Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 237 - 9. desember 2005 Atli Nattestad yvir­ tók í oktober HVS- handilin hjá pápa sínum. Í løtuni hev­ur hann eitt ar­beiði í Vágum, men gongst sum ætlað fer hann eisini at átaka sær arbeiðir á meginlandinum Handil Snorri Brend Miðvágur: Eitt gamalt orða­ felli sigur, at tá tað regnar á prestin so dryppar tað somuleiðis á deknin. Uttan aðra samanbering, so er støðan nøkurlunda tann sama í handlinum, sum Atli Nattestad yvirtók eftir pápa sín fyrr í heyst. Atli hevur nevniliga sett sær fyri at halda fram við tí virkseminum, sum faðir hansara, Leivur byrjaði fyri eini 40 árum síðani. Eftir at hava stovnað parta­ felag, lat Leivur í 1986 upp egnan handil norðarlaga í Miðvági við heitinum ”Leiv­ ur Nattestad”. Her hevur hann hildið til síðani. Tað eru kanska ikki øll, ið hava vitað um henda HVS-handilin, men síðani mikudagin er alt vorðið øðrvísi: Hvør einasti kundi sum nú fer til handils í nýggja Bónus í Miðvági sleppur ikki undan at koyra framvið og síggja handilin hjá Atla. Men hetta setur so eisini krøv til henda HVS-handilin, at hann altíð hevur ein bæði spennandi og dragandi sýningarglugga. Jú, hetta er ein stórur fyri­ munur at vit hava fingið Bónus sum granna. Men hetta er samstundis ein stór avbjóðing fyri okkum, sigur Atli. Aftrat sær hevur Atli starvs­ fólk at standa í handl­inum, meðan hann sjálvur ætlar at arbeiða úti í markini. Gott navn Síðani Atli yvirtók handilin 1. oktober í ár hevur hann gjørt eitt stórt arbeiði við at nútíðargera handilin innan. Í dag ber tí til hjá fólki at ogna sær alt innan hita, ventilasjón og sanitet, um­framt ein hóp av búnýtum og gávum. Atli sjálvur er útlærdur rør- og blikksmiður, har hann í fleiri ár arbeiddi hjá Demich í Havn. Umframt hetta hevur hann í tvey ár lisið til HVS- installatør í Danmark. Hann skuldi tí verið væl førur fyri at átikið sær allar størri og smærri uppgávur innan HVS og ventilasjón. Í løtuni er hann í ferð við at skifta út ein ketil í einum sethúsum í Sørvági. Og so­leiðis vónar hann eisini at støðan verður í framtíðini. Eg ætli mær at liggja fram­ við at fáa ymisk arbeiði, bæði her í Vágum, men eisini hinumvegin Vágatunnilin, sigur ein sera bjartskygdur Atli Nattestad við Sosialin. Fyrimunur hansara er, at fyritøkan frammanundan hev­ur arbeitt seg upp, hevur eina góða grund at standa á, og hevur gott orð á sær millum manna. Bergtóra Óladóttur Poulsen í Klaksvík hevur havt ein dreym, sum umsíðir er gingin út. Fyri trimum vikum síðani lat hon upp handil við vørum sum eru til ein og hvønn. Handilin kallast tí ikki óvæntað fyri „2U“ Handil Orð/myndir: Snorri Brend Klaksvík: - Hvat sigur tú, - hevur tú virkiliga Fly Lond­on, Bergtóra?! Tað var ordiliga gott. Tað má eg simpelthen bara keypa! Sigur tú „Fly London“ so halda fólk flest uttan iva, at hetta hevur okkurt við flúgvingina millum Føroyar og London at gera. Fyri 39 ára gomlu Bergtóru Óladóttir Poulsen er her ikki talan um ferðaseðlar, men um eitt gott og kent skógvamerki, sum er eitt av mongum øðrum góðum merkjum, ið eru at fáa í 2U. Hon hevur nevniliga tikið tað stóra stigið inn í handilsheimin, og lat fyri fáum vikum síðani upp ein handil við vørum, sum ikki eru at fáa so nógva aðrastaðni í Føroyum, enn júst her í Klaksvík. Handilin hevur hon rætti­ liga beinrakið kallað 2U - ella To You - tí hon ynskir longu við navni og búmerki sínum at vísa á, at hennara handil júst er fyri tørvin hjá tí einstaka kundanum sum kemur inn á gátt. Eg havi tí eisini lagt stór­ an dent á, at eg bert selji merkjavørur sum eingir aðrar handlar hava her í Klaksvík, sigur Bergtóra. Handilin heldur til í sethúsunum, har Bergtóra sjálv býr. Handilshølini hava áður hýst