Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 34 FØROYSKUR DANSUR Dánjal Petur Højgaard, limur í Eysturoyar Dansifelag Eysturoyar Dansifelag vitjaði Sumbiar Dansifelag herfyri. Ásettu dagarnir vóru leygardagurin 18. november og sunnudagurin 19. november. Fyri tveimum árum síðan vitjaðu sumbingar í Eysturoynni og 19 ár vóru liðin, síðan eysturoyingar vóru í Sumba seinast. Tí vóru nógv, ið sóu fram við spenningi til hendan túrin suður til syðstu bygd í Føroyum. Okkara veruligi “landsendi”, har fólk býr. Mín fyrst dansiferð Fyri greinskrivaran var talan um fyrstu dansiferð yvirhøvur av oynni. At so leiðin skuldi ganga til eina veruliga háborg innan føroyskan dans, ja tað gjørdi ikki verri. Flestu av okkum fingu samstundis okkara fyrsta túr við nýggja “Smyrli”, ið blídliga bar okkum um ein ikki heilt slættan Suðuroyarfjørð hendan dagin. Ferðalagið, ið taldi knappliga 40, var júst komið á lagið og hevði innlivað seg í atmosferuna í snotuliga spanska skipasmíðinum, ja, so var bara dagaði Froðbiðarnípa knappliga undan, og vit sneiddu stillisliga inn á Trongisvágs Fjørð. Sumbiarbergholið styttir og lættir eisini um annars longu leiðina. Fyri okkum standa fryntligir sumbingar á leiðini í Skorti. Tú sært beinanvegin, at talan er um eitt blídligt mentafólk: tey koma ímóti okkum. Tú kennir fasta handatakið og tú kennir teg vælkomnan við fyrsta eygnabrá. Til húsa Væl er skipað fyri. Hvør luttakari verður boðin til húsa heim við limum í dansifelagnum í Sumba. Vit koma til búgvið borð, við øllum góðum av landi og sjógvi. Upplyftandi og viðkomandi prát har gomul vinar- og ættarbond verða havd á lofti. Nøkur av okkum fara á rund­ferð í hesi tiltiknu bygd. Líta okkum út á brimbarda Sumbiarhólm. Niðan í Hørg, hiðani navnframi Poul F. er ættaður. Saman við fryntliga vertsmanni mínum, Magnusi Jensen, vitja vit eisini kenda fuglafrøðingin Aksal Poulsen, ið m.a. sýndi okkum sítt stóra og umfatandi fuglasavn. Her nema fuglarnir land, tá ið teir koma sunnaneftir. Her komu helst eisini fyrstu búsetarnir í Føroyum framvið. Tú sansar, at her er veruliga talan um okkara syðsta landsenda og undrast á, at fólkið hevur ligið omaná í náðileysa bardaganum við elementini her suðuri, har streymur og vindur kunnu leika sum harðast. Dansurin Klokkan níggju møtast dansi­ fólkini í nýumvældu uml. 100-ára gomlu dansistovuni. Húsini eru vaksin, bygt er uppí norðurendan. Køkur er gjørdur og húsini eru eisini klødd uttan. Ítøkilig tekin um, at fólkið her unnir kraftkelduni til føroyska mentan, før­oyska dansinum, tey bestu livikor. Gestirnir verða bodnir at leggja fyri. Tað verður Á dansiferð í Sumba 18-19. nov. 2005 Sumbiarhólmur