fríggjadagur 9. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 237 - 9. desember 2005
Tíðindaskriv
Atlantic Petroleum hevur
undirskrivað eina týdning
armikla avtalu við loyvi 006
bólkin og Oljufyrisitingina.
Úrslitið av avtaluni er, at
boriskyldurnar frá loyvi 001
og loyvi 003 verða fluttar til
loyvi 006. Eisini fara loyv
ishavararnir í loyvi 001 at
gerast partar í loyvi 006,
saman við loyvishavarunum
í loyvi 003.
»Atlantic Petroleum er
sera væl nøgt við avtaluna,
sum vit síggja sum verandi
til fyrimuns fyri allar partar.
Avtalan merkir, at eitt nýtt
tíðarskeið innan oljuleiting
byrjar á føroyska landgrunn
inum. Saman við øðrum
arbeiði sum vit fara at luttaka
í komandi ár, vil hetta geva
okkum nógv betri vitan um
møguleikarnar í økinum«,
sigur Wilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic Petroleum.
Fyri Atlantic Petroleum
eru fleiri fyrimunir við
nýggja samstarvinum.
Fyri tað fyrsta luttekur
Atlantic Petroleum í boringini
av
leitingarmiðinum
‘Brugdan’, sum er ein sera
stórur strukturur undir basalt
inum, sum í besta føri kann
innihalda stórar nøgdir av
kolvetnum.
Fyri tað næsta vil hesin
brunnurin, sum verður
fyrsti brunnur, ið verður
boraður gjøgnum basaltið,
geva
týdningarmiklar
jarðfrøðiligar upplýsingar
um hvat fjalir seg undir
basaltinum, og betra vitanina
um allan tann føroyska
landgrunnin. Serliga týdn
ingarmikil kann hendan
vitan gerast fyri arbeiðið
hjá Atlantic Petroleum í
loyvunum 013 (40%) og
014 (40%), eftirsum at
hesi øki eru lík økinum har
leitingarmiðið ‘Brugdan’
er.
Fyri tað triðja hevur tað
eydnast Atlantic Petroleum
at flyta ta optiónsavtaluna frá
loyvi 001 til loyvi 006. Hetta
merkir, at Atlantic Petroleum
luttekur við bert 0,025% av
útreiðslunum og váðanum,
meðan møguleiki er fyri at
økja sín lut í loyvinum til
1,2905% um olja verður
funnin við boringini.
At enda letur hendan avtala
eisini upp nýggjar hurðar fyri
Atlantic Petroleum, við tað
at tætt samstarv verður við
enn fleiri feløg. Gjøgnum
sítt virksemi í Føroyum og
Bretlandi
Tíðindaskriv
Bjarni Djurholm, landsstýr
ismaður í vinnumálum, skriv
aði hósdagin undir avtalu við
Statoil samtakið fyri loyvi
006, um at flyta loyvisskyldur
til ein leitibrunn á Brugdan-
leitimiðinum, sum liggur
inni á basaltøkinum.
Avtalan, sum er eitt
úrslit av samráðingum
millum oljufeløgini og
Oljufyrisitingina, førir við
sær, at ein brunnur skal bor
ast á loyvisøki 006 ístaðin
fyri boriskyldurnar, sum
eru eftir frá loyvunum 001
og 003.
Úrslitið av boringunum
í loyvi 001 og 003 í 2001
ger, at oljufeløgini meta ván
irnar at finna olju á hesum
økjum at verða minni enn
frammanundan mett, og
tí halda bæði oljufeløgini
og Oljufyrisitingin, at tað
tænir oljuleitingini á før
oyska økinum betur at flyta
loyvisskyldurnar til eitt
annað øki. Hóast olja varð
funnin í Marjun brunninum
í loyvi 001, verður út frá
tí vitan, sum fyriliggur í
dag mett, at nøgdirnar í
Marjun brunninum ikki eru
rakstrarverdugar.
Feløgini í loyvi 006 verða
við hesi avtaluni: Statoil við
27.15%, DONG við 21.91%,
Anadarko við 13.00%,
Enterprise Oil (Shell) við
12.47%, Amerada Hess
við 11.09%, BG Group við
10.31%, Føroya Kolvetni við
4.04% og Atlantic Petroleum
við 0.03%.
Oljufyrisitingin er væl
nøgd við, at ein avtala er
gjørd um at bora hendan
sera týdningamikla leiti
brunn. Brunnurin skal bor
ast á ein stóran struktur
fyri at leita eftir kolvetni í
jarðløgum undir basaltinum,
harumframt gevur hetta okk
um týðandi upplýsingar um
jarðfrøðina á økinum til
frama fyri framtíðar olju
leiting.
Loyvishavararnir í loyvi
006 hava gjørt avtalu um at
leiga Stena Don boripallin
at bora brunnin komandi
summar.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum,
er sera fegin um, at avtala nú
er gjørd um at bora enn ein
brunn á basaltøkinum, eftir
at ein líknandi avtala varð
gjørd fyri loyvi 007 herfyri,
og at báðir hesir brunnar
verða boraðir næstu tvey
árini. Landsstýrismaðurin
sigur, at »hesir brunnar føra
til framhaldandi leitivirk
semi á landgrunninum og
passa væl til okkara ætlan
við øðrum loyvisumfari,
sum var at bjóða eitt størri
øki út, at fáa nýggj oljufeløg
hendan vegin og at fáa gagn
av virkseminum vestan fyri
Hetland.«
Umboð fyri tey 8 oljufeløgini her saman við Bjarna Djurholm, landsstýrismanni og Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Oljufyrisitingini
Mynd Jens K Vang
Avtala um leitibrunn á basaltøki
Komandi týskvøld kl.
19.00 verður útgávu kon
sert í Miðlahúsinum.
Tað er lovsangsbólkurin
í Filadelfia í Havn, sum
hevur útgávukonsertina í
sambandi við, at bólkurin
gav út lovsangsfløgu 6.
desember í samarbeiði
við Filadelfiaforlagið í
Havn. Lovsangsbólkurin
í Filadelfia í Havn hevur
verið virkin innan í eini
10 ár og telur bólkurin 21
limir. Til útgávukonsertina
koma eini 11 av hesum
at framføra ein part av
fløguni. Vantast kann at
eisini okkurt gott gamalt
verður at hoyra.
Tónleikurin, sum verð
ur at hoyra, fevnir breitt
frá bleytum poppi til harð
an popp og er tað tí nakað
til øll.
Øll eru hjartaliga væl
komin til tiltakið.
Lovsangsbólkurin í
Filadelfia útgávukonsert
í Miðlahúsinum
Byrjanin til nýtt tíðarskeið
innan føroyska oljuleiting
Komandi mikukvøld kl.
20 hevur fuglfirðingurin
Stanley Samuelsen út
gávukonsert í Miðla
húsinum í Vágsbotni.
Stanley hevur júst givið
út nýggja fløgu: »Sól
og Regn«. Saman við
Stanley vera eisini Gert
Smedegaard, trummur
og percussion og Knút
Henriksen, bas. Hesir
báðir eru ikki ókendir í
tónleikahøpi, teir hava
spælt saman við C.V.
Jørgensen,
Cornelis
Vreeswijk o.ø.
Stanley fer eisini at
hava konsertir í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði
hósdagin 15. desember
kl. 20 og í Fjørukrónni í
Vestmanna fríggjadagin
15. desember kl. 20.30.
Stanley útgávukonsert
í Miðlahúsinum