fríggjadagur 9. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Í morgin, leygardagin 10.
desember, verður Helena
Dam á Neystabø í Havn 50
ár. Hon var í níti árunum í
fremstu røð á politiska palli
num og er stjóri í Skúlabóka
grunninum.
Helena er fødd í Keyp
mannahavn. Foreldrini vóru
Ása fødd Jensen fødd í 1932
og Atli P. Dam, føddur í 1932
og deyður 7. februar í ár. Tá
ið Helena var trettan ára
gomu flutti hon til Føroya
saman við mammuni, sum
er gift Ólavi Hátún.
Helena leyk nýmálsligt
studentsprógv í Hoydølum
í 1975. Síðani flutti hon
til Keypmannahavnar, har
hon við lærda háskúlan í
1983 gjørdist cand. mag. í
týskum og donskum máli
og bókmentum. Serritgerðin
snúði seg um skaldsøguna
Barbaru hjá Jørgen Frantz
Jacobsen. Helena hevur fleiri
ferðir hildið fyrilestrar um
Jørgen Frantz og Barbaru.
Fyrstu tíðina, eftir at hon
var flutt aftur til Føroya,
var Helena lærari í Stu
dentaskúlanum við Gøtu
gjógv. 1985-87 arbeiddi hon
á Landsskúlafyrisitingini, og
síðani 1988 hevur hon starvast
í Skúlabókagrunninum.
Tvey tey fyrstu árini var
hon konsulentur, og síðani
1990 hevur hon verið leið
ari og seinni stjóri í grunn
inum burtursæð frá, tá ið
hon orsaka av politiskum
uppgávum hevur verið í far
loyvi.
Í lestrartíðini í Keyp
mannahavn hevði Helena
verið uppi í MFS arbeiðnum.
Men tá ið hon í 1990 varð
stillað upp til løgtingsvalið
á sjálvstýrislistanum í Suð
urstreymoyar
valdømi,
hevði Helena ikki verið
uppi í partapolitikki áður.
Hon varð vald og afturvald
í 1994 og í 1998. Sjálv hevur
Helena sagt, at tað var fíggj
arliga óskilið við ovurnýtslu
og ovurstuðli til vinnuna í
áttati árunum, sum hon helt
seg síggja fóru at enda við
búskaparligum skrædli,
ið vóru orsøk til, at hon í
1990 bjóðaði seg fram á løg
tingsvalinum.
Helena var frá mai 1993
og til november 2001 formað
ur í tingbólkinum hjá Sjálv
stýrisflokkinum. Hon var
formaður í Rættarnevndini
1993-1994 og aftur í 2001.
Hon var formaður í Mark
naðarnevndini 1994-1995,
og 1995-1998 var hon for
maður í Uttanlandsnevndini.
1990-1998 var hon limur í
Tingmannaráði Útnorðurs.
Frá 1998 og til 2001 var
Helena landsstýrismaður í
heilsu- og almennamálum.
Harvið var hon fyrsti kvinnu
ligi
landsstýrismaðurin
hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Sum floksformaður var
hon frammarlaga í samráð
ingunum, sum fullveldis
landsstýrið hevði við donsku
stjórnina, men í november
2001 tók Helena seg úr
Sjálvstýrisflokkinum, og í
februar 2002 gjørdist hon
limur í Javnaðarflokkinum.
Hon varð ikki uppstillað á
valinum í apríl 2002.
Í 2004 var Helena á listanum
hjá Javnaðarflokkinum í
Suðurstreymoy, har hon
rakk triðja plássinum og
var 39 atkvøður frá at vinna
seinna umdømisvalda sess
in. Á fólkatingsvalinum 8.
februar í ár var hon tann á
javnaðarlistanum, sum næst
eftir løgmann fekk flestar
atkvøður. Hóast Helena
ikki hevur vunnið tingsess,
so kundu úrslitini á valunum
tey bæði seinastu árini bent
á, at veljarin eisini á næsta
vali fer at hava møguleika
at taka støðu til, um Helena
Dam á Neystabø skal í ting
ið.
