hósdagur 8. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 8. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Christian Joensen, ætt
aður úr Skopun, búsit
andi í Tórshavn, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 7. desembur,
79 ára gamal.
Bønarhald verður í
Landssjúkrahúskapell
inum sunnukvøldið kl.
18.00
Jarðarferðin verður
úr Vesturkirkjuni mána
dagin kl. 13.00
Karin
Joensen
úr
Fuglafirði, andaðist á
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi mikudagin 7.
desember, 100 ára gom
ul. Kistan fer av Røkt
arheiminum í Runavík
fríggjadagin klokkan
17. Jarðarferðin verður
úr Fuglafjarðar kirkju
leygardagin klokkan
13. Tey, sum vilja minn
ast Karina, kunnu lata
Eysturoyar, Røktar- og
Ellisheimi eina peninga
gávu.
Anders
Mosbjerg
Christensen í Vági and
aðist 4. desember á Ellis
heiminum á Tvøroyri, 78
ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum hósdagin
klokkan 17.30
Jarðarferðin verður úr
Vágs kirkju fríggjadagin
klokkan 13.
Sungið verður úr
sálmabókini.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 9. desember
verður Esmar Jacobsen, fyrr
verandi trúboðari, 80 ár.
Esmar er ættaður og upp
vaksin í Norðragøtu. Hann
er nummar 4 av 13 systkjum,
harav 11 teirra eru á lívi. For
eldrini vóru Eliesar Jacobsen
í Tjørnustovu og Sunnuva f.
Heinesen í Súnastovu.
Esmar gekk sjey ár í barna
skúla. Sum 16 ára gamal
flutti hann til Havnar og fór í
prentaralæru á Dimmalætting
og var útlærdur hondsetari
í 1946. Í 1947 gavst hann
á Dimmalætting og fór til
Bókaprent, har hann lærdi
maskinseting, og har setti
hann sjálvur fjórði Bíbliuna
í týðing Victor Danielsens.
Ungdómsárini í Havn búði
hann á KFUK, og í frítíðini
var hann nógv í Gundadali.
Hann spældi á høgra vongi á
1. liðnum hjá HB frá 1945 til
1949. Hann var við á býlið
num og var eisini úttikin sum
eykamaður á landsliðið, sum
spældi móti hetlendingum í
1948.
Í 1949 fór hann til Keyp
mannahavnar á fakskúla og
meistaraskúla innan prent
arayrkið, og starvaðist har
í tvey ár. Hann kom heim
aftur í 1951 og starvaðist
eitt skifti í Prentsmiðjuni í
Bókahandlinum. Sama árið
var Prentarafelagið stovnað
og Esmar var formaður
fyrstu árini.
Í 1952 giftist Esmar við
Maud, sum er ættað úr Kolla
firði, dóttir Sámal Andrias
Djurhuus, Framman fyri
Garða, og Thomassinu f.
Thomsen, á Tanganum. Tey
búsettust úti í Grønlandi
í Havn, har Esmar saman
við beiggjunum, Magnus
og Absalon, bygdu stór hús
við trimum íbúðum. At hús
ini vóru í 4 hæddum og at
beiggjarnir vóru úr Gøtu var
orsøkin til, at húsið millum
manna varð kallað Gøtuborg.
Næstu árini arbeiddi Esmar
á prentsmiðjuni hjá 14. Sep
tember, sum helt til í húsun
um hjá Erlendi Paturssyni
úti í Hornabø. Hetta var
eitt spennandi men strævið
arbeiði, tí at tíðirnar vóru
ringar, og nógvur ófriður
var á politiska pallinum og
á arbeiðsmarknaðinum.
Hann gavst fyribils sum
prentari, tá ið hann fór á
bíbliuskúla í Hillerød í 1958.
Valið, at fara á bíbliuskúla,
grundaði hann á eitt innara
kall um at gerast trúboðari.
Árið eftir fór hann á trú
boðaraskúla í Oslo, og var
útlærdur í 1960. Næstu 5 árini
var hann í parttíðartænastu
hjá Kirkjuliga Missiónsfe
lagnum, og í hesum tíðar
skeiði arbeiddi hann á
»Einars Prent« hjá Einari
Joensen, sum vísti honum
vælvild, tá hann skuldi frá
arbeiði í trúboðaraørindum.
Esmar gavst við prentara
yrkinum í 1965, tá ið hann
gjørdist trúboðari burturav.
Sum trúboðari hevði hann
reglulig møtir kring landið,
og harumframt hevði hann
vitjanartænastu hjá gomlum
og sjúkum. Av tí sama var
hann nógv at síggja á Lands
sjúkrahúsinum øll árini sum
trúboðari, og hann vitjaði
eisini á varðhaldinum eina
ferð um vikuna í tilsamans
36 ár. Í 1962 kom hann upp í
sjómansmissiónsarbeiði, og
var sjómanstrúboðari 9 ver
tíðir í Vestmannaoyggjunum
og eitt stutt skifti í Ravnoynni.
