Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 8. desember 2005 17 Aftan á at allir bólkarnir høvdu spælt, bað eg fýra føroyskar útisetar í London um at koma við sínum boði um, hvør fór at vinna. GBOB Jens, í ljóðlæru í London Eg vænti, at tað verður ímillum Føroyar, Noreg og Skotland. Norski bólkurin spældi væl og løgini vóru fangandi og gjøgnumførd. Skotland vístu, at hetta høvdu teir roynt fyrr, hetta var bara eitt annað job. Teir virkaðu sannførandi. So var eisini kjøt á sangunum hjá teimum. Marius, haldi eg, hevur ein góðan møguleika, tí løgini høvdu dýpd. Hetta var eisini einasti bólkur, sum virkaði produseraður, har var hugsað um detaljir, og allir vistu hvat hinir gjørdu. Kristina, dansar í London Eg vænti, at Meksiko vinnur. Tey gjørdu inntrykk, tey vóru fantastisk. Mær dámdi eisini væl sviar, men eg minnist ikki hví, kanska tí teir vóru fyrsti bólkur á pallin. Jamaica var eisini feitt, teir høvdu eitt feitt groove. Eg vænti tíanverri ikk,i at Marius gerst millum seks teir bestu bólkarnar. Eg haldi ikki teir komu nóg væl út um pall­ kantin. Bjørt, lesir sálarfrøði í London Eg vænti, at Skotland vinnur, skotar høvdu eina góða framførslu. Mær dámdi eisini væl Marius, hann syngur væl, og mær dámdi løgini, tey vóru feit. Meksiko vóru eisini øgiliga original. Hans Juul, lesur grafiskt design í London Tað er hopleyst at siga, hvør vinnur - Her eru 24 bólkar, sum eru so ymiskir. Mær per­ sónliga dámdi væl Marius. Men Meksiko var eisini eitt stuttligt innslag. Eg haldi tey hava eina stóra framtíð. Vágspoppur í Astoria Metal bólkum, og var satt at siga eitt sindur skuffaður av tí manglandi fjøllbroytninum. Ungar sangkvinnur bergtóku Í endaveitsluni aftan á kapp­ingina, var serliga ein ung dama, sum fekk nógv herðaklapp. 20 ára gamla meksikanska Ximena Sari- ana bergtók øll við síni framførslu á kon­sertini. Sum eitt eldgos sprændi hon orku­ mikl­ar tónar úr munninum, har var so nógv power á rødd­ini, at sjálvt harðastu tungmálmsbólkarnir ikki megn­aðu at fylgja við. Sam­ stundis var unga og óskyldiga útsjóndin í so sterkari and­ søgn til røddina, at tú vart tikin av bóli. Samanumtikið gjørdist tað bert til eitt fimta plass hjá jassutta Meksikanska bólkinum Feliz No Cumpleanos. Men tey vera seint gloymd mill­ um áskoðararnar, og er heimurin ikki deyvur, verður nógv at hoyra til Ximenu í framtíðini. Bólkurin MEA úr Wales hevði somuleiðis eina song­ kvinnu, sum bergtók. Bólk­ur­ in spældi keðiligan NU-Metal tónleik við sera sterkum ávísingum til Evanescense. Men Vanessa Nicholas hevði eina framúrskandi vakra og orkumikla rødd, sum longu í ljóðroyndini blásti meg um koll. Skotar og Niður­ lendingar Millum áskoðararnar, tá vinn­ arin skuldi finnast í GBOB, vóru serliga tvey lond uppi og vendu. Niðurlond og Skotland. Hetta vóru eisini teir báðir bólkarnir, ið eg persónliga væntaði fóru at berjast um sigurin. Skotsku The Rise spældu eitt slag av gjøgnumførdum popppunkrokki við einum sletti trendi UK poppi. Teir vóru kekkaðir og dugdu síni ting. Hetta var nakað av tí mest gjøgnumførda á kvøldinum, og tryggjaði teimum triðja pláss. Drive Like Maria úr Nið­ur­londum var ein ann­ ar­leiðis bólkur, við syngj­ andi trummuleikara og kvinnuligum gittarleikara brutu tey frá heildini. Stíl­ urin var eitt sindur í trá við White Stripes, og løgini vóru knasandi góð, nóg góð til at tryggja annað pláss. Ukrainsku Sic Bólkurin á fjórða plássi var TOL úr Ukrainu. Hetta var ein ruskmálmsbólkur við ávísingum til Korn og aðrar harðar bólkar. Hann minti ikki sørt um okkara egnu Sic. Sangarin var frálíkur og skrálaði av heilum hjarta. Hetta var ein flokkur av ræðandi illum monnum, og tú føldi, at teir høvdu okkurt á hjarta. Eitt forkunnugt innslag var Suður afrikanski Martin Rocka And The Sick Shop. Ein rokkabilly bólkur við einum garrvillum manni í silkislábrokk og masku, sum byrjaði konsertina við at siga, “There are only three kings: Drinking, Fucking and Elvis”, so var støðið lagt. Teir buldraðu avstað við eini tí festligastu framførsluni á kvøldinum. Tann filipinski Hasselhoff Landið við flest luttakandi bólkum var Filipinirnar, ikki færri enn 800 bólkar søktu um luttøku og 200 komu í innleiðandi umførini. Av hes­um gjørd­ist The Au­thori­ty vinn­ari. Her var tal­an um ein bólk, ið spældi væl, og filipinsku fjepp­ar­ar­nir og miðl­ar­ nar vóru væl umboðaðir framman fyri pallin. Men tónleikurin var, sum tey verru grandprix løgini í 80’unum ella útgávurnar hjá David Hasselhoff. Mentan er ymisk frá landi til lands. Hetta vísti kanska meira enn nakað annað styrkina í GBOB. Tónleikarar og tónleikaáhugaði úr 24 ym­iskum londum hitt­ast og skifta um mentan­ar­ upplivingar. Hetta er stór­ sligið og sera, sera flott. Ximena Sarinana úr meksikanska bólkinum Feliz No Cumpleanos bergtók øll Rættiliga fitt av føroyingum var á konsertini í Astoria Í masku og silki slábrokki var Martin Rocka eitt av teimum festligastu innsløgunum á konsertini. Skotsku The Rise spældu eitt slag av gjøgnumførdum popppunkrokki við einum sletti trendi UK poppi