fríggjadagur 9. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 237 - 9. desember 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Saknið tungan harmin vekur, syng
ur skaldið. Henda regla rann mær
til hugs allahalganardag á Sjómans
heiminum, tá skipað varð fyri minn
ingarhaldi teirra sjólætnu. Í ár var
minnisløtan eisini ognað øllum
teimum mongu sum undir seinna
heimsbardaga ikki vunnu upp aftur
land.
Henda illfýsna heystardag vóru á
sekstiára minningarhaldinum nakrir
teirra til steðar, sum høvdu siglt
undir krígnum.
At sita í fjøld, har saknur og
sorgblýdni merkti løtuna, gav
djúpa kenslu av lívsins álvarsemi,
og ikki minst av mangan baldruta
gerandisdegi hjá sjómonnunum
okkara, har ”bert er ein fjøl millum
teirra og grøv”, ið er úr sanginum
”Gud signi várt fólk”, og sum vit
sungu henda seinnapart.
Hugsaði hesa løtu, at var verfaðir
so frægur, so hevði hann óivað lut
tikið í minningarhaldinum. Men
soleiðis skuldi ikki vera. Sama
kvøldið legði hann árarnar inn fyri
seinastu ferð, og var hansara fjørður
rógvin, 81 ára gamal.
Thomas Pauli Jacobsen var ætt
aður úr Nólsoy og var hann fjórðelst
av 11 systkjum, og eru tey nú bert
tvey eftir á lívi.
Í 1939, júst fyltur 15 ár fór Tumm
as til skips, og har byrjaði hansara
lívsleið sum sjómaður.
Eftir krígslok tók Tummas setskip
araprógv og í 1949 longdina. Sama
ár gjørdist hann medeigari av Grøn
landsfarinum, sum hann seinni
førdi.
Í 1956 bleiv hann stýrimaður við
Hólmi, sum hann átti í. Seinast í
fimmtiárunum fór Tummas aftur
uppá skúla at taka nýggja skipara
prógvið. Aftaná lokið prógv gjørdist
hann skipari á Hólmi, og var hann
við Hólmi til fyrst í sjeytiárunu.
Haðani sigldi hann sum supercargo
fyri Fiskasøluna, umframt at hann í
seinnu helvt av sjeytiárunum av og
á sigldi sum skipari við Star Shipp
ing.
Tummas legðist uppi í 1979, og
arbeiddi hann í nógv ár hjá Tórs
havnar Havn. Seinastu árini, áðrenn
pensiónsaldur, arbeiddi hann á Baca
lao.
Tummas var sjómaður av náttúr, og
royndist hann sum sannur álitismaður
á sjónum. Útróðrarmaður var hann
eisini av teimum bestu. Tá hann
legðist uppi, gjørdust roktúrarnir
við 10-mannafarinum Borðuni
ótaldir. Tað var tí sonn fragd at
vera á floti við honum. Vitugur um
mið og streymviðurskifti gjørdi, at
hann altíð rakti við fisk. So sjálvt tá
mangir komu sørir aftur at landi, so
átti Tummas altíð munin. Tá onkur
hevði hetta á munni, bar hann seg
undan, men brosið í eygnakrókum
hansara avdúkaði, at hann mundi
vera tilvitaður um sín dugnaskap.
Men tað var ikki bert á sjónum,
at Tummas skaraði framúr. Ótaldu
lundabyrðurnar hann veiddi og
bar heim úr Urðini í Nólsoy, siga
frá um mann, sum hevði sera dygg
veiðievni. Somuleiðis var hann hend
ingamaður tá ráddi um at hagreiða
veiðuna. Um tað so var at flekja,
skrædla, royta e.a., so var tað gjørt
við handalagi, sum var ein fragd at
skoða.
Gávurík fólk duga mangan annað
enn at røkja sítt lívstarv. Soleiðis var
eisini við Tummasi. Fittur í hond
unum og hegnigur gjørdi, at mangan
vóru boð eftir honum at taka hond
í har tað tørvaði. Millum túrarnar
fekst hann tí ofta við húsasmíð
umframt annað, har brúk var fyri
hegnismanni.
Sum ein av ellivu systkjum,
har peningaliga rásarúmið mundi
vera avmarkað, visti Tummas hvat
skuldi til fyri at lívbjarga sær. Og
hansara lutur lá ikki eftir. Taldis
millum teirra, sum ikki kravdi av
samfelagnum, men harafturímóti var
tað hansara sannføring, at virkaðu
øll við sínum íbornu evnum, so var
ríkiligt til øll.
Tummas hevði sum aðalmál at
svara hvørjum sítt og annars at
seta tering eftir nering. Hesin hug
burður hevur eyðkent aldrandi
ættarliðið, sum nú er um at søkka
undir mold. Tey eiga heiðurin av, at
vit liva í einum tryggum samfelag.
Tummas var eitt livandi eyðkenni
fyri hetta ættarlið - at arbeiða fyri
felagsskapin, at virka uttan at vera
kravmikil.
Mangan hevði hann á munni,
hvussu gott føroyingurin hevur tað,
og frøddist hann um framburðin,
sum hann hevði upplivað í sínum
æviskeiði, har hansara lutur ikki lá
eftir.
Tummas giftist í 1958 við Sig
bjørg Hansen, eisini úr Nólsoy. Tey
bæði fingu tvær døtur, Janet, sum
býr í Danmark og Eydnu, sum býr
í Hoyvík. Báðar eru giftar og eiga
børn.
