Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 237 - 9. desember 2005 Start eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og tað kann væl vera, at Todi Jónsson ikki verður førur fyri at spæla móti Vålerenga í morgin ROYALA LIGAN Jóannes Hansen Todi Jónsson hevur verið so nógv tann málsóknasti Start spælarin í Royalu Liguni higartil í heyst. Tað hevur hilnast illa hjá Start, sum í trimum teimum fyrstu royndunum bara hevur megnað ein javnleik. Hóskvøldið endaði tað 1-1, tá ið FC Midtjylland vitjaði. Todi Jónsson legði Start á odda, tá ið eitt korter var farið. Úr fimm metrum smekkaði hann høvdið undir bóltin eftir horna. FCM javnaði eftir ein hálv­ an tíma, og í 2. hálvleiki vóru tað gestirnir, sum vóru betri. Todi var ikki á vøllinum eftir steðgin. Hann var plágaður av skaða í hælsinuni, og tað kann væl vera, at hann ikki verður førur fyri at spæla sunnudagin, tá ið Våle­renga fer at vitja. Start hevur heimavøll í Skien, tí vøllurin í Kristiansand er ikki nóg góður at spæla á hesa ársins tíðina. Í kuld­ an­um hóskvøldið vóru 63 áskoðarar í Skien! Mánadagin fara teir í vetr­ ar­frí í Start. Úrslitini nógvu tær seinastu ferðirnar benda á, at spælararnir eru troyttir og meiri enn nøkrum øðrum hava tørv á hvíld og á at koma fyri seg. Millum Vålerenga og Hamm­arby endaði tað málleyst. Start hevur bara eitt stig, og hini trý feløgini hava fýra stig. Tað er al­neyðugt hjá Start at vinna sunnudagin, um hugsningur skal vera um at enda millum tey bæði ovastu. Í bólki tvey vann Lille­strøm 2-0 á útivølli móti Kalmar. Harvið legði norska felagið seg við fimm stigum klárt á odda. Øll hini feløgini hava tvey stig, men FCK og Brøndby hava bara spælt tveir dystir, meðan hini hava verið tríggjar ferðir í eldinum. Tað var um reppið, at Brønd­ by hóskvøldið vann í Parkini. Johan Elmander legði tíðliga gestirnar á odda, men tá ið 2. hálvleikur var 47 minuttir gamalur fekk FCK ivasamt brotsspark, sum norski vong­ verjin, Andre Bergdølmo, umsetti til mál. Í bólki 3 var talan um stórt undirhald, tá ið AaB var í Göteborg og spældi móti IFK. Úrslitið var 3-3, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 3-1 í 52. minutti, og ein spælari í hvørjum partinum sá reyða kortið. Stokhólmar felagið, meistararnir úr Djur­ gården, vunnu 2-1 í Oslo móti Lyn. Svensku feløgini eru á odda í bólki trý. Djurgården hevur seks og IFK fýra stig. Lyn og AaB, sum hava ávikavíst trý og eitt stig, hava spælt tveir dystir og harvið ein færri enn hini bæði. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 9 9 - 0 27 8 19 18 2 SÍ 9 7 - 2 23 13 10 14 3 ÍF 7 3 - 4 13 15 -2 6 4 TB 6 2 - 4 10 12 -2 4 5 Mjølnir 9 2 - 7 12 24 -12 4 6 KÍF 8 1 - 7 9 22 -13 2 Hondbóltsstøður v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 11 10 - 0 - 1 323 213 110 20 2 Neistin 12 10 - 0 - 2 329 231 98 20 3 VB 11 8 - 0 - 3 298 232 66 16 4 Kyndil 11 7 - 0 - 4 233 249 -16 14 5 VÍF 11 5 - 0 - 6 264 264 0 10 6 StÍF 12 3 - 0 - 9 270 307 -37 6 7 Søljan 11 2 - 0 - 9 195 288 -93 4 8 Tjaldur 11 0 - 0 - 11 208 336 -128 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kyndil 9 7 - 1 - 1 250 215 35 15 2 H71 9 6 - 1 - 2 266 215 51 13 3 VÍF 9 5 - 0 - 4 252 251 1 10 4 StÍF 9 5 - 0 - 4 231 239 -8 10 5 KÍF 9 2 - 0 - 7 229 258 -29 4 6 Neistin 9 1 - 0 - 8 243 293 -50 2 Todi brúkti aftur høvdið Todi er nú