fríggjadagur 9. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
37
Einskiljing – við 2015 eygum
Føroyameistaraheiti í einskiljing
Tinghellanalysan
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Tað skuldi verið so lætt at skilt.
At skilja almenna geiran frá tí
tí privata. Flestu hava skilt, at
tað er neyðugt at einskilja fleiri
av ognunum, sum í dag eru á
almennum hondum. Onkrar
orsakað av ógvusligu kreppuni í
90’unum, aðrar tí tað av ymsum
orsøkum er endað soleiðis. Tíðin
í marknaðarbúskapinum varpar,
at greiður skilnaður skal verða
millum tað almenna og tað
privata. Í álitinum um einkiljing
lesa vit eisini, at tað er óheppið
at tað, ið kann metast sum
vanligt vinnuligt virksemi er á
almennum hondum, bæði tí tað
er kappingaravleðandi og tí at tað
almenna í veruleikanum hevur
eftirlit við sær sjálvum tá. Fleiri
meta eisini, at størri lønsemi
er, tá eigarin er privatur og ikki
er tað almenna. Ein umráðandi
partur av marknaðarbúskapi er,
at tað almenna ikki skal verða
partur av vinnu, ella í hvussu
so er ikki í ov stóran mun. Fyri
ikki so nógvum árum síðan var
vanligt at hava t.d. stór almenn
telefonfeløg við einkarrætti í
landinum. Nú er meira sjáldsamt
við einkarættinum og eisini
vanligt, at hesar fyritøkurnar eru
einskildar. Tað almenna hevur
ofta eisini verið uppií flogferðslu
og eitt nú eiga Danmark, Noreg
og Svøríki enn 50% í SAS,
meðan hini 50% eru á privatum
hondum. Felagið fær tó ongan
alemennan stuðul. Í Danmark
eigur staturin eisini helmingin
í ferjufelagnum Scandlines og
Deutche Bahn AG hina helvtina.
Danski parturin er fyrrverandi
ferjuparturin av DSB. Scandlines
siglur bæði innlendis í Danmark
og til onnur lond.
Hvør skal keypa?
Ein spurningur sum havdur
verður á lofti, er hvør skal
keypa. Ymisk er hvat fólk
meta um týdningin av hesum
og eisini í mun til hvat. Ein
leistur í alheimsgerðini er
at fáa váðafúsan kapital til
vega, eisini útlendskan. Í
einkiljingarfrágreiðingini er
nevnt, at tað eigur at verða
hugsað um at einskilja soleiðis,
at føroysk uppsparing eisini
fær møguleika at verða við.
Tvs, at tad eisini snýr seg um
at fáa føroysku pengarnar
settar í virksemi her, og eis
ini at fáa útlenskan kapital
inn. Men summar almennar
ognir verða mettar at hava
samfelagsligan týdning, og
tí skal eisini einkiljast við
krøvum. T.d. situr Føroya
Tele á samskiftiskervinum,
Strandferðslan á innanoyggja
ferðing og partvís farmi og
Atlantsflog á allari flogferðslu
úteftir. Aðrar vinnukendar
almennar fyritøkur, sum eru bein
leiðis úrslit av kreppuárunum,
eru t.d. Føroya Banki og Føroya
Fiskavirking. Í fyrr nevndu
fyritøkum ber til at seta krøv,
um so er at tær skulu einskiljast,
at tær framvegis skulu loysa
nakrar uppgávur og at virksemi
ikki verður flutt av landinum, tí
talan er um uppgávur knýttar at
undirstøðukervinum eins og brúk
er fyri at halda servitan á økinum
í landinum.
Hvat hendi?
Tað tyktisk sum um tað var ein
politisk semja um bæði ein
skiljing og einkiljingargongd,
hetta við støði í frágreiðingini
um einskiljing og eftir raðfesting.
Men tað hevur gingið nakað
seinni, og so knappliga er næstan
ein kapping millum avvarðandi
Landsstýrismenn í gongd við
at einskilja, og so varð ikki
ein greið mannagongd longur,
hvørki um hvussu ella hví og tað
elvir til ótryggleika.
Fleiri orsakir
Orsakirnar er helst fleiri. Tá
almennu áhugamálini og ogn
irnar eru so stórar í fyritøkum,
sum eins væl kundu verið
privatar, er talan eisini um vald.
Politiska kervið skal her geva
vald frá sær. Tað merkir eisini at
løgtingslimurin, sum hevur ella
heldur seg hava eitt ávíst vald
á hesum almennu ognum skal
geva tær frá sær, og tí minkar
hann eisini sum sítt valdsrúm. Í
hesum spæli kemur ein eginleiki
við valdømum upp í, tí fleiri av
hesum ognum hava ávirkan á
lokalsamfeløg so ella so.
Eitt annað fyribrygdi er at
fyritøkan og eisini leiðslan, sum
einskiljast skal, kennir eina ávísa
óvissu, serliga tá mannagongdir
og treytir ikki tykjast at verða
púra greiðar og tí eisini kunnu
ávirka.
Málið úr eygsjón
Seinastu tíðina tykist tað sum
málið er farið úr eygsjón. Tí
um farið verður at einskilja bert
fyri at einskilja, verður neyvan
tað burtur úr, sum málið var í
byrjanini. Niðurstøðan var at
almenni geirin fyllir ov nógv í
fyritøkum, sum kunnu metast
at hoyra privata geiranum til.
Tað hevur eina støðu, har tað
almenna bæði lóggevur, hevur
eftirlit og virkar á marknaðinum
og tí ikki gjøgnumskygd. Helst er
hetta eisini kappingaravlagandi
eins og mett verður at størri
virðir kunnu fáast burturúr, um
so er at ognirnar eru á privatum
hondum.
Treytir
Somuleiðis varð víst at partar av
kervinum, sum skal einskiljast,
eru partar av strategiskum
áhugamálum, og tí ikki
kunnu enkiljast uttan treytir.
T.d. Føroya Tele og Atlantic
Airways, sum sita á samskifti
og flogmøguleikum úteftir.
Aðrastaðni er sætt, at slík feløg
einskiljast heilt ella partvíst, og
í føroyskum høpi hevur talan
eisini verið avmarkingar. T.d. við
at høvuðsvirksemið ikki skal
flytast av landinum.
Almenn ogn
Vit skulu minnast til, at ein av
høvuðsorsøkunum til eina størri
einskiljingarætlan, sum tosað
hevur verið um í Føroyum, er at
so stórur partur av virksemi sum
kann metast sum vinnuvirksemi,
er almenn ogn. Í okkara lítla
samfelagi hevur ein óttin
verið, at við einskiljing fáa
vit bert eitt privat monopol
í staðin fyri eitt alment. Ein
slík meting skal eisini gerast,
men ein av broytingunum við
alheimsgerðini, er at t.d. tænastur
ikki eru staðbundnar á sama hátt
longur og tí kann kapping verða
á fleiri økjum, sum ikki kundu
roknast við fyri 10-15 árum
síðan. Einfaldu dømini har tað
almenna als ikki skal vera uppi í,
er virksemi við fiskivinnu, sum í
dag er mikið umfatandi eins og í
Føroya Banka.
Einskiljing í 2015
Løgmaður segði í røðuni á
Ólavssøku, at ætlanir eru
um at einskilja Føroya
Banka, Atlantsflog, Føroya
Tele, Farmaleiðir, Føroya Lívs
trygging og útlánsrøðirnar hjá
Húsalánsgrunninum, hetta
sum part av Visión 2015. Har
afturat søla av Fiskavirking.
Hvat við útjaðaranum?
Framhald á næstu síðu