hósdagur 8. desember 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 8. desember 2005
19
Nr. 236 • hósdagur • 8. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Albert Sævarsson
verður ikki á Toftum
komandi ár. Í hansara
stað kemur evnaríki
Tórður Thomsen at
standa
B68-málverji
Jákup Mørk
Á Toftum hava tey í vetur
roynt at rigga seg til, nú
B68 aftur skal hava umboð
í bestu deildini.
Ein av spælarunum, sum
fólk uttan iva høvdu sett
stórt álit til komandi árið,
er Albert Sævarsson, sum
hevur verið ein sera stinnur
málverji hjá felagnum. Men
hann fær ikki verið á Toftum
hetta kappingarárið.
Tí hevur B68 leitað sær
aðrar vegir, og nú er greitt,
hvør nýggi málverjin verður.
Talan er um 19 ára gamla
Tórður Thomsen, sum hevur
fingið sína fótbóltsuppaling
í NSÍ. Har skal tó nógv til,
um ein nýggjur málverji skal
senda Jens Martin Knudsen
á beinkin, og tí hevur Tórður
eisini roynt aðrar leiðir í
royndini eftir spælitíð í
bestu deildini. Nakrar dystir
í ár vardi hann málið hjá ÍF,
og komandi kappingarárið
verður tað so á Svangaskarði,
at ungi maðurin skal royna
seg.
Tað hevur eisini ljóðað,
at B68 er í ferð við at fáa
útlendskan spælara kn‡ttan
at liðnum. Eitt nú hevur verið
tosað um ein jugoslaviskan
álopsspælara, men tey tíð
indini eru so ikki váttað
enn.
Eftir rokið, sum hevur verið
í útlendingamálinum, var tað
sjálvandi alt annað enn góðar
fortreytir, sum sørvingar
høvdu, tá teir í gjárkvøldi tókku
móti oddaliðnum Fleyr.
Men sum tað so ofta hev
ur verið sæð fyrr, so førdu
vána kringstøðurnar bara
enn meira treiskni inn á
SÍ-liðið. Við stórspæli frá
serliga Jón Nielsen og Jóhan
Petur á Stongum, góvu teir
mótstøðuni ein skarpan gang,
og tað eydnaðist eisini at vinna
dystin.
3-1 gjørdist úrslitið, men
sum settúrslitini staðfesta,
so var talan um mest sum
óhugnaligan
spenning.
Fyrsta settið varð sera drúgt,
áðrenn heimaliðið skapti sær
fyrimunin, og so leikaði tað
annars sera javnt á. Ikki minst
í seinasta settinum, har tað tó
eydnaðist vertunum at taka
stikkið heim.
Við sigrinum er spenning
ur av álvara aftur komin í
meistaradeildina hjá monnum.
Fleyr hevur annars verið í
serflokki besta liðið fyrstu
nógvu umførini. Tapið hjá
teimum hesa ferð var soleiðis
tað fyrsta á árinum. Og tó at
teir enn mugu roknast sum
favorittar, so gevur úrslitið
hjá sørvingum trúgv uppá, at
oddaliðið kann syftast.
Róðrar
móttøka
móttøka
tíðindaskriv
Fyrr í ár vóru 25 ár liðin,
síðan Róðrarsamband
Føroya varð stovnað. Í
hesum sambandi verð
ur skipað fyri móttøku
fyri fyrrverandi nevnd
arlimum,
dómarum,
hjálparfólkum, feløgum,
rógvarum og øðrum
róðraráhugaðum.
Móttøkan verður í
Müllers Pakkhúsi leygar
dagin tann 17. desember
2005 kl. 16-19.
Til móttøkuna verð
ur møguleiki at fáa
gløgg og holukøkur. Á
skránni verður eisini
myndaframsýning við
nýggjum
sum
eldri
myndum, sum á besta
hátt lýsa kappróðurin hesi
farnu 25 árini.
Í samband við tiltakið
er ætlanin at vísa ymiskar
róðrar á stórskíggja í
miðbýnum í Havn. Á
henda hátt ber til hjá
øllum róðraráhugaðum
at minnast aftur á góðar,
gamlar dagar, meðan
man kann gleðast um, at
komandi kappingarár um
stutta tíð er fyri framman,
og at bátar tá aftur vera
drignir úr neystum.
Runavíkingur í B68-málið
Hóast síni bert 19 ár, so hevur Tórður longu nakakð av royndum í bestu fótbóltsdeildini
Mynd: www.b68.fo
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett sett
sett stig
1 Fleyr
8
7 - 1
22
10
12
14
2 SÍ
8
6 - 2
21
10
11
12
3 Mjølnir
8
4 - 4
17
13
4
8
4 ÍF
7
2 - 5
11
17
-6
4
5 Nøvan
7
0 - 7
0
21
-21
0
SÍ-Fleyr 3-1 (30-28, 25-20, 22-25, 26-25):
SÍ reistist í treiskni
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in