greiður toppskjútti í Royalu liguni, men tað kom illa við, at hann noyddist skaddur av vøllinum móti FC Midtjylland Dystir um vikuskiftið Hondbóltur - Sunset-kappingin 10.12 14.30 VÍF-Søljan Rúni & Ragnar 10.12 15.30 VB-Kyndil Kristian & Sámal 10.12 17.00 Tjaldur-Neistin Kári & Dánjal 11.12 14.30 StÍF-Kyndil Kristian & Sámal 11.12 15.00 Søljan-Tjaldur Karsten & Kristian 11.12 15.00 Neistin-Stjørnan Heri & Dánjal 11.12 15.00 VB-VÍF Hallur & Petur Atlantic Airways-kappingin 11.12 16.00 H71-KÍF Eyðun & Andreas 11.12 16.00 StÍF-Kyndil Kristian & Sámal 11.12 16.00 VÍF-Neistin Kári & Dánjal Meistaradeild kvinnur 11.12 15.00 TB-ÍF Mjølnir Talan verður kanska um fremstu styrkisroyndina á árinum, tá Stjørnan kemur til Havnar á vitjan Sunset-kappingin Jákup Mørk Í Klaksvík hevði Neistin í góða løtu eitt sera gott tak á Stjørnuni, tá liðini hittust fyrr í heyst. Hetta takið varð tó fullkokmuliga slept, tá gest­ ir­nir einki mál fingu í einar 20 minuttir, og stórsigurin hjá Stjørnuni líktist tá eini stað­festing av, at Klaksvíks- kvinnurnar vóru í einum flokki fyri seg í Sunset-kappingini. Síðani tá hevur tað tó ging­ ið meira striltið hjá Stjørn­ uni at finna tær heilt stóru leikligu hæddirnar. Enn er liðið á odda, men í fleiri dyst­ um hevur talan als ikki verið um so sannførandi avrik. Og tá Neistin eisini megnaði at reisa seg eftir stórtapið í Klaksvík, kann talan vær gerast um ein sera spennandi dyst sunnudagin. Kyndil vil halda fast um FM-spælið Umframt oddadystin, so er talan eisini um hóp­in av øðrum dystum í kvinnu­ deildini. Leygardagin eru tríggir dystir á skránni, og her tykist tann mest áhugaverdi at vera tann í Vági, har Kyndil kemur á vitjan. Kyndil tókt­ ist eitt skifti veruliga at arga tey trý oddaliðini, men við tveimum tapum á rað er nú líkt til, at hóttanin ikki var heilt so stór kortini. Sunnudagin er talan tó kanska um størsta takið hjá Kyndli. Tær vitja tá á Skála, og tað er ein dystur, sum skal geva stig, um sessurin í FM-endaspælinum skal varðveitast. VÍF kunnu tó eisini sjálvar gera sítt til, at tær skulu taka hendan sessin. Tær vitja í Vági sunnudagin, og megna tær at taka stigini her, so koma tær ájavnt Kyndli. Hetta er tó treytað av, at Kyndil ikki fær stig í Vági leygardagin. Og sum so man hesin útidysturin eisini vera so toluliga møtumikil hjá VÍF. Kyndil hevur alt grundspælið verið á odda, men um vikuskiftið kunnu teir missa hendan sessin, tá seinasta umfarið í grundspælinum hjá monnum stendur á skránni Atlantic Airways- kappingin Jákup Mørk Útidysturin á Skála er uttan iva ein av heilt truplu uppgávunum hjá Kyndli. Men tað er ein sann­ roynd, sum teir grønu ikki hava serlig ráð at hugsa um. Enn eru hoyvíkingar í hølunum á teimum, og munurin er nú somikið lítil, at H71 við einum sigri kann taka seg ájavnt Kyndli í stigatali. StÍF byrjaði árið sera illa, men teimum so líkt, so hevur liðið vundið seg alt meira upp. Enn restar tó seinasta pettið móti oddinum, men megna teir at fáa fulla úrtøku sunndagin, eru eisini teir av álvara við í oddastríðnum, sum tá telir fýra lið. Hinir báðir dystirnir hetta vikuskiftið hava meira greiðar favoritt-leiklutir. H71 átti ikki at havt stór­ vegis trupulleikar, tá teir taka ímóti KÍF, og tað sama kann helst sigast um VÍF, sum á heimavølli fær vitjan av Neistanum. Oddabrak í Havn Stríðið um oddasessin