Sum trúboðari virkaði hann
øll árini út frá Havnini, og
gjørdist hetta arbeiði lættari
og meira umfatandi, tá ið
Missiónshúsið við Landa
vegin, sum var bygt við
sjálvbodnari arbeiðsmegi,
varð liðugt í 1972, soleiðis
at møtir, sunnudagsskúli,
blaðarbeiði, forlagsarbeiði,
týðingar o.a. kundi gerast á
einum og sams tað.
Hann hevur fingist nógv
við at skriva. Sum yrkjari,
undir heitinum Esmar
Jacobsen Gata, gav hann út
savnið »Fiólin« í 1956 og í
1990 kom nýtt yrkingasavn
við heitinum »Tema við frá
brigdum«, sum var úrval
úr fyrra savninum við nøkr
um nýggjum yrkingum
afturat, og beiggi hansara,
Suni myndprýddi bæði yrk
ingasøvnini.
Sum trúboðari skrivaði
hann 270 kristiligar hugleið
ingar í 14. September og
allar eru endurprentaðar í
Sosialinum. 95 av hugleið
ingum komu út í bókini
»Sáðkorn«.
Hvat tí skrivliga viðvíkur
hevur hann gjørt mest við
at týða andaligar bøkur
hjá C. O. Rocenius, Hugo
Odeberg, Øivind Andersen,
Erik
Pontoppidan
og
Carl Fr. Wisløff. hesar
týðingar vórðu av fyrstan
tíð skrivaðar til Kirkjuligt
Missiónsblað, sum hann
stjórnaði sjálvurannar í
umleið 30 ár.
Maud og Esmar búðu í
Gøtuborg frá 1952-1988,
tá ið tey avgjørdu at flyta
og keyptu hús við Landa
vegin. Tey fingu 7 børn,
harav 6 eru á lívi. Sámal
Andrias, Eliesar, Súni og
Ruth búgva í Havn, Thordis
býr í Vestmanna og Erling
býr í Keypmannahavn.
Erling Marni, sum varð
føddur í 1961, doyði bert
nakrar dagar gamal. Esmar
og Maud hava tríggjar abba-
og ommudøtur og tær eru
Maud, Gudrun og Siv.
Esmari verður ynskt
hjartaliga tillukku við 80 ára
føðingardegnum, sum hann
heldur saman við sínum
nærmastu á Tjarnargarði,
har hann hevur búð síðsta
árið.
Esmar Jacobsen 80 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu, tá
góða kona og mamma okkara
Ann Larsen-Lechuga
doyði og varð jarðað.
Ann var ættað av Tvøroyri og búsitandi í Valby.
Hjartans tøkk til øll, sum sendu blómur, kransar og
heilsanir til jarðarferðina, og eisini til vinir
og kenningar, sum stuðlaðu okkum og Ann
undir torføru og drúgvu sjúkraleguni.
Fyri børnini: Einar, Thor, Liv og Maj og fyri tey avvarðandi
José Lechuga
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Karin Joensen
úr Fuglafirði
andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi
mikudagin 7. desember, 100 ára gomul.
Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík
fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Rigmor, Kaj Eli og Charles
Tey, sum vilja minnast Karina, kunnu geva eina peningagávu til
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim.
Mánadagin 5. des. var
løgmaður Jóannes Eides
gaard við umsiting og
vitjaði umsitingina hjá
Tórshavnar kommunu
Vitjan
Talan var um ein óformellan
fund, men tó við dagsskrá,
har tey vitjandi úr Tinganesi
vórðu víst runt og m.a. sóu
hvussu býráðsumsitingin
arbeiðir.Borgarstjórin
í
Tórshavnar kommunu Heð
in Mortensen sigur, at um
sitingin hjá løgmanni og
Tórshavnar kommuna hava
nógv felags áhugamál.
Nevnast kann býlingurin
úti í Tinganesi og varðveiting
av søguligum fornminnum
í kommununi. Eisini í sam
band við almennar vitjanir
er neyvt samstarv partanna
millum, soleiðis at til ber
at leggja ætlanir til rættis í
góðari tíð.Hetta hevur ikki
verið roynt áður, men vit
halda at slíkir fundir eru av
stórum týdningi, serliga nú
fleiri almennar uppgávur
verða lagdar út til komm
unurnar at umsita, sum t.d.
eldraøkið, har Tórshavnar
kommuna kundi verðið nýtt
sum royndarkommuna, sigur
Heðin Mortensen.
Løgmaður vitjaði býráðið
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóannes Eidesgaard,
løgmaður