enn. M.a. hevur hann
verið deknur síðan 1972 -
tey fyrstu 20 árini var hann
einsamallur, men síðan
nýggja kirkjan varð bygd,
eru tey 3 sum skiftast. Hann
hevur sitið í kirkjuráðnum,
stýrinum fyri missiónshúsið,
verið formaður í Samhald,
sitið í skúlanevnd og øðrum
álitissessum við.
Í frítíðini dámar pápa væl
at verða í náttúruni. Sum
yngri var hann í fleiri ár
røktingarmaður og hevur
hann altíð havt stóran alsk
til djór yvirhøvur - sjálvur
hevur hann bæði seyð og
gæs, sum hann gongur høgt
uppí.
Í 1957 giftist pápi við
mammu okkara Sannu av
Toftum og kunnu tey sostatt
um lív og heilsa verður,
halda gullbrúdleyp um 2
ár. Mamma hevur øll hesi
árini verið pápa og okkum
6 systkjum ein hollur stuðul.
Í dag eiga tey 21 abba- og
ommubørn, sum tey ganga
uppí við lív og sál. Vit systkin
við familju vilja við hesum
fáu orðum ynskja tær pápa
hjartaliga tillukku við hesum
stóra degi, við ynskjum um
eina ríka framtíð. Eisini
takka vit tær og mammu fyri
alt tit eru fyri okkum.
Heilsan
børnini
Daniel Pauli Dalbø 75 ár
Í gjár, mikudagin 7.
desember, fylti Jógvan
Nybo á Viðareiði 50 ár.
Hann hevur nógvu tey
seinastu árini verið ein av
teimum, sum rættuliga hava
verið í andglettinum. Bæði
sum bygdarráðsformaður á
Viðareiði og sum formaður í
Maskinmeistarafelagnum.
Jógvan er viðoyingur.
Foreldrini vóru Hanna fødd
Simonsen og Hans Pauli
Nybo. Hanna var fødd í
1924 og doyði í 2003, og
Hans Pauli var føddur í 1919
og doyði í 1992.
Ættarnavnið kom til
Viðareiðis við abbanum
Jógvani, sum var ættaður
av Hvítanesi. Hann var hús
kallur Eysturi í Búð, og hann
giftist Jóhonnu, sum var
ættað úr Múla, og sum hevði
bakað hjá Frants Restorff í
Havnini, áðrenn hon kom á
Brekkumørk, har hon eisini
bakaði.
Hanna og Hans Pauli
fingu tvey børn. Jógvan er
føddur í 1955, og Kristina,
sum eisini býr á Viðareiði,
er fødd í 1962.
Jógvan lærdi maskinsmíð
í Samsonar smiðju í Klaks
vík, har hann var avlærdur
í 1978. Eftir at hava verið
smyrjari við Nónhamri,
tók hann í 1980 maskinist
prógv í Klaksvík, og á sumri
í 1982 leyk hann maskin
meistaraprógv í Havnini.
Eitt stutt skifti í 1982 var
hann á Strond, har SEV
setti nýggjan motor upp.
Annars hevur hann verið í
Strandferðsluni. Síðani eftir
ársskiftið í 1983 hevur hann
verið í føstum starvi. Jógvan
hevur onkur skifti siglt um
Leirvíksfjørð, Skopunarfjørð
og Vestmannastund, men
fyri tað mesta hevur hann
siglt á Skálafjarðarrutuni við
Trónda og Dúgvuni og um
Suðuroyarfjørð. Eisini var
hann við størru skipunum
á Skotlands rutuni, sum
Strandferðlsan røkti í níti
árunum, og sum var ógvuliga
populer millum føroyingar.
1986-87 var Jógvan í
Odense og tók víðkaða
maskinmeistaraprógvið. Í
fleiri ár var Jógvan maskin
stjóri á gamla Smyrli, og nú
er hann maskinstjóri á nýggja
Smyrli. Í tí sambandinum var
hann fleiri ferðir í Spania,
har síðsta tørnið var tíggju
vikur.
Á kommunuvalinum í
1992 varð Jógvan Nybo
fyrst valdur í bygdarráðið
á Viðareiði. Hann gjørdist
bygdarráðsformaður beinan
vegin, og hóast takið var
tungt at lyfta kommununa
burtur úr kreppuni, so var
Jógvan bygdarráðsformaður
í tólv ár. Hann er framvegis
bygdarráðslimur,
men
arbeiðsumstøðurnar gjørdu,
at hann eftir síðsta val bar
seg undan møguligum for
mansafturvali.
Onkuntíð hevur ljóðað,
at Jógvan hevur verið á
veg upp á listan hjá Javnað
arflokkinum í Norðoyggjum
til løgtingsvalið, men higar
til hevur hann borið seg
undan at fara upp í lands
politikk. Jógvan sigst fylgja
væl við í øllum samfelags
viðurskiftum.
Í 1993 varð Jógvan vald
ur í nevndina í Maskinmeist
arafelagnum, og har hevur
hann - burtursæð frá 1998-
2000 - verið síðani. Hann
var formaður 1994-1998 og
aftur síðani 2000. Í hesum
sessinum hevur hann ofta
verið í andglettinum, tá ið
Maskinmeistarafelagið hev
ur verið í samráðingum
við SEV, Lønardeildina
í Fíggjarmálaráðnum og
Reiðarafelagið, sum hevur
nógvar sáttmálar við Maskin
meistarafelagið.
Jógvan ber orð fyri at
vera sáttligur, álitisfullur,
fyrikomandi, at hava gott
minni og at vera ógvuliga
treiskur og tilvitaður um,
hvørja uppgávu tað er, sum
hann skal røkja.
Í 1982 giftist Jógvan Elisa
beth Lassen, sum er dóttir
Grethu og Paula Lassen
í Vági. Tey búgva mitt í
bygdini, har Elisabeth, sum
er útbúgvin kokkur, hevur
matstovu. Børnini eru
Ólavur føddur í 1981, Hansa
fødd í 1988 og Pauli, sum er
føddur í 1993. Ólavur siglir
við Ågot, Hansa gongur
í skúla í USA, og Jógvan,
eigur ein trý ára gamlan
abbason í Haraldsundi.
Jógvan eigur seks gyllin
á Viðareiði, og stóran part
av frítíðini røktar hann seyð
in. Á Viðareiði ganga teir
høgt upp í seyðahaldið og
veðrarnar, sum um sumr
arnar eru í feitilendum, og
um tað liggur fyri, so roynir
Jógvan á hvørjum ári at vera
á lundafleygi.
50 ára føðingardagurin varð
hildin í skúlanum á Viðareiði
síðsta fríggjakvøld.
J
Jógvan Nybo 50 ár
Tøkk
Vit vilja á henda hátt takka hjartaliga øllum
sum mintust okkum á Diamantbrúdleyp
inum.
Takk til tykkum mongu, sum komu inn á
gólv í Frelsunarherinum.
Takk fyri gávur, telegrammir og uppring
ingar.
Ikki minst takk til tykkum, sum stákaðust
og gjørdu dagin so hugnaligan.
Guð signi tykkum øll.
Elly og Frederik Joensen
Vágur
Dagurin í morgin
9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni
Rólvur ella Rudolf. Komið upp í álmanakkan í 1727.
Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður
og wulf, ið merkir úlvur.