Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005  Nýggj verkætlan innan Psykiatriska Depilin skal hjálpa sálarsjúkum út aftur í samfelagið. Tey kunnu nú fáa eina teoretiska frálæru, samstundis sum tey sleppa í starvsvenjing. 10 fólk kunnu verða við í verkætlanini. Verkætlan Snorri Brend Sálarsjúk: Ímynda tær at tú hevur starvast sum pedagogur á einum dagstovni. Tað vil kortini so illa til, at tú gerst so mikið sjúk av tunglyndi, at tú má taka heilivág hvønn einasta dag og harafturat verður noydd at siga starvið frá tær. Ella tú verður kanska uppsøgd vegna sjúku. Við at gerast arbeiðsleys kennir tú tað kanska, sum tú missir ein stóran part av lívsvirðinum, tí tú saknar at hava eitt arbeiði at fara upp til um morgnarnar, eins og tú saknar starvsfelagarnar. Men nú er vón fyri framman hjá hesum fólkunum: Ein nýggj verkætlan innan Psyki­atriska Depilin á Lands­ sjúkrahúsinum skal nú hjálpa fólki í líknandi støðum út aftur í samfelagið. Her fáa sálarsjúk fólk møguleika at fáa eina við­ komandi, teoretiska frá­ læru, samstundis sum tey eru í eini hóskandi starvs­ venjing. Tí ber verkætlanin heitið Starvsfólk við brúk­ara­ fortreytum. - Ein ynskiligur og kær­ komin vinningur við hesi verkætlanini er, at hon brýtur niður tabu’ið um sál­arligar sjúkur, sigur sosialráðgevin, Bergtóra H. Joensen, sum samskipar hesa verkætlanina. Í blaðnum í dag verður lýst við hesi spennandi verk­ ætlanini, har sóknast verður eftir eini 10 fólkum, ið hava kent sálarliga sjúku á sín egna kropp. Størri opinleika Hugsanin aftanfyri hesa SB-verkætlanina er lutvís at menna fyrrverandi sál­ ar­sjúkar føroyingar til at kunna virka í einum starvs­ fólkabólki innan psykiatriska økið. Talan kann til dømis vera um ein bústovn ella eina psykiatriska deild. Einasta krav til um­søkjararnar er, at tey í fyrstu syftu hava innlit í sína sálarligu sjúku, og at tey hava einhvørja fakliga útbúgving. Tað er heldur ikki at taka seg aftur í, at tað eru nógvir fyrimunir við júst hesum starvsfólkunum. Tey tosa í fyrsta lagi sama mál sum tey sjúku, men tey eru samstundis prógv um, at til ber at koma styrkt uppundan aftur. - Fáa vit haraftrat eisini skapt ein størri opinleika um sálarligar sjúkur í Føroyum, so er nógv vunnið, sigur Bergtóra. Henni hevur verið víst ser­støk vælvild innan tað psykiatriska økið, og tí verður gjørligt hjá hesum fólkunum at koma í starvsvenjing innan fleiri øki — bæði innan sjúkrahús og sosialpsykiatriina. Geva av síni vitan Henda nýggja SB-verk­ætl­ an­in er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Í øðrum londum hevur ein kortini drúgvar og góðar royndir við hesum. Og tað er m.a. út frá royndum í Danmark at ein nú fer treystliga til verka í Føroyum eisini. At fara undir eina slíka verkætlan kostar sjálvandi pening. Men psykiatriski depilin hevur valt at játta verkætlanini at virka í eitt ár. Verkætlanin vendir sær til tey sálarsjúku, sum hava mist tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hinvegin so kunnu hesi fólkini eisini geva av síni fakligu vitan innan tað økið, tey koma at starvast í. Á henda hátt fáa fólk nýtt sín fakliga førleika, samstundis sum hesi fólkini koma at standa sum ”rollumodell” fyri onnur í somu støðu sum tey. Bæði-og Tað er í nógvum førum so­leiðis í okkara samfelag, at vanligt er at ein antin arbeiðir 40 tímar um vikuna ella slettis ikki. Tað eru so nógv fólk, ikki minst sálarsjúk, sum uttan iva megna at arbeiða nakrar tímar dagliga, hóast tey kanska ikki megna ”dead­ lines” ella ov nógvan larm. - Men tey kunnu saktans fáa ein hóp frá hondini um bert røttu atlitini vera tikin. Tað nýtist ikki at vera antin-ella, tað kundi eisini verið bæði-og. Eg haldi, at her er neyðugt við eini hugburðsbroyting. - Vit vóna tí, at verkætlanin vekir áhuga, og at fólk sum kundu sæð seg sum SB’arar halda seg til at søkja. Enn eru sálarsjúkur nakað, ein ikki tosar so nógv um, men tað ynskja vit at broyta. Vit ynskja, at