Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrr í dag var avtala undirskrivað í Oljufyrisitingini millum 8 oljufeløg, harav tvey eru før­ oysk, um at flyta bori­skyldur úr landss­ynings­­horn­in­ um á Føroyaøkinum longur norður og longur inn á landgrunnin - inn á tað sokallaða basaltið. Við hesi avtalu flyta oljufeløgini nú fokus í oljuleitingini við Føroyar, og tað er neyvan skeivt at siga, at við hesi avgerð er eitt spildurnýtt kapitul byrjað í føroyskari oljuleiting Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta hevur verið ein tungur burður, tí tað er ikki bara sum at siga tað at fáa felt niður á pappír eina avtalu, sum fevnir um so nógv oljufeløg. Talan er um tveir brunnar, sum nú verða fluttir og lagdir saman til ein brunn. Tað merkir, at tvey ymisk samtøk við til­samans 8 feløgum, nú leggja saman til eitt samtak, har norska oljufelagið Stat­ oil er fyristøðufelag. Hini feløgini eru Dong, Ana­ darko, Shell, Amerada Hess, BG, Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum. Við hesi verkætlan er so eisini tað hent, at kanadiska oljufelagið PetroCanada tek­ ur seg úr Føroyaøkinum. Í hesi avtaluni yvirtekur Faroe Petroleum teirra part. Nýggja avtalan er greitt eitt nýtt startskot til oljuleiting í Føroyum. Gongdin á Føroya­ økinum minnir ikki sørt um hana hinumegin markið. Har teir fyrr bara boraðu har suðuri við markið eru oljufeløgini so smátt far­ in longur norðureftir. Vit kunnu nevna trý fund í hesum sambandi: Suilven, Cambo og Rosebank, har tað seinasta er eitt stórt fund og sum kann fáa stóran týdning fyri leitingina á landgrunninum. Nýggju brunnarnir, sum skulu borast inni á basalt­ inum, eru altavgerandi fyri Føroyaøkið, tí næstan allur landgrunnurin er dekkaður av basalti. Báðir teir komandi brunnarnir skulu borast gjøgn­um basaltið, og tá fæst at vita, hvussu jarðfrøðin sær út undir basaltinum. Avtalan, sum varð undir­ skrivað í Olju­fyri­sit­ingini fyrr í dag, er tann seinna av hesum slag. Herfyri skriv­ aðu oljufeløgini BP, Shell og Anadarko undir eina líkn­andi avtalu um at flyta tveir brunnar og leggja teir saman til ein. Tann brunnurin verður ikki boraður fyrr enn í 2007. Ein høvuðsorsøkin til tað er trupulleikin við at finna boripallar. Við hesum báðum avtalum í hús kann Oljufyrisitingin fegnast um, at nú kemur verulig ferð á aftur leitingina. Ein nýggj tíð er byrjað í føroyskari oljuleiting, sum eisini kann gerast veruliga startskotið til eina framtíðar oljuvinnu. Statoilstjóri fegnast Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil er fegin um, at tað loksins hevur eydnast at fáa eina avtalu um at flyta boriskyldur inn á basaltið, tvs. inn á 9 ára loyvið, sum Statoil fekk tillutað í 2000. -Tá vit søktu um seks ára loyvi í landssynningshorninum á landgrunninum tryggjaðu vit okkum eisini eitt loyvi longur norðuri og longur inni á landgrunninum, og tað er hetta loyvið, sum nú skal standa sína roynd. Vit hava gjørt kanningar har síð­ ani í 90-unum og hava sein­ asta árið gjørt nýggjar 3D ­seismiskar kanningar. Nú sleppa vit so at prøva hetta loyvið av og vita, um hetta er nakað at fara eftir ella ikki. Rúni M. Hansen sigur víð­ari, at orsøkin til at farið verður í gongd við at bora ein so dýran brunn er tann, at teir síggja møguleikar at finna olju har. Men sann­ líkindini fyri at einki spyrst burturúr, er avgjørt til steðar, so tað er gott, at fleiri feløg eru við til at taka váðan, um tað ikki eydnast at raka við kolvetni. Avtala er tí gjørd við onnur feløg, so fleiri herðar eru um at bera byrðuna. 8 oljufeløg gera kolveltandi avtalu: Nýtt startskot til oljuleiting við Føroyar Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil kann loksins hvíla seg og sita róligur í stólinum, nú allir brikkarnir í avtaluni millum 8 oljufeløg eru komnir uppá pláss og nú sett er út í kortið at bora fyrsta brunn á føroyska basaltinum. Mynd Jan Müller Boripallurin Stena Don verður tann fyrsti at seta borin í føroyska basaltið um gott og væl eitt hálvt ár Mynd Statoil Vit síggja, hvussu boriskyldurnar hjá tveimum samtøkum verða fluttar frá landssynningshorninum longur norður og longur inn á landgrunnin og síðani eisini prosentvísa býtið millum feløgini fyrr og nú 14 Nr. 236 - 8. desember 2005