fríggjadagur 9. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur
nú út annan part av
endurminningum
hjá Steinbjørn B.
Jacobsen
Endurminningar
Steinbjørn telist millum
teirra, sum flest allir før
oyingar kenna, síðan hann
seinast í sekstiárunum
kom heim aftur eftir lokna
læraraútbúgving í Danmark.
Hann gjørdi brátt vart við
seg sum rithøvundur og ein
maður, ið ikki smæðist at
bera sínar hugsanir fram í
skrift og talu.
Virðing og eymleiki
Steinbjørn er sandvíkingur,
fiskimaður, lærari, háskúla
stjóri og rithøvundur. Í fjør
kom fyrsti partur av forvitn
isligu endurminningum hans
ara, Grund 1, sum høvdu
støði í uppvøkstrinum í
Sandvík í 40- og 50-árun
um. Annar parturin av endur
minningunum byrjar, tá ið
hann fer upp á Tvøroyri at
ganga í realskúla. Hann
lýsir skúlalívið og ymiskt, ið
hendi hesi árini á Tvøroyri. Í
frítíðini er hann í feitilendi,
úti og skjýtur fugl og eisini
í Lítlu Dímun og fleygar
lunda. So fer hann til skips;
fyrst við Yvonnu, ið Jóan
Petur hjá Móritsi førdi, við
línu og snøri undir Grønland
og seinni á sild. Síðan við
íslendskum útróðrarbáti og
trolara.
Við virðing og eymleika
lýsir hann bygdamenninar
og skipsfelagarnar og skriv
ar livandi um lívið um borð
á bæði danguni, útróðrar
bátinum og trolaranum. Fyri
lesara, ið ikki hevur upplivað
slupplívið og bara hoyrt um
línu- og snørisfiskiskapin
undir Grønlandi og sildafiski
skapin við gørnum undir
Føroyum, er hetta stak áhuga
verdur lesnaður. Eisini lýs
ingin av útróðri í Íslandi og
trolaralívið har, sum mangir
føroyingar upplivdu í fimti
árunum. Sum vera man,
verða samfelagsviðurskifti
mangan havd á lofti; serliga
sjónski munurin á Føroyum
og Íslandi tá.
Hann fer so til Danmarkar
at lesa til lærara, og bókin
endar, tá ið hann við konu og
nýføðingi vendir aftur Før
oya at starvast sum lærari.
Konsekventur
Sum lesari situr tú eftir við
kenslu av, at rithøvundurin
er sera konsekventur maður:
hevur hann tikið eina avgerð,
so vendist ikki aftur. Tá ið
hann hugsar um lívsleiðina,
skrivar hann soleiðis:
”Sjálvur var eg í roynd
og veru losnaður frá bygd
ini, tá ið eg fór upp á
Tvøroyri at ganga í skúla.
Men í minninum um hetta
summarið er einki sorgblítt
beinleiðis farvæl. Alt, sum eg
havi upplivað við ”Yvonnu”
og í Íslandi, fyllir sinnið, og
ikki um at tala framtíðin.
Hugt verður frameftir.
Um eg longu tá hevði tikið
yrkingina: Har hånd du lagt
på Herrens plov, da se dig ej
tilbage, til mín, minnist eg
ikki. Kanska fekk eg ikki tá
sett orð á hesar kenslur, men
tær hava verið har fyri tí. Og
soleiðis mundi tað vera hjá
fleiri. Nógvar óítøkiligar
hugsanir og ætlanir, meðan
gerandisdagurin gekk sína
vanligu gongd. Men summar
ætlanir vóru til veruleika í
broyttum líki.”
Hans Laksá, sum
starvast hjá Ras
mussen og Weihe
hevur staðið royndina
sum ríkisgóðkendur
grannskoðari
Grannskoðari
Jákup Mørk
32 ára gamli Hans Laksá
úr Havn, hevur seinastu
12 árini starvast hjá Ras
mussen og Weihe. Við síð
una av arbeiðinum hevur
hann hesi árini nomið sær
útbúgving innan økið, og
nú um dagarnar stóð hann
seinastu royndina í so máta,
tá hann var til próvtøku
sum ríkisgóðkendur grann
skoðari.
Hóast 32 ár er ein ógvuliga
ungur aldur innan økið, so
heldur Hans sjálvur, at hetta
ikki hevur verið so øgiliga
stríggið at koma ígjøgnum.
