fríggjadagur 9. desember 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
35
gjørt við at
elsti luttakari
okkara, hin
87-ára gamli
Tórir Thomsen.
leggur høkjuna
og skipar
“Streingirs
Vísu”.
Sumbingar
eiga so tørn
og taka “Kong
Sverke”. Vit
skiftast siðiliga
aðruhvørja ferð
nakað soleiðis,
har okkara
høvuðsviðførið
eru
“Kópakvæðið”
og “Leirvíks-Páll”. Her
innímillum flætta sumbingar
“Jallgrímskvæðið”, “Frísarnarnir,
ið búðu á sinni” og “Frem igen”.
Hetta seinasta kvøðið einans
av kvinnum – sum tær komu
einastandandi væl frá. Frísarnar
skipaði ung sumbiargenta við
klárari og góðari rødd, har alt
dansifólkið tók væl undir.
Nú vóru vit heit og væl
fyri at taka ímóti sjálvum
hæddarpunktinum í fyrra
parti: nú fóru sumbingar undir
“Sigmundsvísuna”:
“Blandt Hedenolds de Nordens
gjæve Helte
og Sigmund var den ædle
Færøersmand,
af alle dem som spændte Sværd
ved Bælte,
i Kampen ingen djærvere end
han.”
Nú kom gamla timbur-dansi
gólvið rættiliga til sín rætt. Vit
sveiggjaðu bæði við innihaldi
og gólvi. Tað var sum vóru
vit øll ein liður í aldargamla,
felagsføroyska dansiringinum,
ið lyfti okkum upp í hægstu
dansisælu! Hetta duga sumbingar
best av øllum!
.........
Á midnátt verða vit boðin í
trý hús kring dansistovuna til
smurt breyð við øllum góðum.
Í onkrum húsi ljóma gamlar
kærleiksvísur eina løtu aftaná
– sum 80 ára gomul kvinna
sjarmerandi syngur fyri. So
oman aftur í dansistovuna, har
annað umfar byrjar.
Framvegis eru fleiri ungfólk
við. Gleðiligt at síggja, hvussu
sumbingar halda teim ungu til
at varðveita forna dýrgrip teirra:
serstaka dansilagi, ið er lívligt og
fangandi. Góðu røddirnar ganga
upp í eina hægri eind við teirra
eyðkenda og livandi stevi.
Tórir hevur aftur blaka høkjuna
og skipar bæði “Stærke Tidrik”
og “Vaagen”, ið sumbingar
taka væl undir við. Teir koma
við nøkrum stuttum og góðum
sum “Ved Kristiansand” og
“Huldurímu”. Eysturoyar
dansifelag við sjálvum
formanninum Kathrinu Hansen
á odda spæla trumfin út, ið eitur
“Norska Løva”.
Sumbingar svara aftur nakað
aftaná við seinna hæddar
punktinum, ið gjørdist
“Brestis Kvæði”, har teir enn
einaferð draga okkum beint inní
bardagan, inn í sjálvt kvæða-
innihaldið. Á ein slíkan hátt, at
tú nærum skalt til at skáka tær
undan tá ið høggini falla har
úti í Dimun, Brestir og Beinir
øðrumegin og liðini hjá Tróndi
og Bjarna hinumegin......
Fráferð
Klokkan uml.fýra kemur bussur
eftir fólki, ið skal til Vágs,
Tvøroyri – ella umborð á Smyril
at fáa sær eina hvíld áðrenn
fráferðína tíðliga á morgni.
Men nøkur taka av hjartaliga
blíðskapinum
og gista hjá
hesum fróðu
og mentaðu
fólkum.
Sunnudagurin
fer við hvíld,
kirkjugond
og vitjan hjá
vinfólki.
Tá ið nýggi
Smyril leggur
aðru ferð
frá Drelnesi
hendan
sunnudagin í
november, ber
hann enn eina
last um fjørðin
av takksomum
vælnøgdum dansifólki, ið frøðist
um eitt stórt dansi-upplivilsi
og blíðskap í serklassa, frá
Dansifelagnum í Sumba og
sumbingum annars. Aftaná
tílíkan túr skilur tú enn betri,
hví sumbingar fyri nøkrum
árum síðan vunnu europeiska
heiðursløn fyri at varðveita
gamlan mentanararv á besta hátt.
Ung og eldri
Øll saman í nýumvældu dansistovuni í Sumba