31. oktober í 1981 giftist
Helena Kristiani á Neystabø
í Havn. Hann er føddur
27. oktober 1951. Helena
og Kristian eiga trý børn
- Dánjal føddur í 1979,
Katrin fødd í 1981 og Ása
fødd í 1986. Dánjal býr í
Keypmannahavn, Katrin í
Århus og Ása er framvegis
heima hjá foreldrunum.
Eftir at Helena var farin
úr Løgtinginum, leyk hon
í 2004 master, MPM, í
leiðslu og fyrisiting á lærda
háskúlanum í Odense.
Nógvu tey fyrru árini
eftir útisetatíðina búðu tey
á Neystabø í góðum granna
lagi undir Brúnni. Fyri stutt
um eru tey flutt oman á
Skansavegin.
Í frítíðini hava Helena og
Kristian og børnini verið
nógv uppi í ítrótti. Hon
spældi í síni tíð hondbólt í
Neistanum, sum vann FM
mest sum á hvørjum ári, og
hon var á B36 kvinnuliðnum,
sum vann fyrsta FM heitið í
kvinnufótbólti. Tey seinnu
árini hevur tað fyrst og
fremst verið B36, har mað
urin í langt áramál var for
maður, sum hevur verið á
skránni.
Føðingardagin er Helena
burturstadd.
J
Hósdagin 8. november læt Sp/
f Norðbil við Oyggjarvegin
ein spildurnýggjan Honda
Accord, sum var høvuðs
vinningurin á lutaseðlunum
hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Viðri av høvuðsvinninginum
var 300.000 krónur, og
vinnurin kundi velja millum
gartnaraarbeiði frá Búgva
Róin Sp/f, byggiarbeiði frá
byggimestarunum Bulur,
ella ein bil frá Norðbil ella
Nordcar.
Hepni
vinnarin
var
Kamma Johannesen í Trong
isvági, sum keypti seðilin
frá eini vinkonu, sum gekk
í hvørt hús og seldi. Tann
sum seldi var mamma for
manninin í Knørri, Janni
Dam Jacobsen.
Frá tí at vinningarnir
vóru drignir gekk ein tíð
til tann sum hevði vunnið
høvuðsvinningin segði frá.
Tað var soleiðis at maður
Kammu, Albert, seinasta
týsmorgun legði til merk
is at í eini lýsing í Sosial
inum stóð nummarið á høv
uðsvinninginum, og at tað
var sama nummar, sum stóð á
lutaseðlinum, ið konan hevði
keypt. Hann vakti konuna og
segði, at hon hevði vunnið
300.000 krónur, men hon
misskilti hann, og helt at
hann segði 3.000 krónur,
og helt at tað kom væl við
at brúka til jólagávur. Tá
tað gekk upp fyri henni, at
talan var um 300.000 krónur,
var hon ovurfegin og tey
avgjørdu beinanvegin at fara
til Havnar, har tey valdu bil
in, av teimum trimum møgu
leikunum. Talan var um ein
Honda Accord 2.0 við 155
hk og allari útgerð.
Birgir Dam Jacobsen frá
Norðbil sigur, at teir fegnir
vilja verða til at stuðla ítrótt
inum í Føroyum við slíkum
tiltøkum, og ynskja Kammu
og Albert bestu eydnu við
bilinum.
Kamma vann ein spildurnýggjan Honda Accord
Hósdagin 8. desember var Honda bilurin latin eigaranum, f.v.: Jógvan Elias Jacobsen, frá
Róðrarfelagnum Knørri, Albert Johannesen, Kamma Johannesen, sum vann høvuðsvinningin, og
Frits Dam Jacobsen frá Norðbil. Albert og Kamma fingu eisini blómur frá Norðbil
Mynd: Jens Kristian Vang
Helena Dam á Neystabø 50 ár