Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 11 Tað er danska In­te­­grati­ón­min­ est­ erii ð, sum hevur tulk­ingar­heim­i ld­ ina viðvíkjandi út­lendinga­lóg­gávuni, og tí ber illa til at gera eina politiska semju, sum setir seg yvir hetta, sigur Bergur Berg, fulltrúi í Inn­ lendis­ mála­ráðn­um Útlendingamálið Jákup Mørk Stóran part av vikuni hevur útlendingamálið aftur log­ að í føroysku miðlunum. Ser­stakliga var tað einstøk hending í Sørvági, sum aft­ ur festi í málið, men fleiri líknandi mál eru ávegis. Tað vil siga mál, har talan er um útlendignar, sum í longri tíð hava verið í Føroyum, men har nýggja umsóknin um arbeiðsloyvi ikki er til sama arbeiðspláss, sum hesi hava havt áður. Skilt ella misskilt Føroyskir politikarar hildu seg annars hava loyst mál­ ið, tá avtala í fjør heyst varð gjørd við danska in­te­ gratiónsministaran, Bertil Haarder. Føroyska politiska semjan var, at hóast arbeiðsloysið í Føroyum viðførdi eina herda umsiting av út­lendingamálum, so skuldi hetta ikki raka teir útlendingar, sum longu vóru í Føroyum. Og í semjuni við danir verður staðfest, at teir ynskja, at umsitingin av lóggávuni verður í so stórt samljóð sum gjørligt við føroyska ynskið. Men » í so stórt samljóð sum gjørligt« er ikki tað sama sum at staðfesta, at øll føroysk ynski verða eftirlíka. Og tað er í øllum førum ikki hetta, sum framgongur av samskiftinum, sum Jógvan við Keldu hevur havt við Bertil Haarder. Í svari til Jógvan við Keldu staðfestir danski ráð­harrin, at sum hann hevur skilt føroyska ynskið, so snýr hetta seg um at leingja arbeiðsloyvið. Síðani verður í brævinum sagt, at um so er, at hetta er rætt skilt, so verður mannagongdin fram­ yvir tann, at útlendingar í Føroyum fáa lagaligari treyt­ir fyri arbeiðsloyvi men - og hetta er helst tað týdningarmesta - »under henvisning til, at der er tale om fortsættelse af et allerede eksisterende ansættelsesforhold«. Hetta seinasta merkir, at Innlendismálaráðið hev­ ur handlað beinleiðis eftir politisku semjuni, tá eitt nú málið um Sladianu Petrovic varð viðgjørt. Og uttan iva verður talan um somu niðurstøður í fleiri øðrum málum. Upp til 40 av slagnum, sum skilst. Skrivið frá Bertil Haarder er sum so seinasta punktumið í politisku semjuni, sum tá varð gjørd. Tað hevur ikki eftirfylgjandi verið ført fram, at Føroyar høvdu ætlað sær enn víðari heimildir. Men tað ber í verandi støðu ikki til at staðfesta, hvørt talan er um politiskan fótfeil, ella um hetta veruliga er tað, sum var ynskið hjá løgtinginum, landstýrinum ella táverandi landstýrismanninum í innlendismálum. - Eg havi tikið tað støðu, at eg ikki vil úttala meg í útlendingamálinum, nú eg ikki longur eri land­stýr­is­ maður. Tað, sum eg havi at siga um hetta, kemur helst fram í einum skriv, sum vón­andi kann lýsa málið, er einasta viðmerkingin, sum Jógvan við Keldu vil gera til málið. Landsstýrismaðurin hev­ ur eftirfylgjandi kunnað landsstýrið um, hvørjar avleiðingar loysnin við Bertil Haarder hevur við sær. Hetta verður váttað í innlendismálaráðnum. Sum lús millum tvær negl Bergur Berg, fulltrúi í Inn­ lendismálaráðnum, staðfestir, at teir ikki fáa tulkað lógina petti øðrvísi enn tað, sum framgongur í skrivinum frá danska ráðharranum. Hóast hann ikki nýtir orðini sjálvur, so tykist tað greitt, at innlendismálaráðið í nógvar mátar situr sum lús millum tvær negl í málinum. Partvíst er eitt politiskt ynski um, hvussu málið skal umsitast. Men partvíst - og meira avgerandi - so eru greiðar fyrisitingarligar reglur fyri leiklutinum hjá føroyska ráðnum. - Vit eru ikki annað enn hoyr­ingsmyndugleiki í hes­ um málinum. Í so máta er okkara leiklutur ikki stórt øðrvísi, enn hann er hjá ein­ um arbeiðsmaknaðarráð. Snøgt sagt, so er okkara upp­ gáva at savna teir faktuellu upplýsingar, sum vit verða bidnir um at savna. Og so skal til- ella frámæli gerast sambært hesum. Men fáa tit tá ikki tikið støðu til, hvørt talan er um generelt arbeiðsloysi í einum øki, ella um ávísum vinnugreinum tørvar kanska arbeiðsmegi? - Tað gera vit. Men í aðrar mátar er einasta fríheitin hjá okkum tann, sum er staðfest í skrivinum frá Bertil Haard­er. Nevnliga at talan er um sama arbeiðspláss, og at arbeiðsgevarin gevur til kennar, at tørvur er á viðkomandi starvsfólki. Í blaðnum í gjár staðfestu vit, at danska útlendingalógin millum annað eisini inni­ held­ur reglu um, at serlig humanitær atlit kunnu takast. Er føroyska ynski veruliga, at hesir útlendingarnir skulu verða verandi í landinum. Ber