fríggjadagur 9. desember 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
19
JÓL
Á Toftum liggur heimrustin
millum áirnar mitt í gomlu
bygdini.
Og mitt í heimrustini liggja
eini gomul hús, kallað í Køk.
Húsini eru svarttjørað,
grundin hvítkálkað, og
takskeggið
hongur
úr
flagtekjuni. Ein røtt ímynd av
einum gomlum føroyskum
húsum.
Í hesum hugnaligu søgu
ligu húsunum, sum Bygda
savnið í Nes kommunu eigur,
verður jólasøla hildin í dag,
fríggjadagin og í morgin,
leygardagin.
Tað eru handasnild fólk,
sum hava gjørt lutir til
jólasøluna.
Har eru prýðislutir og
brúkslutir, jólaprýði, gávulutir,
góðar jólagávur, - alt góðir
handverkslutir gjørdir úr viði,
leiri, klæði, ull, filt – ja, alt
prýðiligt til jóla.
Høvi er eisini at fáa sær
ein kaffimunn við góðum
heimabakaðum afturvið.
Øll eru vælkomin á
jólasølu í Køkshúsunum á
Toftum, siga fyrireikararnir
og Bygdarsavni.
Opið er fríggjadagin
millum kl. 16 og 20 og
leygardagin millum kl. 10
og 18.
Jólasøla í Køkshúsunum
Livandi tónleikur
í Leikalund
Nú tað stundar til jóla, fer Leikalund at royna at fáa fólk í
jólahýr við at hava ymisk tiltøk í hugnaliga umhvørvinum
úti í Klaksvík. Vit byrja komandi fríggjakvøld, 9.
desembur, tá livandi tónleikur, við Hans Hjalta Skaale,
Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, verður at hoyra.
Tiltakið byrjar kl 21.00 og heldur áfram til kl 23.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Nærri verður lýst við komandi tiltøkum.
Mánakvøldið 23.
januar 2006 skipar
MáF fyri skeiði í
improvisatión í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði
Skeið
Improvisatiónsteatur er stutt
ligur sjónleikur, har hvør
sýning er bæði frumsýning
og endasýning í senn.
Tað er teatur uttan leikrit,
improviserað í løtuni, sum
ein stór avbjóðing bæði fyri
sjónleikara og áskoðara.
Improvisatiónsteatrið, eins
og teatrið yvirhøvur, hevur
sín uppruna í teimum fornu
mytunum, gudasøgunum.
Burtur úr teimum vóru tær
fyrstu teatursøgurnar skaptar.
Ikki fyrr enn við comedia
del ‘arte fingu vit ein teatur
form, sum rúmkaði um
møguleikarnar fyri nýggjari
inspiratión. Haðani ganga
leiðirnar ymsar vegir líka
fram til okkara dagar.
Improvisatiónsteatur, tað
sokallaða impro-teatrið,
tók seg upp í 1950-árunum
við onglendinginum Keith
Johnstone á odda, sum
kom frá The Royal Court
Theatre. Hann gjørdi sær
leikbólkin Theatre Machine
til endamálið og ferðaðist
við honum í 1960-árunum.
Seinni gjørdist hann pro
fessari í drama í Calgary í
Kanada.
Lærari á skeiðnum hjá
MáF er danin Bo Krüger,
sum er royndur improleikari
og undirvísari. Bo er kendur
fyri sín stuttliga og energiska
hátt at læra frá sær. Hann hevur
spælt impro-teatur í yvir 10
ár, og hevur m.a. verið við í
donsku bólkunum “Lama”
og “De gales division”. Hann
hevur spælt á “Comedy Zoo”
og í Musikkhúsinum í Århus.
Hartil hevur hann eisini verið
á skeiði hjá kendum leikarum
sum Keith Johnstone og
Charna Halpern.
Skeiðið verður hildið
mánakvøldið 23. januar frá
klokkan 17 til 22 og er ætlað
øllum sjónleikaráhugaðum
føroyingum yvir 16 ár.
Tú kanst tekna teg hjá MáF
á maf@maf.fo“ maf@maf.
fo ella 315624 í seinasta lagi
mánadagin 19. desember
2005 kl. 15.00. Avmarkað
luttakaratal.
ave
Sjónleikur uttan handrit
Improvisatiónsteatur er sjónleikur uttan handrit – ein stuttlig avbjóðing fyri bæði áskoðara og
leikara
Ókeypis øl í Eclipse
NÁTTARLÍV
Dansistaðið Eclipse í Havn er farin undir eitt nýtt og
óvanligt tiltak, ið teir siga at verða komið fyri at verða.
Hvørt fríggjakvøld bjóðar dansistaðið ókeypis Veðrøl frá
Føroya Bjór frá kl 23 til 02.
Ja, man kann drekka so nógv, man orkar, sigur
Havgrímur Johannesen, sum rekur staðið.
Hann sigur, at hetta nýggja tilboðið verður fyrstu ferð
í kvøld, tá Rúni Kjær, DJ, stendur fyri tí nýggjast nýggja
av tónleiki, og leygarkvøldið tá tað verður diskotek við
DJ Eddi.