Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 237 - 9. desember 2005 Hjørdis Djurhuus Tað er ikki nógv, eg taki til pennin, men eg fari tó her at gera eitt undantak, tí tá ið tygum á blaðsíðu 316 í bók tygara, Kaj 2, siga frá um mann mín, Hákun Djurhuus, sum nú hevur ligið undir mold í 18 ár, at hann á lívs­ leið síni skal hava fingið sær annað eftirnavn enn tað, hann fekk við dópinum, so er hetta ikki rætt, og vil eg ikki, at tað skal standa óátalað. Maður mín varð fødd­ur í Havn tann 1. de­semb­­er 1908, og er hann tann 11. januar 1909 borin til dópin í Havn­ar kirkju og doyptur Håk­­on Djurhuus, so­leið­is sum niðan­fyri stand­andi foto­ avrit av dópsváttanini vísir. At tað, sum Jákup Dahl, sóknarprestur skrivar í dóps­ vátt­an síni frá 6. ok­tober 1921, er í sam­svar við tað, sum stendur skrivað í kirkju­ bókini, kunnu tygum fáa váttað við at ómaka tygum om­an á kirkju­kon­tórið hjá Havn­ar Kirkju, har opið er týs­dag til fríggjadag mill­um kl 16.30 – 18, sum tele­fon­ bókin veeit at upplýsa. Tygum kalla bókaverk tyg­ara ein dokumentarisk ævi­søga. Hetta fari eg ikki at taka støðu til, bert er at vóna, at ikki ov nógvir feil­ir av sama slag hava sníkt seg inn í hetta annars snotiliga bókaverk. Øll eru góð við ”ta Deiligu Havn”. Fólk flyta til Havn­ar og fólk stórtrívast í Havn. Flestu býráðini hava rikið ein heild­arpolitikk - býi og fólki at frama. Eitt undantak er kanska býráðið seinasta valskeiðið. Nógv halda, at tá lá ikki heildarpolitikkurin fremst. Byggimeistarar fingu eftir øllum at døma fríari rásarúm. Almennar byggisamtyktir vórðu broyttar. Í summum førum ikki heildini at frama. Í vikuni frættist, at ein meiriluti í fíggjarnevndini mæl­ir býráðnum til at keypa eini gomul hús við Ting­­húsvegin, húsini hjá Degn, landsskjalavørði, fyri fimm milliónir. Hetta verður m.a. gjørt fyri at verja umhvørvið í Miðbýnum, sigur borgarstjórin. Hesum hevur hann rætt í út frá einum sjónarmiði at verja umhvørvið, verja nakað av tí, sum er gamalt og goyma nakað av tí hugna, sum eyðkennir gomlu Havnina. Hinvegin mælir ein minniluti - umboð fyri gamla meirilutan - til at geva byggiloyvi, sum byggisamtyktin loyvir. Tekur býráðið undir við hesum tilmælinum, fáa vit ein skrivstovubygning úr betongi, stáli og glasi. Óivað vakur, og sum óivað hevði riggað væl í einum umhvørvi við havið ella í einum umhvørvi við skrivstovubygningum og tílíkum. Men í ”gomlu Havnini”? Nnnneiii! Flestu havnarfólk - og fólk av bygd - halda, at um­hvørv­ ið við Vaglið skal varðveitast. Hetta er nærum hjarta í Føroyum. Og á hesum bletti eigur ikki tilvildin at ráða. Skal nakað broytast á hesum stað, mugu vit umrøða tað neyvari. Byggisamtyktirnar fyri gamla býarpartin - og aðrar partar við - mugu umhugsast væl, so vit fáa ein bý, sum partvíst varðveitir nakað av tí gamla og tann hugna, sum fylgir við tí, og sum eisini gevur rúmd fyri menning, framburði og arkitektoniskari nýskapan. Nakað, vit hava sæð alt ov lítið seinastu árini. Prísurin fyri húsini hjá Anton Degn er høgur - alt ov høgur. Men betri er at brúka henda peningin nú