fríggjadagur 9. desember 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 • fríggjadagur • 9. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
List
Snorri Brend
Grønland: Í Grønlandi, eins og
nógva aðrastaðni verður nógv
gjørt burtur úr lutum, sum eru
ætlaðir ferðafólki.
Her finst ein hópur av tilfari,
sum tey, ið hava eygu fyri slíkum,
kunnu fara eftir beint uttanfyri
egnar dyr.
Tað er hetta sum listhandverk
arar og onnur nú royna at menna,
soleiðis at grønlendsk list kann
gerast meiri kend úti í heimi og
at møguleikar verða fyri peninga
ligari úrtøku av hesum.
Til tess at samskipa alt hetta
hevur grønlendski listarmaðurin
og fyrrverandi politikkarinm
Thue Christiansen sett sær fyri,
at røkka enn longur út.
Vit hava gott tilfar, vit hava
sera góð listarfólk og nú ræður
bara um at marknaðarføra alt
hetta. Og tað havi eg góðar vónir
um fer at eydnast.
Men tað er ikki altíð so einfalt,
tá ein sær og upplivir, at fólk úr
heilt øðrum londum framleiða
grønlendskar minnislutir til
ferðafólk, - lutir sum ikki eru
ektaðir. Tað eru bara vit, sum
hava ta ektaðu vøruna, slær Thue
Christiansen fast.
Í farnu viku var hann partur
av eini ráðstevnu í Føroyum,
har tosað varð m.a. um list og
listhandverk.
Verkstøð kring landið
Á ráðstevnuni gav Thue Christ
iansen luttakarunum eitt lítið
innlit í tær umstøður, sum grøn
lendsk list og listhandverk virka
undir.
Hann greiddi frá, at tað í
løtuni finnast tveir skeiðsdeplar,
ein í Norðurgrønlandi og hin
í Suðurgrønlandi. Á báðum
deplunum hevur ein sett ein eftir
litshavandi í starv, sum sjálvur er
listhandverkari.
At kalla allir býirnir hava sítt
egna kommunala verkstað. Fleiri
bygdir bjóða eisini kommu
nalu tænastuhúsini fram sum
verkstøð hjá teimum lokalu listar
fólkunum. Og onkrastaðni er
ein eisini komin so langt, at hesi
verkstøðini verða rikin av einum
listafelagi.
Á so at siga hvørjum ári verða
hildnar serstakar stevnur við
listhandverki í Íslandi, Grønlandi
og Føroyum. Soleiðis varð eisini
gjørt í ár í øllum trimum londum.
Eyðsýndur týdningur
Grønlendska landsstýrið er
sjálvandi eisini áhugað í, at
grønlendsk list og listhandverk
koma so víða út í heim sum
tilber. Í løtuni verður roynt at fáa
samstarv í lag við felagsskapir í
USA, sum skulu taka sær av at
selja grønlendska list har.
At enda vísti Thue Christiansen
á, at tann grønlendski kvinnu
háskúlin hevur staðið í stað í
fleiri ár. Nú er vend komin í, tí
komandi ár fer at verða undir
víst í siðbundnari og nútíðar
viðgerð av skinnum, í nýggjari
sniðgeving og í listhandverki.
- So her ber til at síggja, at tað
hendir nakað innan hetta økið í
Grønlandi. Eisini frá politiskari
síðu hevur ein sæð týdningin
av hesum, fegnast Thue Christ
iansen um.
Í fjør hækkaði landstingið
nevniliga játtanina til hetta
menningararbeiðið upp í 2
mió. kr. Og hyggur ein eftir
tí ein fær burturúr hesum, so
verður roknað við at grønlendsk
listhandverk fyri einar 25 til 30
mió. kr. verða seld á hvørjum ári.
Umframt hetta kemur so
nærum ein eins stór upphædd
fyri tað, sum fæst við at útvinna
ull frá moskus-oksum.
Tilfar úr náttúruni
Hóast tann grønlendska listin
er egin, eins væl og okkara er
tað, so er hon kortini fegin um
íblástur og hugskot uttanífrá
- m.a. úr Føroyum.
Í Grønlandi finst nevniliga ein
hópur av tilfari í náttúruni, sum
kann umskapast og evnast til
føgur listarverk í kønum hondum
og til vørur sum eru ætlaðar
fremmandafólki.
Grønlendingum nýtast ikki at
fara so langt eftir rávøruni til alt
hetta: Teir nýta tenn av bjarnum,
tenn av hvali, horn av moskus-
oksum, granitt og mangt og hvat
annað, sum er til taks hjá fólki.
Hetta hava tey grønlendsku
listarfólkini - herímillum Thue
Christiansen - langt síðani sæð.
Og nú byrjar vinnulívið eisini
so smátt at fáa eyguni upp fyri
hesum sama.
Men møguleikarnir eru enn
ikki troyttir til fulnar, tí í løtuni
verða stórar vónir settar til list
úr leiri.
Komið er nevniliga fram til,
at við Søndre Strømfjord finst
hópurin av leiri, og haraftrat
góðum leiri. Hetta leirið er kann
að bæði tøkniliga og í hondunum
á leirkerasmiðum, og semja
er um, at hetta leirið er sera
vælegnað í listarligum høpi.
Fyri at fáa rættiliga gongd á
nýtsluna av hesum, er ætlanin
at skipa fyri eini ráðstevnu
komandi vár fyri leirkerasmiðir
úr Grønlandi, Íslandi, Danmark
og Føroyum. Her er ætlanin at
tosa nærri um, hvussu ein kann
fáa sum mest burtur úr hesum.
Hinvegin so er heldur ikki
óhugsandi, at vinnulívið kann
fáa gagn av hesum. Í løtuni verða
nevniliga møguleikarnir kannaðir
fyri at fara undir framleiðslu av
múrsteinum í hesum økinum.
Grønlendsk list má út í heim
Bæði listhandverkarar
og politikkarar hava
sæð týdningin av at
menna ta serstaku
grønlendsku listina.
Hetta skapar virðing
og undran uttanlands,
og pening til landið
Ull er eisini Grønlands gull
Tær listarligu føroysku royndirnar við rávøru úr egnum landi koma
eisini til sín rætt, tá talan er um teir eyðkendu grønlendsku moskus-
oksarnar. Her hava grønlendsk listarfólk sæð týdningin av at gera brúk
av ullini. Áður varð henda ullin bara brend á báli, men í dag sær ein
stórar møguleikar í hesum serstakliga góða skinninum.
Teir hava tí sett seg í samband við føroyingar fyri at fáa størri
kunnleika til arbeiðið við ull. Og her hava teir í øllum førum fingið fatur
á einum persóni, sum veit nógv um ullarframleiðslu, Karina Brattaberg.
Longu nú eru fleiri rokkar fingnir til vega, og í dag sita fólk úti á
teimum smærru bygdunum og spinna ull av moskus-oksum.
Og tað er ikki frítt, at ein væntar sær nógv burtur úr hesum, og
at henda ullin kann geva grønlendska samfelagnum rættiliga stórar
inntøkur tey komandi árini.
- Ja, henda góðskingin av ullini kann lættliga koma at kasta væl
omanfyri 20 mió. kr. av sær, sigur Thue Christiansen.
Tað eru bara teir røttu listhandverkararnir sum hava ta røttu framleiðsluna, sigur Thue Christiansen sum ger alt
fyri at menna grønlendska list og listhandverk
Mynd: Jens Kr. Vang