Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 236 - 8. desember 2005 Hans Marius Ziska er glaður um at hava fingið eitt sætta pláss heim við til Føroyar, men ergrar seg sam­ stundis um, at hann ikki vann GBOB Orð og myndir: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Marius deildi sætta plássið í finaluni í The Global Battle Of The Bands við ameri­kansku favorittarnar Bulding A Better Spaceship, og hetta má metast, sum eitt sera heiðurligt úrslit. Marius gjørdist sostatt besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svø­ ríkið, Danmark, Finnland og Ísland. Oddamaðurin, gittar­ leik­arin, sangskrivarin og sangarin í Marius, Hans Marius Ziska viðgekk beint aftan á, at raðfylgjan varð kunngjørd, at hann hevði blandaðar kenslur um sætta plássið. “Sjálvandi er tað ong­antíð stuttligt ikki at vinna. Men eg eri glaður fyri at hava givið Føroyum ein plassering. Hetta er jú fyrstu ferð vit luttaka. Tað hevði verið keðiligt ikki at verðið nevndur, so á tann hátt er tað gott.”, segði Hans Marius. 6. fremstir í heiminum Einans teir seks bestu bólk­ arnir fáa at vita, hvat nummar teir eru blivnir. Hans Marius sigur við Sosialin, at hann heldur sjálvur, at tað er flott at gerast millum seks tey bestu. Eisini Jón Tyril før­oyski fyrireikarin av kapp­ingini er væl nøgdur við úrslitið hjá føroyska lut­ takaranum. Hann vísir á, at tað ikki er í nógvum kapp­ ingum, at Føroyar eru 6. fremstar í heiminum. Heiðurligt tap Hans Marius leggur dent á, at hann, sum allir aðrir før­oyingar, er troyttur av at hoyra um heiðurlig tap, hvørja ferð landsliðið í fót­ bólti t.d. tapur 7-1. Men tá tað er sagt, so heldur hann, at hetta er eitt úrslit, teir kunnu vera ernir av. Limirnir í Marius hava eisini alla orsøk til at vera ern­ir. Mill­um før­oysku áskoð­­ar­ar­nar var spenn­ ingurin stórur móti end­ an­um. Tí tað var greitt, at hetta kundi gerast ein sigur. Eingin greiður vinnari var, og fólk høvdu nógv ymisk boð millum annað Marius. Framførslan hjá Marius var ordiliga góð, og bólkurin var fyri meg persónliga eitt gott boð uppá ein vinnara, tó í tættari kapping við Mexico, Holland og Skotland. Løgini vóru popputtur rokkur sung­ in og spæld væl. Marius hev­ur ment seg nógv hetta seinasta hálva árið, og hevði eitt øgiliga heiltstoypt konsept, har var útstráling, løg, tekstir og spæl sum hekk væl saman. Bólkurin um­boðaði Føroyar væl. Eins og allir hinir bólkarnir spældi Marius tvey løg, og vísti her fjøllbroytni í bólk­ inum. Fyrra lagið hevði meira dýpd, meðan tað seinna við niðurlagnum, sum koyrir umaftur og um­aftur, lætt kundi gjørst ein landa­ plága. Írar vunnu Tá avtornaði, var tað tann rái eitt sindur punkkendi rokkbólkurin Kopek úr Ír­landi, ið fór við sigrinum. Eg hevði ikki væntað, at hesin bólkur fór at blanda seg í toppin, hóast framførslan var góð. Serliga var tað tann hálvan annan metur høgið sangarin, ið við síni eitt sindur ráu rødd rørdi við okkurt. Seinna lagið hjá bólkinum rættiliga fangandi, men eg helt ikki teir skaraðu framúr. Ov harður rokkur Finalan í Global Battle Of The Bands gjørdist sum heild ein áhugaverd og stutt­ligt tónleikauppliving, har nakrir bólkar veruliga skaraðu framúr. Sum fráleið gjørdist konsertin næstan ikki til at halda út, at hoyra 24 bólkar spæla í samfullar 5 tímar, setir stór krøv til oyrini á áhoyrarunum, og ikki minst hjá dómarunum. Tann harði rokkurin var væl umboðaður, og tá íslendsku Fanngean komu á pallin sum bólkur nummar 23 og spældu enn eina harða tungmálmskonsert, hevði bólkurin ikki ein livandi tjans fyri at gera seg galdandi. Oyrini vóru mett, og tað gjørdist bara larmur. Eisini Hans Marius sang­ ari í Marius, helt tann harða rokkin vera eit sindur ov nógv av tí góða. Hann segði, at kappingin sum heild var merkt av ov nógvum NU- Errin men eisini skuffaður Dan Jordan er oddamðaur í írsku Kopek, ið gjørdust samlaði vinnarin av kappingini Hans Marius er ein sterkur oddamaður í Marius Heðin er altíð ein framúr gittarleikari og spælir ein stóran leiklut í Marius