Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 237 - 9. desember 2005 Nakrir týdningar- miklir spurn­ ingar á arbeiðs­­ plássum Tá ið tú skalt kappast á framtíðarinnar harða marknaði er neyðugt við góðum svarum upp á nógvar spurningar. Nakrir av hesum prenta vit niðanfyri: Hvør kunnleiki og hug­ burður er neyðugur hjá tínum starvsfólkum fyri at kunna náa dygdargóðar og effektivar broytingar? Hví er so lítil ný­­ skap­­an á so mongum arbeiðsplássum? Í dag røkkur tú bert 30 prosentum av teimum broytingum, tú setir tær fyri. Hvat leiðaraamboð finst, sum ger, at tú røkkur einum nøktandi tali av málum? Hvørja prioritering føla starvsfólkini, at hesi týdningarmiklu viðurskifti hava á arbeiðsplássunum, og í hvønn mun halda tey, at hesi eru uppfylt. Hesir spurningar eru millum teir, sum Flood­ Rocks setir á skeiðnum, sum verður í Kelduni í Skálafirði mánadagin komandi. Á skeiðnum fer Morten Selven, sum er dagligur leiðari á FloodRocks AS í Noregi at greiða frá altjóða gransking, eins og hann fer at greiða frá teimum royndum, sum felag hansara hevur gjørt sær til tess at menna fyritøkur til harða altjóða kapping. Hann fer eisini at greiða frá úrslitum, sum rokkin eru í hesum sambandi Skeiðvirksemi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin komandi heldur norska ráðgevingarfelagið, FloodRocks AS, skeið í Kelduni í Skálafirði, har høv­ið er hjá leiðarum á ar­beiðsplássum og øðrum at kunna seg um ymiskar hættir til nýskapan og betri hugburð, sum kunnu fremja dygargóðar og effektivar broytingar. Gransking og royndir Dagligur leiðari á Flood­ Rocks er Morten Selven, sum er fyrrverandi flogskipari. Seinastu tíggju árini hevur hann arbeitt á altjóða stigi sum virkisráðgevi, har dentur er lagdur á at vinna virkjum og fyritøkum størri kappingarevni við broytingum og nýskap­an­ar­ tiltøkum. Á skeiðnum í Kelduni fer Morten at greiða frá altjóða gransking á økinum, eins og hann fer at greiða frá teimum royndum, sum felag hansara hevur gjørt sær – og teimum úrslitum, sum rokkin eru í hesum sambandi. Stór mál Morten Selven fer at greiða frá, hvussu stór mál kunnu røkkast eftir lutfalsliga stuttari tíð, um farið verður miðvíst til verka. Við á ferðini i Føroyum verður eisini Marie-Louise Westholm, ið starvast hjá norska felagnum sum ráð­ gevi á økinum. Marie-Louise er sálar­ frøðingur og hevur eitt nú starv­ast sum leiðari og virkis­ ráðgevi. Skeiðið í Kelduni verður mánadagin komandi. Tað byrjar klokkan 13.30 og er liðugt klokkan 16.30. Pauli Høj, samkomu­ leiðari í Kelduni í Skála­firði, heldur ikki, at gáttin at koma inn í Kelduna eigur at vera so høg, at eitt nú vinnulív og forrætning ikki eisini skulu kunna gera nýtslu av vælegnaðu hølunum Skeiðvirksemi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Pauli Høj, sum er sam­ komu­leiðari í Kelduni í Skálafirði og sum eisini er høvuðsábyrgdari av bygn­ing­ inum, sigur, at hann hevur sjálvur luttikið á einum av skeiðunum, sum FloodRocks AS í Noregi hevur hildið í Føroyum. Hetta skeiðið var á Hotel Føroyum og snúði seg í fyrsta lagi um leiðsluviðurskifti. Størri vitan - Nú eri eg samkomuleiðari, men nógv av teimum prin­ sippum, sum vóru frammi á skeiðnum, eru generell og geva tær nakað at hugsa um. Men eg vil siga, at skeiðið ivaleyst var uppaftur meira gevandi fyri vinnulívsfólk og tey, sum leiða arbeiðspláss av ymiskum slagi. Pauli sigur, at skeiðið á Hotel Føroyum í størri mun var fyri leiðandi fólk innan vinnulívið enn seg sum samkomuleiðara. - Men skeiðið hjá Flood­ Rocks gav tær samstundis eina størri vitan um vinnuna og var eitt høvi at læra betur at skilja teir spurningar, sum leiðarar á ymiskan hátt hava at dragast við. Hann vísir á, at umframt at FloodRocks skipar fyri leið­araskeiðum, bjóðar ráð­ gev­ingarfelagið sær eisini at vitja arbeiðspláss, har bæði leiðsla og arbeiðsfólk í felag kunnu fáa nakað burtur úr, soleiðis at tey náa hægri mál­um. Keldan opin Pauli sigur, at tey, sum standa aftanfyri Kelduna í Skálafirði, einki hava ímóti at leiga húsið út til ráðstevnur, skeiðir og annað, sum vinnulívið og handilslívið annars standa aftanfyri. - Tá ið FaroeExpo var í Eysturoy, vóru eisini tiltøk í Kelduni, og eg havi skilt, at fyriskipararnir vóru væl nøgdir við umstøðurnar. Hann sigur, at fyrispurn­ ingar eru um at leiga hølini, og Keldan er sum nevnt opin fyri øllum tí vanliga – ella dagliga, sum hann tekur til. - Eg haldi ikki, at gáttin at koma inn í Kelduna eig­ ur at vera so høg, at eitt nú vinnulív og forrætning ikki eisini skulu kunna gera nýtslu av vælegnaðu hølunum. Hinvegin hava vit ikki viljað leigað hølini út til tilvildarligar konsertir, sigur Pauli Høj, sum fegnast um, at skeiðið hjá FloodRocks AS í Noregi nú verður hildið í Kelduni. Í Kelduni í Skálafirði er pláss fyri umleið 800-900 fólkum. Leiðsluskeið verður í Kelduni í Skálafirði Morten Selven, dagligur leiðari á FloodRocks og Marie-Louse Westholm, ráðgevi, fara at greiða frá, hvussu stór mál kunnu røkkast eftir lutfalsliga stuttari tíð, um farið verður miðvíst til verka við n‡skapan og broyttum hugburði. Skeiðið verður í Kelduni í Skálafirði mánadagin Gáttin í Kelduni eigur ikki at verða ov høg - Tá ið FaroeExpo var í Eysturoy, vóru eisini tiltøk í Kelduni, og eg havi skilt, at fyriskipararnir vóru væl nøgdir við umstøðurnar, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari