Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 236 - 8. desember 2005 Tað var ein óvanliga vøkur sjón, sum rann gøtufólki í møti, tá jólamenninir týs­kvøldið komu til Gøtur. Langt er at ganga, tá jólamenn skulu vitja kring alla Eysturoynna. Lendið er eisini so ólukku-bratt í nógvum førum, og gamlir, sum jólamenninir eru, so høvdu teir nú eisini tikið sær onnur ráð fyri. Teir hava jú ár eftir ár roynt at eftirlíka ynskjum hjá øðrum, men hesa ferð høvdu teir so sítt egna ynski. Teir ynsktu sær ein bil, og hendan hava teir eisini fingið. Og so er lag á manni at ferðast kring alla oynna. Hóast tað hesa ársins tíð heilt skjótt fer at skýma, so bilti tað ikki stórvegis hjá jóla­­monnunum. Tað sá impo­ner­andi út, tá hesi komu við stórum kyndlum til bygdina. Sum tað sæst á myndini, so lýstu kyndlarnir eisini heilt væl. Logarnir mundu síggjast um alla bygdina, og tað var eisini skjótt, at jólamenninir funnu fram á staðið, har fólk vóru komin at taka ímóti. Og so var annars bara at hugna sær. Sjálvandi høvdu jólamenninir nógvar kara­mellur í stóru í posum sínum. Børnini fingu eisini sunkist at hugna sær við, meðan tey vaksnu fingu kakao. Logandi jólamenn í bili At hjálpa bilinum, sum sjálvandi eisini hevði ljós, høvdu jólamenninir stórar kyndlar at lýsa við Gávuhugskot Ársmappan 2005 Í mappuni eru øll ársins frímerki. Hon verður seld fyri áljóðandi virði. Prísur: 250,50 kr. Frímerkjadeildin . www.stamps.fo . filateli@postur.fo .