enn angra tað seinri. Samstundis eigur hetta málið at verða eitt lærudømi um, at kommunali myndugleikin eisini kann ”sova´í tímanum”. Tá undanfarni eigarin fekk stuðul frá býráðnum at umvæla húsini, so tað var í samljóð við upprunahúsini, átti kommunan sjálvandi at lýst ein klausul á ognina - so hon ikki kundi takast niður og annað byggjast á staðnum. Eini 4000 fólk skrivaðu undir eitt mótmæli at taka húsini hjá Degn niður og byggja ein skrivstovubygning har í fimm hædd um. Avgerði hjá meirilutanum í fíggj­ar­­nevndini skuldi verið í samljóð við hetta ynski borgar­anna! Hetta ynskið eigur býráðið attaka til eftirtektar og samstundis broyta byggisamtyktina fyri økið, so slíkt ikki endurtekur seg. DAGSINS MEINING Sosialurin Býurin og umhvørvi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kári Thomsen Málið um Rajko og Sladianu Petrovic kann saman við fleiri málum av sama slag enda við at føroyingar verða útvístir í teim londum, teir í løtuni uppihalda seg í. Hetta er greiða niðurstøðan, ið danskur advokatur ávarar um. Arbeiðsloysi finnist í øll­um heimsins londum og kann grundgeving lands­ stýrisins, at fyri hvønn ar­beiðsleysan føroying skal ein útlendingur útvísast, verða sera vandamikil leið. Hetta er einfalt útlendinga- og arbeiðspolitikkur á allar lægsta stigi, ið einans vil stuðla undir fremmandagerð, rasismu og hatur tjóðum og fólkasløgum millum. Fiskavirki okkara mangla arbeiðsmegi og fáa ikki fatur á fólki frá Ar­beið­loys­ is­kipanini, eisini sjálvt um fólk eru skrásett arbeiðsleys. Fiskaarbeiðið er ikki so áhugavert fyri ung­dóm og yngri fólk, og størri og størri partur fær sær út­búgvingar innan onnur øki. Støð­an í Ís­landi vísir okkum, hvussu gongdin er har innan fiskiídnaðin, og áttu vit at tikið við læru av teirra royndum. Spurningur kann setast, um útlendingapolitikkur landsstýrisins lýkur vanligum mannarættindum. Kemur eitt land í búskaparligt óføri við vaksandi arbeiðsloysi, er sera ivasamt um útlendingar, ið t. d. hava búleikast í 5 til 10 ár í einum landi, kunnu tveitast út við slíkari grundgeving. Verða hesi menniskju tá ikki fyri órætti og viðfarin sum borgarar uttan egið land? Dømini eru um fólkasløg, ið rikin eru úr egnum landi og í fleiri ættarlið hava livað upp á náði í øðrum londum. Er hetta tað føroyska tjóð­ in skal taka til sín sum meginregla? Danskur advokatur hev­ ur boðið sær at taka før­ oysku útlendingamálini upp til viðgerðar og kanna um útlendingapolitikkur landsstýrisins lýkur vanlig mannarættindi. Er ikki so, kann landsstýrið rokna við at verða stevnt fyri dómstólin í Haag. Onnur fylgja kann blíva, at føroyingar uttanlands kunnu rokna við at verða útvístir - tí arbeiðsloysi er í ávísum landi, og at útlendingar (føroyingar) ikki kunnu seta seg á teirra arbeiði. Til at standa ímóti tí ágangi, landsins leiðsla vís­ir mótvegis støkum út­lendingum og útlendskum familjum, kann verða gott hugskot at seta á stovn út­lendingafelag, ið miðvíst kann stuðla undir og fylgja einstøku málunum. Harri Jústinus Leivsson Edesgaard Mannminkandi og rasistiskur úlendingapolitikkur