Tummas var vertskapsmaður, og
var stak fryntligur at vitja. Mong eru
tey sum hava notið góðar løtur hjá
honum og Sigbjørg. Hansara livandi
áhugi fyri samfelagsviðurskiftum
gjørdi, at tú altíð fekk eitt áhugavert
kjak við hann um tað, ið var uppi í
tíðini. Annars var stóri frítíðaráhugin
hjá Tummasi var telving. Hann luttók
í talvkappingum um vetrarnar, og
altíð var hann fúsur at seta talvfólkið
upp tá fólk kom a gátt.
Nú var so hansara æviskeið runnið.
Afturlatin er grind, nú Tummas fór
heim í ævinleikan, har vit øll hittast
aftur ein dag.
Eitt hendingaríkt lív, har gott
vit og skil, ágrýtni og arbeiðssemi
skaptu úrslitini, er lokið.
Æra verður minnið um verfaðir
og álitismannin Thomas Paula Jacob
sen, skipara.
Bjarni Djurholm
Minningarorð um
Thomas Paula Jacobsen, skipara
Axel T. Haraldsen
til áminningar
Tann 5. desember
bórust boðini, at Axel
T. Haraldsen, lærari
brádliga var deyður í
heiminum í Havn, 59
ára gamal.
Axel var sørvingur.
Tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í
1969. Varð sama árið
settur í lærarastarv á
Føroya Specialskúla/
Skúlanum á Trøðni.
Tók
prógv
sum
tali- hoyrilærari á
DLH í Århus í 1973. Var aftur á árskeiði á DLH
í Århus 1989/90. Luttók eisini í fleiri skeiðum,
ið Fróðskaparsetrið skipaði fyri í føroyskum og
bókmentum.
Í 1984 varð Axel settur settur í starv sum tali-
hoyrilærari í Suðurstreymoy. Hetta starvið røkti
Axel til hann fyri nøkrum árum síðani vegna sjúku
varð loystur úr starvinum.
Sum lærari var Axel nærlagdur og hugaður. Hann
brann fyri at menna og stuðla uppundir teir veikastu
næmingarnar í skúlanum. Eisini var hann virkin
innan áhugabólkar, ið virkaðu fyri at betra um korini
hjá teimum veiku í samfelagnum. Í hesum arbeiði
kom holli kunnleikin hansara til specialpedagogikk
øllum til góðar, ið samstarvaðu við hann.
Axel var stillførur í dagliga yrki sínum. Men
kortini hevði hann sínar meiningar um slíkt, ið var
frammi í tíðini.
Axel var giftur við Gunnvá, f. Thomassen úr Mið
vági. Í Bóndabrekku í Havn bygdu tey og teirra trý
børn Jónhard, Sonja og Jákup eitt trygt heim.
Í takksemi og djúpari virðing lýsa vit starvsfelagar
frið yvir minnið um Axel Haraldsen, og tað hann
avrikaði í føroyska skúlanum.
Starvsfelagarnir á Sernámsdeplinum.
Dagurin í morgin
10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla testa
menti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi høvdið
av herhøvdinganum Holofernes. Navnið er bíbilskt og
merkir jødakvinna.
11. desember. Damasus, deyður ár 384. Diakonur hjá
pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til páva eftir
hann. Hann er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði
Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum.
12. desember. Eqimachus, deyður umleið ár 250. Krist
in maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið
Decius keisari ráddi.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 11. desember 2005 hava
hjúnini Sigga og Torbjørn Andreassen á
Oyrabakka gullbrúdleyp. Tey, ið ynskja
at heilsa uppá brúðarparið, eru vælkomin
í heimið hjá Annie og Hera Andreassen,
Hákunargøta 10 í Hoyvík frá kl. 18.00.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 10. desember kunnu hjúnini
Malan og Kristian Hansen í Nólsoy halda
silvurbrúdleyp. Tey, ið vilja gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 327112
ella 580273 áðrenn 1. desember. Byrjað
verður á Flakavirkinum við døgurða kl.
19.30.
Brúdleyp
Ì morgin, 10. desember kl. 14.00 giftast í
Saron á Viðareiði, Òluva Fuglø, Norðdepil
og Markus Hvannastein, Viðareiði. Opið
hús verður í Norðdepli hjá foreldrunum
kl. 20.00 har øll eru hjartaliga vælkomin
at heilsa uppá brúðarparið.
Í morgin, 10. desember kl. 14.00 giftast í
Kelduni í Skálafirði, Dávid í Lág, Strendur
og Theresa Sevdal, Runavík. Eftir vígsluna
verður reseptión í Kelduni, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Í morgin, 10. desember giftast í Glyvra
kirkju, Bodil Simonsen, Saltangará og
Petur Súni Jacobsen, Leirvík. Veitslan
verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 19.00.
Mánadagin 12. desember kl. 11.00, giftast
á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, Eyð
Berg, dóttir Sigrun og Àlvur Berg, Nes
Hvalba og Arnhold Olavsson, sonur Rutt
og Jens Olav Trustrup jensen, Tvøroyri.
Adr.: Dalslandsgade 8 M, 606, 2300
København.
75 ár
Sunnudagin 11. desember verður Daniel
Pauli Dalbø, Syðrugøta 75 ár. Dagurin
verður hildin í Gøtubrá kl. 18.00.
Prógv
Rannvá Mortansdóttir hevur á Københavns
Universitet fingið útbúgving sum cand.
mag í enskum við hjálærugreinini miðlar
og mentan.