Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Royndin hjá antro­ polog­inum og greina­ skrivaranum Firouz Gaini at royna seg sum skald í savninum Gávur skulu rindast aftur er ikki óáhugaverd. Áðrenn hann fer víðari, átti høvundurin tó at savna seg um at finna eina betri javnvág millum indigeraða fakmannin og skaldið Firouz Gaini, Gávur skulu rindast aftur, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2005 Lat meg alt fyri eitt viðganga, at eg havi ilt við at gjøgnumskoða, hvørji ørindini hjá Firouz Gaini eru við nýggja savninum Gávur skulu rindast aftur. Í løtum tykist tað mest sum, at høvundurn hevur tømt skrivaraborðsskuffuna og manglar eitt høvi at geva inni­ haldið út í bók. Ikki soleiðis at skilja, at ongin reyður tráður er at hóma. Savnandi temaið hjá Gaini er framvegis postmoderniteturin í ymsum avbrigdum - framvegis, tí støðið í savninum byggir á 16 greinar, harav 14 hava verið at sæð í føroysku bløðunum fyrr. Tá vóru tær ofta viðkomandi viðmerkingar til aktuell kjakevni og ikki minst eitt frískligt pístr á einum kjakhermóti, har Gaini sjáldan møtti øðrum enn einmansherinum Kim Simonsen. Í Gávur skulu rindast aftur er hesin kontekstur burtur, og einsamallar verða greinarnar mest sum einslig gleps út í tóman (postmodernaðan) heim. Skaldsligt andlit Fyri at blása nýtt lív í tær aft­ur, hevur høvundurin givið tonk­ unum í greinunum eitt skaldsligt andlit í smásøgunum í seinnu helvt av bókini. Á hendan hátt fáa søgurnar brá av at vera prógv um, at “soleiðis kann tað ganga”, tá dómadagsspádómarnir frá fyrru helvt gerast veruleiki. Burtur eru allar ímyndir um gud­ dómiligan skaldsligan íblástur, og vit eiga neyvan at taka hesar søgurnar fyri meir, enn tað, tær eru – eitt eksperiment við postmodernaða tankanum um at “alt kann brúkast” og pettast saman av nýggjum. Í so máta høvdu hesar søgurnar staðið mát, um tær fingu frið til at vera okkurt slag minimalistiskum manifestatiónum av okkara innantómu modernaðu tilveru. Í summum førum eydnast tað eisini, til dømis í søgunum “Tokstøðin” og “Orkidéa”, har tann staðfestandi distanseraða røddin og einfalda myndin verða hildnar fast. Men ov ofta sleppur høvundurin stramma frásøgutakinum og fær ikki hildið sær men má flætta stórar moraliserandi sannleikar inn í søguna, sum til dømis í søguni “Floghavnalív”, har tað verður sagt um globala flóttamannin “Føddur í loftrúminum millum Afrika og Europa [...], datt tann flúgvandi nýðføðingurin ímillum allar lógir og paragraffir, og slapp ongantíð úr tí altjóða rúminum, sum er millum heimsins lond [...] Fríur at flúgva hvagar hann ynskti, uttan ferðaseðil, var hann fangaður í einum heimi, ið onnur fólk ikki rokna sum eitt veruligt pláss –“ Tað er í slíkum førum, at eg, sum lesari, haldi uppat at trúgva uppá tvíbýtta hugskotið við at lata Gávur skulu rindast aftur verða eina ástøðiliga og eina skaldsliga endurspegling av sama evni. Ikki bara tí ein­faldu niðurstøðurnar eru lítið áhugaverdar, men eisini tí stílbrotini missa sín skaldsliga leiklut. Frelsandi antropologurin Ivaleyst er orsøkin at finna í sjálvari heimsmyndini í greinu­num, sum er nærum bláoygt einføld. Hetta er ein heimur, sum í høvuðsheitum verður bólkaður í okkum og “hini”, tey etableraðu og tey marginaliseraðu, tey valds­sjúku og tey kúgaðu, tað postmodernaða og tað premodernaða, sum svarar á leið til ávikavist tey “óndu” og tey “góðu”. Inn kemur so antropologurin, sum skilur alt betur enn onnur og tí má greiða okkum frá, hví tey góðu eru á rættari kós, meðan vit onnur bert mugu trilva í blindum í modernaða