fríggjadagur 9. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 237 - 9. desember 2005
Vinnunevndin hjá
løgtinginum vil
seta meiri ferð á
arbeiðið at fyrireika
Sandoyartunnilin,
sum skal binda
Streymoy og Sandoy
saman
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um nøkur ár verður koyr
andi av Streymoynni í Sand
oynna.
Tað hava fleiri politikarar
úr fleiri flokkum sagt.
Og politikarar úr øllum
flokkum gera sítt til at halda
lív í hesi ætlanini.
Tí hevur ein samd vinnu
nevnd hjá løgtinginum mælt
til, at meiri ferð verður sett á
arbeiðið at fyrireika arbeiðið
at gera undirsjóvartunnil
ímillum Streymoynna og
Sandoynna.
Vinnunenevndin hevur
sostatt samtykt at heita á fíggj
arnevndina og Løgtingið um
at seta meiri pening av til tær
forkanningar, sum skulu ger
ast.
Upprunaliga bað lands
verk um at fáa fimm milli
ónir næsta ár til at gera for
kanningar fyri í sambandi
við komandi undirsjóvar
tunnilin ímillum Streymoy
og Eysturoy.
Vinnumálaráðið hevur
upplýst, at Landsverk
metti, tað var ein hóskandi
upphædd, so at fyrsti partur
av kanningunum kann fáast
frá hondini.
Sjálvar
kanningarnar
skulu gerast á sumri, meðan
útgreiningarnar kunnu gerast
um veturin.
Men nú er fíggjarlógin
fyri 2006 til viðgerðar og
í tí sambandinum mælir
vinnunevndin hjá Løgting
inum til at geva Landsverki
tær fimm milliónirnar hann
bað um, so at fyrsti partur
av kanningunum kann gerast
liðugur næst ár.
Tá ið sagt verður fyrsti
partur av forkanningunum,
er tað tí, at mett verður, at
tað verður neyðugt við nøkr
um fleiri kanningum afturat
í 2007.
Men í øllum førum fara tær
fimm milliónirnar at røkka
rættiliga langt í sambandi
við at gera forkanningarnar
lidnar.
Sostat mælir Vinnunevndin
til at Landsverk fær ikki
fýra milliónir, sum lands
stýrið hevur ætlað, men
fimm milliónir til at gera
forkanningar fyri í sambandi
við fast samband um Skop
unarfjørð.
Tað er ein samd vinnu
nevnd sum stendur aftanfyri
tilmælið og tí eru vónirnar til
at tað verður fylgt, rættiliga
góðar.
Næsta ár skal spónur
setast í arbeiðið
at fyrireika tunnil
ímillum Húsavík og
Dal í Sandoy
Dalstunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað skerst ikki burtur, at
vegurin ímillum Húsavík og
Dal er ikki fyri ræðuskítar
at koyra eftir, í hvussu so
er ikki um veturin í kava og
ísi.
Vegurin er høgdur inn í
bergið. Hann er smalur og
tað er høgt niðurfyri og tað
loypur ofta oman á hann
Í nógv ár hevur tí verið
tosað um at tað er neyðugt at
gera tunnil ímillum Húsavík
og Dal.
Higartil er tað kortini
ikki blivið til stórt meiri
enn tos!
Men næsta ár skal spónurin
setast í.
Tað ætlar vinnunevndin
hjá løgtinginum í øllum før
um.
Nú fíggjarlógin fyri
2006 er til viðgerðar, hevur
vinnunevndin sotatt mælt
fíggjarnevndini og løgting
inum til at seta pening av til
at fyrireika arbeiðið at gera
tunnilin.
Í ár var eisini ein millión
sett av til endamálið, men
næsta ár ætlaði landsstýrið
ikki, at ein króna skuldi
brúkast til Dalstunnilin.
Men nú skjýtur vinnu
nevndin hjá løgtinfinum upp,
at ein millión krónur verða
settar av á fíggjarlógini næsta
ár til at fyrireika arbeiðið at
gera ein Dalstunnil, so at
arbeiðið kann halda fram.
Tað er nú, fíggjarlógin fyri
næsta ár er til viðgerðar, at
vinnunevndin mælir til, at
peningur eisini verður settur
av til arbeiðið at fyrireika
Dalstunnilin.
Tað er ein samd vinnu
nevnd, sum stendur aftanfyri
tilmælið og formaðurin í
nevndini. Hendrik Old, hev
ur tí rættiliga góðar vónir
um, at tað verður fylgt.
Henrik Old sigur, at
nakrar royndarboringar eru
gjørdar, men at hetta er ein
roynd at seta eina upphædd
av til rendamálið, sum eitt
sindur av arbeiðið kann ger
ast fyri.
– Hetta er eisini fyri at vísa
dalbingum og sandoyingum,
at tað er gongd í málinum,
leggur hann afturat.
Tað er ikki avgjørt, hvat
peningurin skal brúkast til,
men hann kann brúkast til
vegagerðina í sambandi við
tunnilin, ella til okkurt annað
endamál, sum mett verður at
tað er mest skilagott at brúka
peningin til.
Hinvegin er samja ikki
gjørd um, nær farið verður
undir sjálvan tunnilin.
400-1050 metrar
Annars hevur Vinnumála
ráðið upplýst fyri vinnu
nevndini, at enn er ikki greitt,
hvussu vegirnir í sambandi
við tunnilin verða lagdir,
men arbeitt verður við tí.
Fyribils verður mett, at
vegaføringin fer at vera einar
100 - 450 metrar Húsavíkar
megin og 300 - 600 metrar
Dalsmegin, so tilsamans
skulu ímillum 400 og 1050
metrar av vegi gerast í sam
bandi við tunnilin.
Verður vegagerðin gjørd
so, at grót ikki fæst frá tunn
ilsgerðini, verður prísurin á
vegnum einar 12.000 krónur
fyri meturin. Men verður
grótið tikið úr tunlinum,
verður vegurin eitt sindur
bíligari, tí so fer hann at
kosta einar 10.000 krónur
fyri meturin.
Sostatt sigur ein fyribils
meting, at sjálvur vegurin í
sambandi við tunnilin fer at
kosta ímillum 4,8 milliónir
krónur og 12,6 milliónir.
Seta meiri ferð á ætlanini at
gera tunnil undir Skopunarfjørð
Nú skal meiri ferð setast á arbeiðið at gera forkanningar í sambandi við undirsjóvartunnil
undir Skopunarfjørð. Tað ætlar vinnunevndin hjá løgtinginum og tí vil ein samd nevnd hækka
játtanina til endamálið
Halda lív í tankanum
um at gera tunnil til Dals
Tað hevur í nógv ár verið tosað um at gera tunnil ímillum Húsavík og Dal. Men nú skal tað
eisini henda nakað ítøkiligt
Nýtt renni- og
gongufelag
eitur Hvistan
Í Suðuroynni
hevur nýtt renni
og gongufelag sæð
dagsins ljós og
nú hevur felagið
fingið navnið
Hvistan
Heilsa
Dagfinn Olsen
sosialurin.fo
Í oktober varð renni- og
gongufelag sett á stovn
í Suðuroynni. Tað gekk
væl at fáa limir, men tor
førari var at finna eitt
navn til felagið.
Nú hevur felagið fing
ið navnið Hvistan.
Í útvarpstímanum hjá
Suðurrás í ÚF varð heitt
á fólk um at koma við
uppskotum og heitt varð
eisini á ymisk fólk um at
royna at finna felagnum
eitt navn. Nevndin í
felagnum valdi síðani
úr rúgvuni og valið fall
á Hvistan.
Navnið er úr eini
søgu, har tað stendur; “
Snoprikkur fór hvistandi
niðan brekkuna...”.
Tiltøk
Felagið skipar í næstum
fyri tiltøkum í næstum
og 2. jóladag verður
fyrsta tiltakið, ið fevnir
um gangi- og rennitúr,
ið øll kunnu taka lut í.
Hetta verður klokkan
9.30 í Hovi og aftaná
eru gløgg og holukøkur
at fáa. Øll eru vælkomin
og stigtakararnir vóna
at síggja nógvar luttak
arar.
Øll kunnu gerast limir
í felagnum og um hálvt
hundrað eru longu í
felagnum.
Í nevndini eru Karina
Magnussen,
form.,
Karin Strøm, skrivari,
Turið Vestergaard, Bjørg
Hofgaard og Randi
Strøm.
Tað er væl umtókt at
renna sær ein túr og í
Suðuroynni eru tað nógv,
ið renna dagliga. Mangir
vágbingar renna sær
ein túr í náttúruvøkrum
umstøðum kring Vatnið
vesturi á Eiðinum í Vági,
har henda myndin er
tikin ein seinnapart í
vikuni
(mynd: D. Olsen)