fríggjadagur 9. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
17
Nú skal føroyska
barna-konseptið
við Trølla Pæturi
og ommuni veru
liga standa sína
roynd. Eftir fyrstu
fløguútgávuna, vilja
íslendingar nú hava
bæði film, nýggjar
fløgur og sítt egna
trøllapar
Trølla Pætur
Jákup Mørk
Fyri tveimum vikum síðani
kom íslendskt útgáva av
fløguni hjá Kularótum og
Trølla Pæturi á marknaðin.
Tað er íslendska Music, sum
hevur staðið fyri útgávuni,
og eftir øllum at døma hevur
móttøkan av hesum verið
góð.
Og í øllum førum, so tykj
ast menninir handan Music
at vera sannførdir um, at
tað í Føroyum so sera væl
umtókta konseptið væl
og virðilga kann bera til í
Íslandi.
Eftir bara tvær vikur á
marknaðinum, tykist veru
ligur eftirspurningur eisini
at vera eftir Trølla Pæturi og
ommuni. Og í flogfarinum í
dag fóru tey bæði til Íslands,
har fleiri framførslur standa
á skránni.
Vilja keypa konseptið
Og tað eru ikki bara fram
førslur, sum standa á skránni.
Niklas Heri Jákupsson, sum
er høvuðsmaðurin handan
Trølla Pætur, váttar, at
íslendski áhugin tykist sera
ítøkiligur.
Fyrst og fremst, so fara
Emil Gunnarstein (Trølla-
omman, blðm.) og eg hava
fleiri framførslur í Íslandi.
Men hartil, so koma tveir
íslendingar eisini at fylgja
okkum, soleiðis at vit kunnu
læra hesar upp í leiklutinum
sum Trølla Pøtur og omm
an.
Vil tað siga, at íslendingar
meira ella minni koma at
keypa konseptið?
- Ja. Talan skal so at siga
vera um júst sama konsept,
og tí er eisini týdningarmikið,
at teir íslendingarnir, sum
koma at hava leiklutin, koma
at líkjast okkara konseptið
so væl, sum tað yvir høvur
er gjørligt. Snøgt sagt, so
skulu vit læra teir at kenna
samleikan hjá Trølla Pæeturi
og ommuni, soleiðis sum vit
hava bygt hetta upp.
Umframt at tað soleiðis
helst verður talan um
hópin av trølla-showum
í Íslandi, so sigur Niklas
Heri, at Music eisini er sera
áhugað í teimum útgávum,
sum higartil hava verið í
Føroyum.
- Nú vil eg ikki sláa tað alt
ov stórt upp. Men teir siga
í øllum førum, at sølan av
fyrstu fløguni hevur gingið
hampuliga væl. Nú vilja teir
so fáa loyvi at geva fløguna
um føðingardagin hjá Trølla
Pæturi út í Íslandi, umframt
at teir eisini vilja framleiða
seinasta filmin hjá okkum á
íslendskum.
Líka ríkur sum Ossi
Hóast einstøk dømi eru um
tí, sum líkist útlendskum
gjøgnumbroti, so er ein
føroysk show-bizz søga, sum
endar sum ein succés, er ikki
akkurát tað, sum føroyingar
eru mest vanir við. Sjálvur
tykist Niklas Heri eisini at
vera hampuliga varin, tá tos
að verður um, hvørjar vónir
hann hevur um hetta. Men
hann leggur samstundis dent
á, at hann eina sera stóra til
trúgv til hetta.
- Tú kanst kalla tað eina
barnatrúgv, sum eg havi
hesum viðvíkjandi. Her
heima hava børnini í øllum
førum tikið hetta fult og
heilt til sín. Og sjálvur havi
eg hugsað, at um 90% av
føroyskum børnum dámar
hetta. Hvussu er tað so í
Noreg, Íslandi, Danmark og
aðra staðni við. Kunnu vit
koma út til 60% ella kanska
bara 30% her, so er tað jú
so nógv størri, enn tað kann
verða her í Føroyum. At kon
septið er nóg gott, ivist eg
onga løtu í. Men tað er tó
langur vegur frá hesum og
so til marknaðin. Júst tí eri
eg eisini sera spentur upp
á hetta í Íslandi, tí riggar
hetta væl, so kann tað stytta
munandi um leiðina til aðrar
marknaðir, heldur hann.
Enn er tað tó ikki so, at
Trølla Pætur er vorðin eins
ríkur sum Ossi av hesum
ævintýrinum. Men hóast
Niklas Heri ikki tykist
hava ríkidømi sum eitt
mál í sjálvum sær hesum
viðvíkjandi, so tykist hann
hava vónir um, at hetta kann
kasta nakað av sær.
- Tað er sjálvandi so,
at tá vit eiga konseptið,
so eru tað eisini vit, sum
kunnu forvinna nakað við
hesum. Hinvegin, so havi eg
ongar ætlanir um at krevja
somikið nógv, at projektið
skal kollsigla. Fyrst og
fremst, so haldi eg tað vera
stuttligt, um vit á hendan
hátt kunnu røkka enn longur,
men tað sigur seg sjálvt, at
vit ikki bara fara at avhenda
hugskotið fyri einki. Men alt
hetta er so ein spurningur,
sum vit fara at tosa um, nú
vit fara til Íslands, staðfestir
hann at enda.
Vit kunnu at enda nevna, at
vil lesarin hoyra, hvussu Trølla
Pætur ljóðar á íslendskum, so
er hetta eingin trupulleiki.
Við at fara á slóðina, www.
katirkrakkar.is og trýsta á
»hlusta«, ber til at hoyra
Trölla-Pétur syngja sangin,
sum veruliga gav honum
gjøgnumbrotið her í Føroyum.
Um talan við hesum so eisini
um íslendska gjøgnumbrotið
fer tíðin at vísa.
Trøllapætur og
omman til Íslands
Umframt fløguna, sum nú er á íslendska marknaðinum, vilja menninir handan íslendska Music eisini gera eina íslendska útgávu
av seinasta filminum um Trølla-Pætur