Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 237 - 9. desember 2005 Sigoynari Snorri Brend Smederevo: Hesin dagurin var ikki sum hinir dagarnir í lívinum hjá fimm ára gamla Muzafer. Hann hevði í eina tíð gingið í barnagarði í økinum, har hann býr. Ein deiligur og væl útgjørdur barnagarður, har hann og hini børnini hugnaðu sær hvønn einasta Guds skapta dag. Tey gleddu seg altíð at koma í barnagarðin. Men henda dagin skuldu tey læra nakað nýtt, høvdu starvsfólkini lovað teimum dagin fyri. Ætlanin var at børnini skuldu læra eitt orð í einum púrasta fremmandum og óskiljandi máli, sum tey tosaðu í einum landi sum lá langt burtur frá teirra Serbia. Starvsfólkini høvdu eisini greitt teimum frá, at tey neyvan høvdu hoyrt um Føroyar áður. Tað skuldu tey nú, og skuldu haraftrat læra eitt nýtt føroyskt orð. Starvsfólkini í barnagarðinum høvdu roynt at greitt børnunum frá, hví so var. Men tað hevði Muzafer langt síðani gloymt. Hann fortaldi foreldrunum frá at tey skuldu gera okkurt serligt dagin eftir. Okkurt við onkrum orði, men hvat tað var og hví tað var, tað visti hann ikki. Hann svav næstan ikki um náttina, so spentur var hann. Starvsfólkini høvdu nevniliga sagt, at hetta var nakað sum tey skuldu læra, tí hetta hevði nakað við framtíðina hjá teimum at gera. Tað ljóðaði øgiliga spennandi, hóast Muzafer neyvan mundi vita hvat framtíðin var fyri nakað. Men spentur var hann kortini henda morgunin, hann fór í barnagarðin. Nýtt navn Tey møttu tíðliga henda týsmorg­ unin, og Muzafer sat alla tíðina og bíðaði spentur eftir, nær tey skuldu fara í holt við at læra hetta nýggja málið og orðið at kenna. Hini børnini tóktust ikki at vera so spent sum hann. Men Muzafer fekk líkasum ikki hugs­ að um stórt annað enn hetta nýggja, sum tey skuldu læra. Umsíðir, men tá var klokkan eisini vorðin næstan 9, søgdu starvsfólkini frá, at tey nú skuldu læra nakað nýtt. Hetta var eitt nýtt orð, ella rættari eitt nýtt navn, tey skuldu læra. Navnið á einum persóni, sum kom at hava stóran týdning fyri tey øll. Navnið á einum manni, sum kom at hava ávirkan á, hvussu støðið skuldi vera í barnagarðinum. Navnið á mann­ inum, Suna Vinther. Tað tók ikki langa tíð hjá børn­ unum at læra hetta navnið. Tað lá væl á tunguni, og var lætt at frambera. Tryggja livilíkindi Men spurningurin var, hvat tey skuldu brúka tað til? Jú, hevði tann eini maðurin, SR‹AN, sum arbeiddi í barna­ garðinum sagt. Hesin maðurin – Suni - er úr Føroyum, hann er formaður í Reyða Krossi, og tað er hesin felagsskapurin sum kann tryggja hesum barnagarðinum livilíkindi í framtíðini. Ikki nokk við tað. Hesin sami Suni Vinther skuldi nú koma at vitja barnagarðin, saman við øðrum føroyingum. Og tí skuldu børnini læra navn hansara at kenna og at úttala tað. Ætlanin var nevniliga, at tá føroysku umboðini komu í barna­ garðin, skuldu børnini rópa navn hansara so hart tey orkaðu. Hetta skuldi vera teirra vælkoma til henda mannin og fylgi hansara. Suuuni Nú var so hesin mikudagurin 9. november 2005 komin. Muzafer hevði latið seg í fínastu klæðini, hann átti. Og spentur og við brosi um alt andlitið rann hann í barnagarðin henda morgunin. Tey høvdu ikki verið leingi í barnagarðinum fyrrenn lærarin segði teimum, at nú var ein bilur á veg við Suna og hinum. Út úr bilinum sóust nú koma fimm fremmand fólk. Og eftir eitt givið tekin, stemmaði Muza­ fer, saman við øllum hinum børnum í við at rópa navnið á Suna út: - Suuu-nii! Suuu-nii! Hetta var maðurin. Og hetta vóru fólkini úr Føroyum. Nú byrjaði hann so smátt at skilja alt hetta rumsterilsið, sum hevði verið seinastu tíðina. Hetta vóru umboðini fyri Reyða Kross í Føroyum, Formula Føroyar sum er høvuðsstuðul hjá barnagarðinum og fyri føroysku tíðindatænastuna. Hesi fólkini sóu bara fitt út. Og kundu tey vera við til at tryggja Muzafer ein møguleika fyri framhaldandi skúlagongd, so hevði tað verðið enn betri. Tey komu innar í barnagarðin, og settust beinanvegin hjá øllum børnunum. Ein við hvørt borðið. Muzafer var so heppin at hesin sami Suni kom at seta seg við hansara borð. Hóast hann var stórur á vøkstri, so var hann kortini á sama støði sum børnini. Í dag skuldu tey fyrst tekna og síðani arbeiða við modellervoksi. Ein serstakur skúla Fimm ára gamli sigoynara- drongurin Muzafer er heppin at sleppa í ein barnagarð. Hepnari er hann, tí nú er orsøk at halda at framtíðin hjá hesum barnagarðinum er tryggjað við stuðli frá Reyða Krossi og Formula í Føroyum.