hósdagur 8. desember 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Partur 6
Inn hjá Leikamafiuni
er gott lag. Teir eru so
glaðir fyri gávurnar, at
teir bæði hava gloymt
kuldan og svongdina.
Men hvat skulu teir
gera við jólamannin,
og hvussu skulu teir
bera seg at fyri ikki
at verða fangaðir av
politistinum? Teir vita,
at øll bygdin bíðar eft
ir jólamanninum og
um jólamaðurin ikki
kemur at tendra jóla
træið til tíðina, so fara
bygdarfólkini við vissu
at leita eftir honum.
Stampi og Anthonio
hugsa, so tað brakar.
Brádliga loypir Stampi
upp.
- Eg veit, hvat vit
skulu gera. Vit lata okk
um í reyð klæðir, so
vit líkjast nøkrum jóla
monnum. So fara vit
oman í bygdina at
tendra jólatræið. Eingin
leggur til merkis, at tað
eru vit.
- Jú, men jú men...,
stamar Anthonio.
- Eg eri ikki liðugur at tosa
enn, sigur Stampi - tí veitst
tú, hvat tað besta er?
- Nei, hvat er tað Stampi?
Í nátt fara vit inn í øll húsini
í Hvannadali og í staðin fyri
at leggja pakkar undir trøini,
so stjala vit pakkarnir sum
liggja har.
- Tú ert fantastiskur – men
hvar fáa vit reyð klæðir frá,
og hvussu skulu vit bera
okkum at við at fáa skegg?
kemur tað spyrjandi frá
Anthonio.
- Uppi á loftinum liggja
nøkur reyð løk, og seyðaull
kann brúkast sum skegg, er
Stampi skjótur at svara.
- Tú ert genialur Stampi!!!
Tíðin er knøpp, og tí mugu
teir skunda sær. Teir taka tey
reyðu løkini undan loftinum
og klippa hol í tey. Síðani
smoyggja teir løkini yvir
seg, so at høvdini stinga
burtur úr. Til síðst binda teir
seyðaullina um høvdið.
- Nú eru vit rættir jólamenn
- vit líkjast so nógv ordiligum
jólamonnum, at eingin fer at
leggja til merkis til tað, sigur
ein glaður Stampi.
Teir hyggja enn einaferð
eftir jólamanninum – jú hann
er enn svímaður. Teir fara út,
koyra hurðina aftur og so
halda teir oman bygdina.
Í bygdini er borgarstjórin
komin upp á pallin. Borg
arstjórin, sum er ein lítil
tjúkkur maður, bjóðar øllum
borgararanum at vera hjarta
liga vælkomnir til hesa løtu.
- Góðu borgarar, eg vil her
við bjóða tykkum at verða
vælkomin til hesa hugna
løtu. Um eina lítla løtu fer
okkara barnakór at syngja
tveir jólasangir, og tá tey eru
liðug at syngja, kemur jóla
maðurin at tendra jólatræið.
Eg vil enn einaferð bjóða
tykkum at verða vælkomin,
og gevi eg orðið víðari til
barnakórið.
Og meðan børnini syngja
tveir vakrar jólasangir, líður
mannfjøldin á – nøkur syngja
spakuliga við, meðan onnur
bara njóta at hoyra hesar
sangirnar. Trølla Pætur og
Trølla Omman standa mill
um øll fólkini. Trølla Omman
hevur ikki so gott tol – hon
vil síggja jólamannin bein
anvegin. Men Trølla Pætur
biður hana taka tað róligt, tí
nú verður tað ikki leingi, til
jólamaðurin fer at koma.
Jógvan og Erling ganga
millum fólkini og fylgja væl
við um nakar ger ónáðir.
Jógvan hevur enn ilt í høvd
inum av stoytinum, sum
hann fekk, tá Erling misti
hamaran á høvdið á honum,
so Erling torir ikki at siga
nakað við hann
Stampi og Anthonio eru nú
komnir heilt oman í bygdina.
Teir snúgva seg millum hús
ini, og áðrenn nakar
varnar, so standa teir
aftan fyri pallin. Borg
arstjórin er glaður fyri
at síggja jólamennirnar
og heilsar pent upp á
teir.
- Hvussu ber tað til, at
tit eru TVEIR jólamenn,
tað plagar bara at verða
ein?
Stampi er skjótur at
svara aftur, at í ár hava
børnini í Hvannadali
skikkað sær serliga væl,
og tí mugu tveir jóla
menn til at bera allar
pakkarnar.
Tað eru góð boð hjá
borgarstjóranum
at
hoyra. Nú er barnakórið
liðugt at syngja. Verið
tit klárir og komið upp
á á pallin, tá eg biði
tykkum
koma,
sigur
ein yvirfegin og stoltur
borgarstjóri.
Hann fer upp á pallin
og yvir til mikrofonina.
- Góðu borgarar í
Hvannadali
og
ikki
minst góðu børn. Nú
hava tit bíðað nóg
leingi, og skal eg ikki
gera hesa løtu longri enn
neyðugt. Tað er mær ein
stór æra at bjóða... ikki bara
einum, men tveimum jóla
monnum, at verða hjartaliga
vælkomnar til Hvannadal.
Takið væl í móti jólamonnun
um.
Jólini í Hvannadali
Puntur 8 til
jólakalendaran