hósdagur 8. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 236 - 8. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Kravdi Bush og
Blair í rættin
Heimskendi bretski rithøvundurin Harold Pinter var
fyrradagin í Stockholm og tók ímóti ársins Nobelvirðisløn
í bókmentum. Harold Pinter fekk krabbamein í hálsin fyri
trimum árum síðani, og læknarnir høvdu rátt honum frá
at fara til Stockholm. Men hann valdi kortini at fara.
Takkarrøða hansara var í stóran mun politisk, men tað
kom ikki óvart á áhoyrararnar, tí Harold Pinter hevur
ongantíð dult fyri, at hann heldur lítið um George W.
Bush, forseta. Tað var kortini ikki bara Bush, sum fekk
av grovfýlini, men amerikanskur uttanríkispolitikkur sum
heild.
-Síðani seinna heimsbardaga hevur USA styðjað hvørt
einasta hernaðareinaræðið í heiminum, og amerikanska
framferðin hevur verið skipað, harðlig og fullkomiliga
eirindaleys, segði tann kendi rithøvundurin í takkarrøðuni.
Harold Pinter var harðliga ímóti, at amerikanarar og
bretar lupu á Irak, og tað kríggið gloymdi hann heldur
ikki hesaferð.
-Álopið á Irak var ein brotsgerð og ein háðan ímóti
allari altjóða lóggávu, segði hann og kravdi, at Bush og
Tony Blair verða ákærdir og drignir fyri altjóða dómstólin
í Haag.
Bretar hækka oljuskatt
Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2006 hevur bretska
stjórnin gjørt av at hækka skattin hjá feløgunum, sum
útvinna olju og gass í bretska partinum av Norðsjónum.
Berlingske Tidende skrivar, at danska felagið A.P. Møller
er eitt av feløgunum, sum fær sviðan av skattahækkingini.
Sambært blaðnum merkir hækkingin, at danska felagið
skal gjalda umleið eina hálva milliard krónur meiri í
skatti um árið.
Mærsk Olie og Gas, sum er dótturfelag hjá A.P. Møller,
keypti fyri fimm mánaðum síðani tíggju framleiðsluøki
í bretska partinum av Norðsjónum fyri 18 milliardir
krónur. Nú fær felagið heldur minni burturúr, enn tað
hevði roknað við.
Nógvir bilar úr Kina
Kinesiska bilframleiðslan veksur so skjótt, at nú útflyta
kinesarar fleiri bilar, enn teir flyta inn, sigur BBC.
Útflutningurin tíggju teir fyrstu mánaðarnar í ár var
tvær ferðir størri enn í sama tíðarskeiði í fjør, samstundis
sum innflutningurin minkaði eitt vet. Í tølum merkir tað,
at kinesarar útfluttu 135.000 bilar, samstundis sum teir
keyptu 128.000 bilar úr øðrum londum. Tað eru yvirhøvur
Vietnam, Sýrialand og Algeria, sum keypa nógvar bilar
úr Kina, men BBC sigur, at kinesarar eru í ferð við at
leita eftir betri marknaðum. Eitt nú ætla teir at royna fleiri
lastbilar og vøruvognar á amerikanska marknaðinum.
Tann stóri búskaparvøksturin í Kina hevur sett ferð
á bilframleiðsluna, og sambært BBC eru fleiri bilverk
smiðjur í gerð ymsastaðni í landinum. Samstundis hava
útloendskar verksmiðjur fingið sær deildir í Kina.
Nazi-tónleikur
væl umtóktur
Tað hóvar týsku myndugleikunum illa, at nazi-tónleikur
vísir seg at vera rættiliga væl umtóktur ímillum fólk.
Áhugin fyri konsertum við nazi-tónleiki er veksandi,
samstundis sum tónelikahandlarnir siga, at teir selja alt
fleiri og fleiri sløgur við nazi-tónleiki, skrivar AP. Men tað
er minni enn so alt, sum er lógligt, og í oktober staðfestu
myndugleikarnir í landslutinum Brandenburg ikki færri
enn 729 brot á lógina.
