fríggjadagur 9. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
23
Nr. 237 • fríggjadagur • 9. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Hvalbing
ur í HB
Gisli Sveinbjørnsson, sum
annars hevur fingið sína
fótbóltsuppaling í Royn,
fer komandi kappingarár
at royna seg í HB.
Hesum váttar spælarin
sjálvur, og hann sigur
fremstu orsøkina vera,
at hann nú flytur til
Havnar.
Í løtuni er talan um
fyribils starv, sum eg
havi, men frá 1. januar
skal eg byrja í føstum
starvi í Havn. Og fyri
at gera tað eitt sindur
lættari við fótbóltinum,
so havi eg samstundis
gjørt av, at eg nú fari at
royna meg hjá einum av
høvuðsstaðarfeløgunum.
Eisini tí eg haldi tað vera
spennandi, at eg nú skal
royna at bíta meg fastan
á einum liði í bestu deild
ini.
Spurdur, hví valið fall á
HB, sigur Gisli, at tað fall
honum nóg so náttúrligt.
- Eg havi áður havt
Krzystof sum venjara
(Í VB 2001), og tað
dámdi mær væl. Eisini
kenni eg Mortan og
Milan hampuliga væl,
eins og onkrar aðrar av
spælarunum.
Umframt at spæla fót
bólt í Hvalba, hevur Gisli
eisini roynt seg í VB.
Hann var sum dreingja-
og unglingaspælari fast
ur fúsur á yngru lands
liðunum hjá FSF, og tí
er einki at ivast í, at tað
er ein spælari við einum
spennandi potentieli,
sum HB við hesum hevur
fingið í hópin.
-mørk
Sandoy
ingur
í B36
B36 hevur gjørt avtalu
við Símin Joensen, sum í
ár gjørdi um seg á liðnum
hjá B71. Símun verður
lýstur sum ein spælari,
sum er væl fyri tekniskt,
og sum kann nýtast á
flestu framrættaðu pláss
unum á vøllinum. Í B36
verður roknað við, at tað
fyrst og fremst er sum
styrkur til miðvøllin, at
sandoyingurin verður
roknaður, og so er spurn
ingurin, um hann á hend
an hátt kann vera við til
at tippa holið, sum nátt
úrliga verður eftir Inga
Højsted.
-mørk
Í lutakastinum til EM
undankappingina
er meiri hugaligi
møguleikin, at
Føroyar skulu enda í
bólki saman við bæði
Onglandi og Italia
EM STYRKISMETING
Jóannes Hansen
Í dag varð lutur kastaður
um, hvussu tær 32 tjóðirnar,
sum skulu stríðast um heims
meistaraheitið skulu bólkast
í endaspælinum.
Hesum lutakastinum stóð
altjóða fótbóltssamgongan
FIFA sjálvandi fyri. Sam
stundis sum tey í FIFA
hava verið upptikin av hes
um lutakastinum, so hava
tey í europeisku fótbólts
samgonguni, UEFA, gjørt
av, hvussu europeisku tjóð
irnar, skulu flokkast, tá
ið lutakastið til næstu EM
undankappingina verður í
27. januar. Tann avgerðin
varð tikin hósdagin.
Marra og
ynskisdreymur
Harvið ber longu nú til at
droyma søtar og marrukendar
dreymar um, hvørjum
Føroyar skulu spæla ímóti
í EM undankappingini,
sum verður tann fimta
EM undankappingin, sum
Føroyar fara at luttaka í.
Føroyar hava luttikið í f‡ra
HM undankappingum.
Søti dreymurin er sjálvandi
tann, sum ítróttarliga, fíggj
arliga og umsitingarliga
kennist sum tann besti, og
marrukendi dreymurin er
tann, sum ber mótstøðutjóðir
við sær, sum føroyingar
ikki kenna nakað serligt
til spælararnar hjá, sum
ikki bera eykavinning fyri
sjónvarpsrættindi við sær, og
sum tað fer at kennast tungt
hjá FSF, miðlunum og øllum
øðrum at samskifta við.
Umstøðurnar og viður
skiftini eru tíbetur ikki tey
somu, sum tey vóru, tá ið
kommunistarnir ráddu fyri
borgum, men tað kennist
framvegis lítið hugaligt at
ferðast eystureftir við fót
bóltslandsliðnum heldur
enn at fara til grannalondini
og tey í Vestureuropa yvir
høvur.
Størsti marrukendi dreym
urin gerst veruleiki, um lut
urin 27. januar í Montreux
verður drigin soleiðis, at
Føroyar enda í sama undan
kappingarbólki sum Kekkia,
Rumenia, Ukreina, Bosnia-
Hersegovina, Albania og
Georgia og kanska Kasakstan
sum sjeynda mótstøðuliðið.
Aðrar marrukendar mótstøðu
tjóðir kunnu verða Grikka
land, Kroatia, Bulgaria, Let
land, Litava og Armenia ella
Moldova.
Tá hevði tað verið ólíka
lættari og hugaligari, um
kúlurnar rullaðu soleiðis úr
krukkuni, at Føroyar komu í
bólk saman við Onglandi og
Italia. Tað ber til, tí meðan
Ongland er í styrkisbólki eitt,
so er Italia í styrkisbólki tvey,
og so hevði tað ikki verið so
galið, um Danmark úr styrk
isbólki trý eisini kom í bólk
saman við Føroyum. Og so
hevði tað einki gjørt, um
Skotland, Ísland og Kypros
gjørdust mótstøðulondini úr
ávikavíst bólki fýra, fimm og
seks. Og tað hevði ikki gjørt tað
verri, um vit so endaði í einum
stórum bólki, har Luksemburg
varð seinasta liðið.
Nógvar tær fyrstu ferðir
nar, tá ið Føroyar vóru við í
lutakastunum, stóð so at siga
alt fíggarliga upp á spæl.
Nøkur lutakast vóru lítið
heppin - eitt nú tá ið Rumenia
og Russland vóru hægst
styrkismettu mótstøðuliðini
- men seinni hilnaðist tað
betri, tá ið Føroyar vóru í
bólki við Spania og seinni
Týsklandi og Fraklandi.
Nú er sjónvarpssáttmálin,
sum FSF hevur við týska
felagið SportFive, soleiðis
skrúvaður saman, at møgu
leikin fíggjarligum katastrofu
lutakasti ella fyri orduliga
at skjóta papageykin er
væl minni. Tað kemst av, at
tryggjaða grundupphæddin er
hægri, enn hon var tey fyrstu
árini. Í FSF hildu teir seg fyri
trimum árum síðani vera
noyddir at fáa størri fíggjarliga
trygd inn í sáttmálan við t‡sku
fyritøkuna.
Men tað sigur seg sjálvt,
at tað verður stórur munur
í áhuganum fyri at síggja
heimadystirnar og harvið í
áskoðarainntøkunum, um
størstu mótstøðuliðini vera
eitt nú Ongland og Italia heldur
enn Kekkia og Rumenina.
Styrkismetingin
Tá ið nýggi landsliðsvenjarin,
Jógvan Martin Olsen, saman
við øðrum FSF umboðum
fara at møta í Montreux,
fer spenningurin bæði at
snúgva seg um, hvussu mong
mótstøðuliðini fara at verða,
og hvørjar mótstjøðutjóðirnar
fara at vera.
Talan verður um sjey und
ankappingarbólkar. Átta
tjóðir skulu luttaka í einum
bólki, og í seks bólkum vera
sjey tjóðir. Tvey tey fremstu
liðini í hvørjum bólki sleppa
ígjøgnum nálareygað og í
endaspælið, sum verður í
Sveis og Eysturríki í juni
2008. Vertstjóðirnar eru
sjálvskrivaðir luttakarar.
Europeisku fótbóltstjóð
irnar eru styrkismettar í
sjey bólkum. Føroyar eru
í niðasta bólkinum saman
við Liktinstein, Aserbadjan,
Andorra, Malta, Kasakstan,
Luksemborg og San Marino.
Mest sannlíkt er tað, at Før
oyar ikki fara at spæla móti
nakrari av hesum tjóðunum,
men í einum bólki fara tvær
av hesum tjóðunum at vera.
Í ovasta styrkisraðnum
eru
europameistararnir
úr Grikkalandi, Holland,
Portugal, Ongland, Kekkia,
Frakland og Svøríki. Í næst
ovasta styrkisraðnum eru
Týskland, Kroatia, Italia,
Turkaland, Pólland, Spania
og Rumenia.
Danmark er ikki styrk
ismett hægri enn í triðja
raðnum. Har eru danir sam
an við Noregi, Serbia og
Montenegro, Russlandi,
Bulgaria, Ukreina og Slo
vakia. Í fjórða raðnum eru
Bosnia-Hersegovina, Írland,
Belgia, Letland, Ísrael,
Skotland og Slovenia. Í
fimta raðnum eru Ungarn,
Finnland, Estland, Wales,
Litava, Albania og Ísland, og
í sætta raðnum eru Georgia,
Makedonia, Hvítarussland,
Armenia, Norðurírland,
Kypros og Moldova.
Kekkia og Grikkaland eru marran
Spenningurin um komandi mótstøðuna verður stórur, tá Jógvan Martin Olsen og onnur FSF-umboð tann 27. januar fara til
lutakastið til komandi EM-undankappingina