deildum hjá tveim­um peningastovnum, men eru nú innrættað til ein nútíðar handil við dygdarvørum. Alt tilbehoyr At talan er um ein sera snotu­ ligan og nútíðarkendan handil, fær ein skjótt eyguni upp fyri. Innan er alt ljóst og vakurt uppsett, soleiðis sum ein handil anno 2005 eigur at vera tað. Og tað vísir seg eisini, at klaksvíkingar, norð­oyingar og onnur hava longu fingið eyguni upp fyri hesum nýggja handlinum. Í 2U er fyri ein stóran part styvlar og skógvar at fáa til keyps, men eisini nógv „tilbehoyr“, sum til dømis: Beltir, smúkkur, taskur og annað til kvinnuna. Handilin vendir sær tí fyrst og fremst til ta smartu kvinnuna, men menn eru sjálv­andi eisini meiri enn vælkomnir, um teir ætla at keypa okkurt til sína lívs unnustu. Hetta eru alt smartar vør­ur og dygdarvørur, sum fáast í øllum prísklassanum, t.v.s. tað sum er í bíligara endanum, meðan annað kostar heldur meiri, bæði tá talan er um styvlar, skógvar og ikki minst forvitnisliga úrvalið av smúkkum. Hetta hevur kortini ikki forðað fólki í at keypa dúgliga hjá Bergtóru, einamest tí, at handilin er so øðrvísi enn aðrir handlar. Gott høli At Bergtóra nú hevur latið upp egnan handil er ikki av tilvild. Hon hevur leingi hugsað um hetta. - Skal eg siga sum er, so er hetta ein gamal dreymur sum nú er gingin út. Eg havi altíð droymt um at fáa mín egna handil. - Og nústaðni eydnaðist tað so, sigur ein sera bjartskygd Bergtóra. Hon hevur í eina tíð roynt at funnið sær hóskandi hølir í Klaksvík, men tað vísti seg, at tey hølini hon hevði hug á, vóru ikki til leigu. Men tá so sethúsini vórðu keypt, avgjørdi hon at brúka kjallaran til handilshøli. Og soleiðis gjørdist 2U veruleiki leygardagin 19. november í ár. - Og eg má bara siga, at eri sera fegin um undirtøkuna frá kundunum hesar fyrstu tríggjar vikurnar. - Okkurt er longu útselt, men eg fái vørur aftur skjótt. So tú sært, her er útskifting av vørum allatíðina. Og so­leiðis skal tað eisini vera, sigur Bergtóra. Ein dreymur gekk út við nýggja handlinum Stuttligt við øðrvísi handli Kundarnir í 2U halda handilin vera bæði spennandi og øðrvísi enn aðrir handlar Kundi - Jú, tað er vist at hetta er ein sera spennandi og ikki minst øðrvísi handil enn aðrir handlar. Mánadagin í hesi vikuni var Hannefía Joensen saman við mammu síni farin ein túr inn í handilin hjá Bergtóru at hyggja sær eftir einum styvlum. - Hesir skulu vera ein jóla­gáva til mín sjálvs, sigur hon, uttan tó at siga nakað um, frá hvørjum teir skuldu verða. Hannefía heldur, at tað er sera áhugavert og stuttligt at koma inn í ein handil, sum ikki er sum aðrir handl­ ar í Klaksvík. Hon hyggur eftir nøkrum styvlum, men verður brádliga av­brotin av einum øðrum kunda, sum kemur innar. Líkt er til, at tær báðar kennast rættiliga væl. Tær heilsa stutt uppá hvørja aðra, tí hin gentan hevur eini ørindi við kassan: Hon skal avheinta eitt par av styvlum, sum hon hevur lagt av. - Hesir eru bara so well! Hygg, eg skal vísa tær styvl­ arnar. Eru teir ikki lekkrir?! Hannefía gevur henni rætt í hesum. Løtu seinni koma tvær gentur aftrat inn í handilin, og koma tær allar í gott prát inni í handlinum. Og soleiðis skal tað helst eisini verða: Fólk koma inn, geva sær góða tíð til at hyggja, velja og síðani keypa tað tey ætla til sín sjálvs. Jú, hesin nýggi handilin ber sítt navn við røttum! Atli ætlar at spenna seg út Atli Nattestad hevur góðar vónir fyri framtíðina, nú hann yvirtók handilin eftir pápa sín Mynd: Jens Kr. Vang Hóast 2U bert hevur verið opin í tríggjar vikur eru fleiri av vørunum longu útseldar. - Men nýggjar vørur eru eisini longu á veg, sigur Bergtóra Ó. Poulsen (vm.) Hannefía Joensen (vm.) er sera fegin um nýggja handilin. – Hann er so øðrvísi, sigur hon