fríggjadagur 9. desember 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
31
Tað gjørdu tey so, men hesi
fremmandu fólkini – sum nú ikki
vóru so fremmand longur, men
vinir teirra – hjálptu teimum íðin
at arbeiða við hesum.
Jú, hesin dagurin hevði verið
øðrvísi enn allir hinir. Ein góður
dagur!
Heimavitjan
Hevði hesin dagurin verið øðr
vísi, so varð dagurin eftir eisini
ein minniligur dagur í lívinum
hjá Muzafer.
Hesir fimm føroyingarnir
vístu seg at vera sera vinarligir
og fyrikomandi, og tóktust bara
vilja Muzafer og øllum hinum
børnunum tað besta.
Tað var tó serliga tann eini
- ella rættari sagt: tann eina - av
hesum fremmandu, sum hann
fekk tokka til: Ein blíð, vinarlig
og sera virkin kvinna við ljóst
litaðum hári.
Hann hevði sæð hana tann
dagin, tá Suni kom á vitjan, men
í øllum ganginum og stákanini
hevði hann valla lagt merki til
hesa kvinnuna. Men hon hevði
lagt merki til hann.
Tá Muzafer fór úr skúlanum
henda dagin hevði hann fingið
eini boð heim við til foreldrini og
hini í húsinum. Henda føroyska
kvinnan og ein blaðmaður vildu
fegin koma á gátt hjá teimum
næsta dag – hósdagin.
Hann fekk ikki alt við, sum
tey søgdu honum, men tíbetur
arbeiddi omma hansara við at
vaska í barnagarðinum. Hon
hevði eisini fingið hetta at vita,
soleiðis at tey har heimi kundu
vera so væl fyrireikað uppá hesa
vitjanina sum gjørligt.
Muzafer visti tó, at hetta fór
at gerast ein øðrvísi vitjan. Tí
tey, heima hjá honum, høvdu
so aldrin áður havt vitjan úr
Føroyum, tað sum hann visti um.
Málleysur
Tá hann var liðugur í barnagarð
inum skundaði hann sær heim.
Hann sansaði hvørki hini børnini
ella vinmenn sínar á leiðini. Nú
ráddi bara um at skunda sær
heim at siga hinum frá tí, sum
skuldi henda dagin eftir.
Hann fekk tó sagt besta vin
manni sínum - Suleman - frá at
hann mátti skunda sær, tí at hann
hevði eini týdningarmikil boð til
mammu og pápa sínum.
Suleman helt at hetta ljóðaði
øgiliga spennandi, men fekk ikki
fatur á Muzafer, tí hesin hevði
slíkan skund. Hann ætlaði at
spyrja hann, hvat var á vási, men
tað var ikki hugsingur um slíkt, tí
slík ferð var á vinmanninum.
Muzafer skundaði sær heim,
og fekk næstan ikki orðið upp
sum hann tivaði. Hann royndi
at siga fram tað, sum hann var
biðin um, men mamma hansara
skilti púrt einki av tí, hann segði:
- Vitjan. Suuuni. Heim í morgin.
Føroyingar. Mynd.
Meiri fekk hon ikki úr honum,
so algoystur var hann. Mamman,
Sabina bað hann seta seg niður
eina løtu og renna møðina av sær.
Og so fekk hon søguna um henda
serstaka skúladagin, sum als ikki
hevði verið sum hinir.
Heppin næmingur
Mamman sat stillisliga á sofuni
í stovuni og lurtaði eftir tí hann
segði.
Her var so nógv at siga
frá, tí hetta hevði verið ein so
spennandi dagur, og sum hevði
kravt so nógva orku av øllum.
Hann náddi ikki at siga frá
øllum, tí hann sovnaði í sofuni
áðrenn hann var heilt liðugur.
Ein tíma seinni vakti mamma
hansara hann, og segði at
Suleman var komin at spyrja eftir
honum.
Suleman hevði súkkluna við,
og hana plagdu teir at skiftast um
at brúka.
Muzafer reyk á føtur, og
skundaði sær út. Har stóð
súkklan og har stóð Suleman.
Men fyrst mátti hann enn
einaferð greiða frá øllum tí, sum
hann hevði upplivað í skúlanum í
dag. Og frá tí, sum skuldi henda
í morgin.
- Tú ert so heppin, at tú sleppur
í skúla, og kanst uppliva alt hetta.
Eg vildi so fegin sloppið í skúla
eisini, men vit hava ikki ráð.
- Kanska eg sleppi einaferð
seinni, sigur Suleman. - Men
kom, nú fara vit at súkkla!
adagur hjá Muzafer
Muzafer er heppin at
sleppa í barnagarðin.
Her hugnar hann sær
saman við hinum
børnunum – og henda
eina dagin eisini saman
við Atla Godtfred frá
Reyða Krossi í Føroyum
Mynd: Snorri Brend
Muzafer og Suleman eru javngamlir og bestu vinir. Suleman eigur eina
súkklu, meðan Muzafer eigur nógvar leikur heima við hús.
Muzafer eigur onga súkklu,
men tað ger vinmaður hansara
Suleman. Men tað stendur ikki á
hjá Muzafer at læna súkkluna, tá
teir spæla saman úti á gøtuni í
sigoynara-býlinginum