Myndugleikarnir í Brandenburg siga, at tað er torført
at halda eyga við nazi-tónleikinum, tí nógv verður selt í tí
dulda, men tað er kortini lítil ivi um, at sølan er veksandi,
siga teir.
Í dag verður
tann seinasti
„dupultdekkarin“ í
London tikin úr rutu
Ferðsla
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani tann 24. juni í
1954 hava teir eyðkendu
reyðu „dupultdekkararnir“
verið ein serligur partur av
býarmyndini í London, men
nú fer tann seinasti í søguna.
Hesin bussurin hevur koyrt á
rutuni ímillum Marble Arch
og Streatham Garage, men í
dag verður hann settur.
Tá „dupultdekkararnir“
vóru í vælmnaktini, koyrdu
ikki færri enn 2.700 bussar
av hesum slagnum í gøtunum
í London.
Tað sermerkta við hesum
bussunum er, at teir eru opnir
aftan, so fólk kunnu koma
uppí ella fara av har. Hetta
hevur víst seg at vera gott hjá
teimum, sum eru løtt á sær,
men vandamikið hjá øðrum.
Í meðal hava vanlukkur við
„dupultdekkarunum“ kravt
trý-fýra mannalív um árið,
skrivar Reuter úr London.
Ein amerikanskur
granskari ávarar nú
um, at vit kunnu
vænta fleiri flóðaldur
í Indiska Havinum í
komandi árum
Náttúra
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Um fjúrtan dagar er eitt ár,
síðani tann oyðandi flóðaldan
skolaði inn yvir strendurnar
í fleiri asiatiskum londum
og kravdi meiri enn 200.000
mannalív.
Flóðaldan stóðst av ein
um hørðum jarðskjálvta
undir havbotninum við ind
onesisku oynna Sumatra,
og nú ávarar amerikanski
professarin Kerry Sieh um,
at vit kunnu vænta fleiri
jarðskjálvtar og flóðaldur
har í komandi árum.
Kerry Sieh sigur, at jarð
skjálvtin annan jóladag í
fjør byrjaði tíggju kilometrar
undir vatnskorpuni og flutti
umleið 100 kilometrar av
havbotninum. Tað seinasta
árið hevur hann kannað
umstøðurnar, og niðurstøðan
er, at tað er stórur vandi fyri,
at tað sama skal endurtaka
seg.
Vandin fyri einum nýggj
um, hørðum jarðskjálvta er
serliga stórur á Mentawei-
leiðini, sum er nakað sunnan
fyri jarðskjálvtaøkið í fjør,
og sambært professaranum
akn ein flóðalda haðani gera
serliga stóran skaða í teimum
báðum indonesisku býunum
Pedang og Bengkulu, sum
eru har suðuri á Sumatra.
- Okkara meting er, at ein
tíggju metrar høg flóðalda
kann raka teir báðar býirnar,
sigur Kerry Sieh við BBC
og vísir á, at serliga kring
Pedang er lendið sera lágt.
Tann stóri spurningurin er
sum vera man, nær ein tílík
flóðalda kann koma, men tað
veit amerikanski professarin
ikki. Hann sigur seg tó vera
rættiliga vísan í, at tey, sum
nú eru børn, koma at uppliva
tað.
Granskarar vita, at jarð
skjálvtin við Sumatra annan
jóladag í fjør var ikki tann
fyrsti. Í 13. øld var ein harður
jarðskjálvti har, sum elvdi til
stóra flóðaldu, og tað sama
hendi fyri 120 árum síðani.
Vandi fyri fleiri flóðaldum
í Suðurasia
Ein býarmynd hvørvur
Nú verður tann seinasti „dupultdekkarin“ í London settur