- Tað er jú eisini áhugi. Tað
kann vera, at tú skalt vera eitt
sindur egin, um tú skalt tíma
hetta, men hjá mær hevur
hugurin alla tíðina verið
til tað. Eg fór mest sum alt
undir HD-lesna, tá eg byrjaði
í starvinum. Í 2002 var eg
liðugur við cand.merc.aud,
sum er ástøðiligi parturin
av ríkisgóðkenniningi, og
síðani tá havi eg fyrireika
meg til hesa próvtøkuna.
Við hesum er talið av virk
num ríkisgóðkendum grann
skoðarum í Føroyum komið
á 9. Hjá Rasmussen og
Weihe hevur stjórin, Klaus
Rasmussen, verið einsa
mallur um góðkenningina,
síðani Carl Wilhelm Weihe,
sáli, andaðist, men við eini
góðkenning í fyritøkuni
er helst lagt upp til onkrar
broytingar í bygnaðinum.
Enn er tó ikki greitt, hvørt
talan møguliga verður um
eitt slag av partnarskapi,
soleiðis sum tað er hjá eitt nú
Spekt, har fimm starvsfólk
hava góðkenning, og har
øll eiga sín lut í virkinum,
sum Pauli Ellefsen átti einsa
mallur fram til 1998.
Tey níggju, sum nú hava
heitið sum ríkisgóðkendir
grannskoðarar í Føroyum,
eru: Hans Laksá og Klaus
Rasmussen hjá Rasmussen
og Weihe. Jógvan Amonsson
hjá Inpact. Pauli Ellefsen,
Súni Schwartz Jacobsen,
Árni Ellefsen, Finnbjørn
Zachariasen og Mirjam
Haraldsen hjá SPEKT og
Símun Absalonsen, sum
eigur og rekur ADS-grann
skoðan.
9. ríkisgóðkendi grannskoðarin
Grund 2 útkomin
Endurminningarnar eru enn
eitt dømi um, at Steinbjørn
B. Jacobsen er maður, ið ikki
smæðist við at bera sínar
hugsanir fram
Upplestur, framløga og
kjak verður nakað av tí,
ið er á skránni á árliga
Bókadegnum, sum verður
í Norðurlandahúsinum
sunnudagin
Bókadagur
Sunnudagin 11. desember kl.
15.00 bjóða Rithøvundafelag
Føroya og Norðurlandahúsið
til Bókadag 2005
Skráin fyri dagin er
hendan:
Eftur at Mikkjal N.
Helmsdal hevur innleitt
dagin, verður upplestur
úr nýútkomnum verkum í
Klingruni. Høvundarnir,
sum fáa 10 min hvør, verða
hesir:
Dagny Joensen lesur úr
skaldsøguni Hvirlan
Elias Askam lesur úr skald
søguni Messias II/ Synd drep
ur Gud
Heðin M. Klein lesur úr
savninum Nú ríður tú heim.
Í savninum eru yrkingar,
sum Heðin hevur enduryrkt
eftir norska skaldið Olav H.
Hauge.
Vida Højgaard lesur upp
úr skaldsøgu síni Mørk.
Dávur í Tjørnuvík og
Sveinur Í. Tummasson siga
og greiða frá um fyrsta bindi
av ævisøguni hjá Dávi, sum
fevnir um árini frá 1911 til
1937.
Steðgur: Petur Pólson
syngur og spælir løg av nýút
komnu fløgu síni Koma.
Firouz Gaïni lesur úr bók
síni Gávur skulu rindast aft
ur.
Oddfríður Marni Rasmus
sen lesur yrkingar úr nýggj
asta savni sínum.
Carl Jóhan Jensen lesur
upp úr bók síni Ó- / søgur
um djevulsskap.
Steinbjørn B. Jacobsen
lesur upp úr endurminning
um sínum Grund 2.
Framløga: Dávur Jacobsen
greiðir frá um Íslendska-
føroyska orðabók.
Pallborð í forhøllin um evn
ið: “Bókaútgáva í Føroyum/
kor og líkindi”
Orðstýrari er Ivan Nicla
sen
Við pallborðið sita: Helena
Dam á Neystabø, Føroya
skúlabókagrunnur, Niels
Jákup Thomsen, Bókadeild
Føroya lærarafelags, Jústinus
Ejdesgaard, Rithøvundur,
Forlagið Hellurnar, Rói Pat
ursson, Mentanargrunnur
landsins, Zakarias Wang,
Felagið føroysk bókaforløg
Í sambandi við bókadagin
hevur Bókasølan í SMS
nýútkomnar bøkur til sølu
í forhøllini.
Bókadagurin 2005
Hans Laksá hevur nú staðið
royndina sum ríkisgóðkendur
grannskoðari. Hann er í
løtuni tann yngsti í Føroyum,
sum hevur hesa góðkenning