fríggjadagur 9. desember 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
33
Frændur verða neyvan tiknir
sum best umtókti føroyski
tónleikabólkurin í nýggjari
tíð. Sangirnar hjá meira enn
20 ára gamla bólkinum eru
vorðnir fólkaogn, og hóast tað
er blivið nakað langt ímillum
framførslurnar hjá bólkinum, so
eru teir av og á at hoyra. Og teir
er júst so væl umtóktur, sum teir
plagdu at vera.
Farna vikuskiftið spældi
Frændur til dans á Eiði, og har
var lív í, tá Frændur spældi sínar
væl kendu sangir.
Føroyingar í øllum aldri duga
sangirnar hjá bólkinum uttan
at, og tað tykist vera líkamikið,
um talan er um ungfólk, sum
eru fødd eftir fyrstu útgávuna
hjá Frændum í 1984, ella um
tað eru fólk, sum vórðu komin
framvið ungdóminum tá. Øll
kunnu syngja við til sangir sum
Føroyar, Eros, Mítt Land og
hinar sangirnar.
Tey yngru leggjast til
Frændur gav tríggjar plátur út
í 1980’unum, tann fjórða kom
tíðliga í 90’unum, og síðani
kom savnsfløgan Svart Gull, har
eisini onkrir nýggir sangir vóru á,
miðskeiðs í 90’unum.
80’ini vóru merkt av trimum
framúr góðum útgávum, og í
90’unum staðfesti bólkurin seg
sum fremsti konsertbólkurin í
landinum.
Frændur hava ikki givið nakað
nýtt tilfar út nógvu seinastu árini,
og tað er stundum langt ímillum
teirra framførslur, men tá teir
spæla, so eru tað fáir bólkar sum
megnað at savna og lyfta ein
áhoyrarafjøld, sum teir gera.
Høvuðsmenn í Frændum
øll árini hava verið Steintór
Rasmussen, Eyðun Nolsøe
og Rani Nolsøe, og teir eru
framvegis oddamenn í bólkinum.
Afturat sær hava teir havt
skiftandi tónleikarar gjøgnum
hesi mongu árini, og bólkurin,
sum spældi seinasta vikuskiftið,
var mannaður við James Olsen,
Magnus Johannesen og Johannus
á Rógvu Joensen.
Tað hevur verið tosað um, at
Frændur skuldi fara at geva
nýggjan tónleik út, men í løtuni
er einki ítøkiligt at veg frá tí
vælumtóka bólkinum.
Frændur til fólkið
Seinnu árini hevur tað verið
langt ímillum framførslurnar
hjá populerasta poppbólkinum
í Føroyum seinastu 20 árini
– Frændum. Farna vikuskiftið
spældu teir tó á Eiði, og tað
var sum í gomlum døgum