tað skal vera líka náttúrligt at tosa um sálarsjúku sum at ein hevur havt beinbrot, sigur Bergtóra H. Joensen. Aðrastaðni vísa tøl, at umleið 20% av øllum fólkum koma í samband við psykiatriina so ella so minst eina ferð í lívinum. - Og hví skuldi tað so verið øðrvísi her á landið!, spyr Bergtóra Verkætlan skal bróta niður tabu móti sjálarsjúkum Fía Lamhauge og Bergtóra H. Joensen (hm.) hava hvør sín inngangsvinkul til n‡ggju SB-verkætlanina. Júst tí er væntandi, at verkætlanin fer at eydnast Mynd: Jens Kr. Vang Sandoy: Enn er eingin tíð­ arætlan sett fyri, nær koyr­ andi verður frá Húsavík til Dals gjøgnum ein tunnil. Higartil eru gjørdar jarð­ frøðiligar kanningar og kjarnuboringar. Væntað verð­ur, at prosjektuppskotið verður liðugt í hesum mán­ aðinum. Og kostnaðurin av einum slíkum tunli er mett­ ur til at liggja millum 65 og 70 mió. kr. Hetta prosjektið er eitt teirra, sum mong hava longst eftir at fáa framt. Veg­urin millum hesar báðar bygdirnar á Sandoynni er smalur og ótíðarhóskandi. Tað ringasta er kortini tað, at grót ofta kemur niður á vegin. Landsverk metir, at longd­in á einum slíkum tunli verður góðar 2 km. og breiddin 8,5 metrar. Tann stóri spurningurin er so, nær farið verður und­ ir hesa ætlanina. Tað fara poilitikkarnir at taka avgerð um. sb. Vegurin millum Dals og Húsavík er bæði ótíðarhóskandi og smalur – og ikki heilt vandaleysur heldur Mynd: Jens Kr. Vang Leirvík: Sunnukvøldið fer missiónshúsið í bygdini at skipa fyri einum serstøkum sangkvøldi við teimum góð og gomlu sangunum. Til tiltakið við heitinum ”Syngið við kvøld” verð­ ur sungið burtur úr Missi­ ónssangbókini eins og sangir, sum vóru sungnir í streingjakórinum í bygdini fyri mongum árum síðani. Sagt verður, at undir sang­løtuni verður ein and­ akt á skránni. Og eftir sang­ løtuna verða øll boðin til ein drekkamunn. sb. Norðurlandahúsið: Hóast tað nú er farið at nærkast jól­ um, so eru framvegis fleiri til­tøk í Norðurlandahúsinum hesar komandi dagarnar. Sunnudagin fer Rit­høv­ unda­­felagið at skipa fyri ein­­um serstøkum bóka­degi, og týskvøldið verður tann árliga og fjølbroytta Lucia­ konsertin. Eftir konsertina letur Norð­ urlandahúsið aftur í nakrar dagar um høgtíðina, fram til mikudagin 28. desember tá Føroya Skipara- og Nav­iga­ tør­felag hevur árs­fund sín, og dagin eftir Fiski­manna­fel­ agið. sb. Bøkur og konsert fyri øll Ógloymandi sangir í missións­húsinum Tunnil til Dals fyri 70 mió. kr Eitt baks at koma upp­ undan aftur 46 ára gamla Fía Lam­ hauge úr Havn er SB’­ari í verkætlanini. Hon livdi eitt vanligt lív, til hon fyri nøkr­ um árum síðani gjørd­­ist sálarsjúk í eitt tíðarskeið Verkætlan Tað hevur verið eitt baks at koma heilt uppundan aftur, og tað hava verið nøkur afturstig. Men í dag livir Fía kortini væl og megnar at arbeiða niðursetta tíð. Afturat nýggja SB-starv­ inum er hon komin í helvt við einari minni psyko­tera­ pe­utiskari útbúgving. Hon er sannførd um, at starvsfólk við brúk­ara­for­treyt­ um eru vegurin fram, tá tað snýr seg um starvsfólk innan psykiatriina. - Alt gott um professionella hjálp, og tað hevði eg avgjørt eisini fyri neyðini. Men tá eg fyrstu ferð hoyrdi um SB- verkætlanir var mín fyrsti tanki: Sjálvandi! Í mínum føri hevði tað verið ómetaliga gott eisini at havt fólk um meg, sum sjálvi høvdu verið í sama báti og harvið tosaðu „sama mál“. - Samstundis vildu tey verið livandi prógv um, at til bar at koma uppundan aftur. Tað hevði uttan iva birt eina nýggja vón í mær, sigur Fía Lamhauge. Familjan verður altíð hart rakt hjá einum sálarsjúkum. Og júst í hesum kann ein SB’ari verða til stóra hjálp. Bergtóra og Fía, sum manna verkætlanina hava enn bert arbeitt saman í nakrar fáar dagar. Tær eru tó longu á einum máli um, at tær supplera hvørja aðra stak væl. Mangan síggja tær av­bjóðingarnar frá hvør sínum vinkli, og soleiðis koma tær í dýpdina og allan vegin „runt“ í ymsu málunum og samstarvinum sum heild.