tá ikki til at nýta hesa lógargreinina? - Nei. Sum fyrisitingar­ mynd­ugleiki hava vit onga tulkingarheimild. Í Danmark er handan greinin bara n‡tt í heilt serligum førum. Eitt nú um talan er um lækna­hjálp, sum útlendingur kann fáa í Danmark, men sum viðkomandi ikki fær í heimlandinum. Vit hava onga heimild til at tulka hetta øðrvísi. Tulkingarmyndugleikin liggur púra fast hjá danska integratiónsmálaráðnum, sum eisini hevur alla málsviðgerðina á økinum, staðfestir fulltrúin at enda. Semjan og lógin samsvara ikki Politiska loysnin millum Bertil Haarder og Jógvan við Keldu staðfestir púra greitt, at taalan bara er um lagaligar treytir, um talan er um framhaldandi starv á sama arbeiðsplássi Mynd: Scanpix Kravið hjá næm­­ing­­unum í miðnámsskúlunum er einfalt: Tey ynskja somu fyrireikingartíð til próvtøkurnar sum studentarnir. Hetta kundi menta­ málaráðharrin ikki lova teimum, tí føroysku skúlarnir virka undir ymiskum skipanum. Royndir Snorri Brend Mótmæli: Tað var ein stór mannfjøld av ungum les­ andi, sum fyrrapartin í dag gingu mótmælisgongu niðan í Mentamálaráðið. Krav teirra var bæði einfalt og einmælt: Tey ynskja somu rættindi sum næmingarnir á Studenta- og HF-skúlunum, tá talan er um fyrireiking til árligu próvtøkurnar. At tey nú hava sett fram hetta kravið kemur av, at ætlanin var at geva studentum og HF’arum longri fyrireikingartíð. Hetta ynskið varð seinni slept. Men næmingar á øðrum miðnámsskúlum kring landið raknaðu nú við og ynsktu, at tey skulu fáa somu sømdir sum studentarnir at fyrireika seg í. Tí savnaðust tey í stórum tali í Havn fyri at vísa menta­ málaráðharranum, Jógvani á Lakjuni á, at her var talan bæði um diskriminering og órættvísi. Hetta eigur at vera líka fyri øll. Tí ynskja vit at fáa minst eina, og helst tvær vikur aftrat. Fær ein longri tíð, so er eisini møguleiki at fáa betri karakterir. Fáa vit tvær vikur, so fáa vit gjørt meiri brúk av lærarunum í hesi fyri­reik­ing­ ar­tíðini. Sum støðan er nú, so hava vit bara tíð at lesa, men hava ikki nóg góða tíð til at spyrja lærararnar so nógv, søgdu nakrir av teknisku næmingunum, sum vóru komnir allan vegin úr Klaksvík fyri at taka lut í mótmælinum. Mótmælisgongan steðgaði við Mentamálaráðið, har tey fingu orð á Jógvan á Lakjuni. Somu sømdir Við Mentamálaráðið las Karin Laksáfoss úr Handilsskúlanum á Kambsdali upp eina áheitan á mentamálaráðið um at fáa hesa javnstøðuna í lag. Her varð víst á, at tað er órættvíst at næmingarnir á miðnámsskúlunum ikki eru javnt fyri við fyrireikingunum til próvtøkurnar sum teir á studentaskúlunum. Okkara endmál er greitt: At øll fáa somu sømdir í hesi fyrireikingini. Sum er, eru treytirnar ikki eins, og tað halda vit vera bæði løgið og órættvíst, varð sagt. Jógvan á Lakjuni royndi hinvegin, at greiða næmingunum frá, hví støðan er sum hon er. Hann vísti í fyrsta lagi á, at útbúgvingarnar er ymiskar og virka undir ymiskum treytum. Støðan í dag er í veru­leik­ anum hon, at Studenta- og HF-skúlarnir virka undir eini danskari skipan. Tað vil so við øðrum orðum siga, at teir føroysku næmingarnir fara upp í teimum skrivtligu royndunum sama dag sum teir donsku næmingarnir. Tað er tí at hesin ójavnin kemur í, og tað fái eg ikki gjørt so øgiliga nógv við beint nú. Men tað er kortini ein spurn­ingur, hvussu leingi henda skipanin fer at halda fram soleiðis, segði mentamálaráðharrin við hesa ungu mannfjøldina. Jógvan á Lakjuni kennir til sjálvur til henda spurningin og henda trupulleikan, at øll ikki hava eins langa fyri­reikingartíð. Hann hevur nevniliga undirvíst á Handilsskúlanum síðani 1990, áðrenn hann gjørdist mentamálaráðharri. Hetta við teirri donsku skipanini fall ikki í so góða jørð hjá øllum hesum ungu miðnáms­skúla­næm­ingunum, og tað vóru tí mong sum harðliga mótmæltu hesi útsøgnini. Tey hildu uppá, at vit hóast alt búgva í Føroyum, hava ein føroyskan skúla og eiga tí at hava eina føroyska skipan sum er eins fyri øll. Jógvan á Lakjuni bar so uppá mál, at hann ynskti at tosa nærri við umboðini fyri næmingarnar inni á skrivstovu síni. Her varð nógv sum betri kundi verða lýst við eitt fundarborð. Sum sagt so gjørt. Síðani fóru umboð fyri næmingaráðini á fund við mentamálaráðharran. Uttanfyri stóðu hinir hundr­­að næmingarnir og bíðaðu í kulda og í tolni eftir at frætta nærri frá fundinum við landsstýrismannin. Meiri tíð at lesa í Øll vóru ikki eins fegin um tað órættvísið, sum ræðu tá talan er um fyrireikingar til endaligu próvtøkurnar komandi summar Mynd: Jens Kr. Vang