Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Axel Harald­ sen, Tórs­havn, ættaður úr Sør­vági, fer úr kapell­ in­um á Lands­sjúkra­húsi­ num leygar­dagin klokkan 17. Jarðar­ferðin verður úr Vestur­kirkjuni sunnu­ dagin klokkan 13. Tey, sum ynskja at minnast Axel kunnu senda eina gávu til Javna. Konto í peninga­stovunum. Christian Joensen, ættaður úr Skopun, bú­­sit­ andi í Tórs­havn, and­­­aðist á Lands­sjúkra­hús­i­num miku­dagin 7. de­semb­er, 79 ára gam­al. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­hús­kapell­ inum sunnu­kvøldið kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Vestur­kirkjuni mána­ dagin kl. 13.00 Karin Joensen úr Fugla­firði, andaðist á Eyst­ur­oyar Røktar- og Ell­is­heimi miku­dagin 7. de­sember, 100 ára gom­­ul. Kistan fer av Røktar­ heiminum í Runavík fríggja­dagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Fugla­fjarðar kirkju leygar­dagin klokkan 13. Tey, sum vilja minnast Karina, kunnu lata Eystur­oyar, Røktar- og Ellis­heimi eina peninga­ gávu. Andlát og jarðarferðir Sunnudagin 11. desember verður Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági 90 ár. Louisa er fødd og upp­ vaks­in á Ryggi í Miðvági. Foreldrini vóru Christian og Anna Poulsen. Pápin var ætt­aður av Ryggi, og vóru teir van­liga nevndir Pouls­ menninir, sum helst kemur av Poulsen. Mamman var nevnd Norðskála Anna og var hon ættað av Norðskála, og var fødd Gregersen. Louisa er nr. 6 av einum systkinaflokki upp á 13, 2 av systkjunum doyðu sum smábørn. Louisa fór sum ung genta til Sandavágs at tæna í húsi, hjá reiðara og handilsmanninum Hjalmar og konuni Margrethu Niel­ sen. Í síðstu helvt av trediv­ unum fór Louisa saman við fleiri øðrum suður til Tvør­oyrar um sumrarnar at arbeiða í fiski, tá var Suð­ ur­­oyggin eitt tað størsta ar­beiðsplássið í landinum. Á Tvøroyri møtti Louisa sínum komandi manni Thor­ vald Olsen, eisini nevndur Thorvald hjá Eiðis Tominu. Foreldrini hjá Thorvald vóru Óli Olsen, eisini nevndur Óli í Grundini og Tomina Olsen, f Andreasen. Í 1942 giftust Louisa og Thorvald og búsettust í Miðvági. Tey fingu 4 børn, Sólborg, Erna, Tordis og Torleif. Men ikki kom alt at ganga, sum ein hevði væntað. Á vári 1949 gjørdist Thorvald sjúkur av tuberklum og lá á sanatoriunum í 4 ár. Hann doyði eftir eina skurðviðgerð í Danmark í 1954, bert 42 ára gamal. Louisa var tá 38 ára gom­­ul og sat einsamøll eft­­ir við 4 børnum, sum tá vóru 14, 10, 9 og 2 ára gomul. Eftir hetta arbeiddi hon nógv í fiskaarbeiði í heimbygdini. Tá í tíðini var ongin møguleiki fyri at fáa sosiala hjálp, sum tað er nú á døgum. Louisa hevur altíð verið guðs­óttandi og trúð uppá, at hann sum øllum ræður, eisini vildi vísa henni vegin, so at hon kom at klára seg, og at geva børnunum ein virði­ligan uppvøkstur. Tá genturnar allar fluttu til Havnar at arbeiða, flutti Louisa og sonurin eisini til Havnar. Louisa fekk starv á Hotel Hafnia, har sum tvær av døtrunum starvaðust. Louisa arbeiddi á gongini, og var hon har, til hon gavst vegna aldur. Vit vita at Restorff familjan var sera glað fyri Louisu, hon var røsk og álítandi, teir nevndu hana altíð við eftirnavninum Fru Olsen. Í 1983 var eitt ár sum rakti Louisu sera hart, hennara yngsta barn og einasti son­ ur doyði bert 31 ára gamal. Í 1998 doyr næstelsta dótt­ urin 54 ára gomul. So hetta hava verið tung ár at koma í gjøgnum, men við einari sterkari trúgv á Guð, hevur hon klárað at vinna á sorg og sakni. Louisa býr einsamøll í húsum sínum í Miðvági, og klárar hon seg ógvuliga væl. Í dag hev­ur Louisa 9 ommubørn og 20 langommubørn. Ikki kann sigast annað enn, at øll eru sera góð við ommu og langommu. Altíð er hon sera blíð, tá vit koma á gátt. Vit gleða okkum at halda dagin saman við tær leygarmorgunin 10. de­sember 2005 í Miðvági. Góða, mamma, ver­ mamma, omma og lang­ omma. Vit ynskja tær hjarta­ liga tillukku við 90 ára deg­num og Guð vælsigni teg. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Ynskir øll tín familja Louisa Olsen 90 ár Sunnudagin 11. desember fyllir Jan Hentze í Hoyvík 40 ár. Jan er havnarmaður, og er hann kanska best kend­ ur innan flogbóltin og sum Peugeot-fjeppari um ein háls. Annars er flogbólturin hans­ara hjartabarn. Hann hevur verið limur í flog­ bóltsfelagnum Fleyr síðan 1984 og vunnið 7 FM-heiti og óteljandi steypakappingar. Hann hevur spælt umleið 70 landsdystir fyri Føroyar, og kanska besti sigurin var Oyggjaleikirnir í 1989 í Føroyum. Síðan 2000 hevur hann spælt við 1. deild hjá Fleyr, ið er tann næstbesta deildin hjá felagnum. Seinnu árini hevur hann fingist mest við at døma flog­bóltsdystir. Hann hevur fingið sær bestu útbúgving sum flogbóltsdómari og er ”Altjóða Kandidatur”. Í hes­um sambandi skal hann døma 7 altjóða dystir við eyg­leiðarum, áðrenn hann verður endaliga liðugur. Higar­til hevur hann dømt tríggjar og manglar fýra. Jan er føddur í Havn, men flutti í 1972 til Danmarkar saman við foreldrunum, Ernst Danielsen (1937- 1997) úr Húsavík, og Helgu Hentze Beyer úr Havn. Skúla­ árini búði hann í Danmark, og í 1984 flutti hann aftur til Føroyar at búgva, meðan foreldrini og systurin Martha, sum er tvey ár eldri, vórðu verandi í Danmark. Fyrstu tíðina í Føroyum arbeiddi Jan hjá Húsbúna í Hoyvík, og í 1985 koyrdi hann eitt stutt tíðarskeið lastbil hjá Júst Sivertsen. Eisini koyrdi hann hjá P/F Poul Hansen, áðrenn hann í september 1986 fór at arbeiða á goymsluni á bilasøluni hjá Vilhelm Nielsen í J. Broncksgøtu. Eftir tveir mán­aðir fekk hann bjóðað lærupláss, og fór í læru har sum goymslumaður tann 1. januar 1987. Tá hann hevði lært í eitt ár, varð hann settur sum leiðari á goymsluni. Hann var útlærdur í 31. desember 1989 og arbeiddi har til 31. desember 1993. Í eitt ár, frá 1. januar 1994 til 1. januar 1995, arbeiddi hann á Bilasøluni hjá Øssuri Johannesen í Hoyvík Síðan fekk hann boðið starv sum leiðari á Statoil í Gundadali. Har var hann í hálvfjórða ár, til hann fekk starv hjá P/F Meinhardt Arge sum bilasølumaður við ábyrgd av Peugeot-bilunum. Síðan 1. september 2003 hevur Jan verið goymslu­ leiðari í fyritøkuni, sum nú hevur skift eigara og aftur fingið gamla navnið, Auto Service. Eftir arbeiðstíð koyrir Jan ofta hýruvogn og onkran leigitúr við bussi. Hann er limur í Býrsumúla og hevur skotið seg til eitt FM-heiti í Skeet. Seinastu tvey árini hevur hann eisini veriðvenjari hjá einum dreingjaliði hjá Fleyr (dreingir 14 ár). Jan er giftur Rúnu, f. Mad­ sen, tey eiga tveir dreingir: Rói, 13 ár, og Dávið, 5 ár. -red Jan Hentze 40 ár Gjørt verður kunnugt, at okkara kæra Edith Marie Dam búsitandi í Sandavági andaðist í heiminum hósdagin 8. desember, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður sunnudagin kl. 14.00 úr Sandavágs kirkju. Familjunnar vegna Enok Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá kæri pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara Sofus Andreasen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Barnalegurnar í Grønlandi. Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og við ervið. Takk til talarar, berarar, organistar, Ebenezer-kórið, san- garar á grøvini og gravarar. Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Jan, Svend Arni og Anna Maria