meiningsloysinum. Antropologurin roynir nevniliga at síggja mentanir innanífrá – “from the native’s point of view” – fyri ikki at mistulka tað, sum fólk gera og siga. Í meir enn eina øld hava teir granskað og lýst smá “premodernað” samfeløg og hava eftir øllum at døma funnið svarið: “Vit kundu, um vit vildu og tordu, lært nógv av hesum samfeløgum, men tað er torført at sannføra fólk um hetta, tí vit rokna okkum jú sum framkomin háment samfeløg, ljósár frammanfyri “hini”, og høvdu sostatt noyðst at broytt heimsmynd fyrst fyri at lært av steinaldarmonnum.” Slíkar klisjéir skemma ikki bara greinarnar. Tær verða eisini hangandi sum eitt ekkó yvir smásøgunum og taka allar hugmyndaligar avbjóðingar frá lesaranum. Og tað er spell, tí nógvar av teimum boða bæði frá góðum stilistiskum handalagi og eru ikki sørt slóðbrótandi innan føroyskan skaldskap í síni nærlýsing av samtíðini. Ummæli: »Soleiðis kann tað ganga« Norðurlendskar smakkroyndir Litteratur i Nord, Nordisk råd, 2005 Sum oftast boðar tað frá onkrum áhugaverdum, tá ein høvundur er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tí er tað eitt sindur spell, at tað ofta bert er vinnarin, sum vekir ans, meðan hini ikki fáa sama møguleika at gera vart við seg, tá hóvastákið er av. Ivaleyst er tað eisini so, at vit, tá avtornar mest kenna hesar høvundar av umrøðu heldur enn frá innliti í teirra verk. Tí má tað sigast at vera kær­ komið, at nýggja bókin Litteratur i Nord nú bjóðar smakkroyndir av verkunum hjá øllum teimum ellivu, sum vóru í uppskoti til virðislønina 2005. Men ikki minst er bókin ein framúr góður møguleiki hjá lesararum at fáa innlit í nakað av tí besta innan norðurlendska prosa og yrking í løtuni. Høvundarnir hava sjálvir valt úrdráttirnir úr verkunum, meðan ymisk bókafólk á donskum geva køna innleiðslu í tey einstøku verkini, sum hartil verða mett í mun til ritverkið hjá høvundanum annars. Sjálvir tekstirnir eru á uppruna­ málinum. Harumframt eru føroysku og finsku tekstirnir týddir til svenskt, meðan teir íslendsku eru endurgivnir á ávikavist svenskum og norskum Litteratur i Nord er ókeypis og kann takast niður á www.norden. org ella bíleggjast umvegis heimasíðuna. Eg ynski mær bøkur til jóla Salka Valka Halldór Laxness, Salka Valka, 1931-32 Týtt: Turið Sigurðardóttir, Ungu Føroyar, 2005 Føroyska týðingin av Salka Valka, sum Halldór Laxness sló ígjøgnum við bæði í Íslandi og uttanlands, er nú komin út í einum bindi. Fyrra bind, O, víntræið reina, er líðingarsøgan hjá hini fátæku Sigurlinu, ið kemur til útróðrarbygdina Ósoyri við dóttrini Salku Valku ein kaldan vetrardag í vón um at skapa sær og dóttrini eitt gott lív. Men bygdin hevur lítið at bjóða eini fremmandari einligari mammu. Eingin uggi er at finna í kirkjuni, sum umboðað av tí gamla próstinum, vísir seg sum ein steinrunnin skel. Men í Frelsunarherinum finna Sigurlina og hini fátækradýrini ugga í bøn, tónleiki, sangi um víntræið reina og í trúnni á, at lívsins strev, fátækdømi, sjúkur og sorgin fána í himmalskari dýrd handan grøv. Tann harði veruleikin fær tó bilbukt við Sigurlinu. Seinna bind, Fuglin í fjøruni, fer fram 10 ár seinni. Salka Valka er nú vaksin, eigur part í báti og ræður sær sjálv. Tað eru nýggjar tíðir. Í staðin fyri Frelsunarherin er sosialistiskur boðskapur nú komin til bygdar, og Salka fer í part við teimum, sum vilja bøta korini hjá teimum lægstu. Salka stendur millum sjómannin Steintór, sum er eins fyrilitsleysur og veðrið, og Arnald, sum droymir um ein betri heim. Salka er fuglurin í fjøruni, í øllum veðrið, meðan aðrir fuglar flyta. 32