Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 237 - 9. desember 2005 Enda­málið er at skapa greiðan skilnað millum almenna og privata geiran, frígeva kapital, og at geva borgarunum og virkjum møguleika at gerast eigarar.Tað liggur ikki neyðturviliga í kortunum, at allur váðafúsur kapitalur skal vera føroyskur. Tað varð lagt upp til at bíðast skuldi eftir bæði virðisbrævamarknaði og føroyskari pensiónsuppsparing, sum kundu gera íløgur í Føroyum eisini, og ikki sum í dag uttanlands. Men álitið um einskiljingar vísti á, at tað er eisini ynskiligt at fáa útlendskan kapital sum eina spjaðing av tí føroyska váðafúsa kapitalinum og eina spjaðing av føroyska váðanum. Og hetta kann merkja, at útlensk feløg seta seg á valdið í ávísum fyritøkum. Men tað má metast at verða ein náttúrligur partur av at vilja verða við í eini opnari alheimsgerð. Vilja vit verða við í altjóða menning, ber ikki til at verða bangin fyri øllum sum ikki er føtt í Føroyum. Tað fellur helst ikki í góða jørð hjá okkum øllum, at ein íslendsk fyritøka ynskir at keypa Elektron. Tað skal verða ein partur av spælinum, tí verri var um ongin vísti áhuga! Broytir fyritøkur Broyting av ognarviðurskiftum í eini fyritøku, merkir ofta at fyritøkan verður broytt, tí er tað ikki nakað eindømi fyri virkir, sum verða einskild, at broytingar fara fram. Tað at leiðsla, stjórn og starvsfólk kenna seg ótrygg, er púra náttúrligt tá broytingar skulu fara fram, tí eingin vitan er um nýggju eigararnar. Hesin ótryggleiki sær eisini út til at hava ávirkað, tí fleiri av eind­ unum, sum einskiljast skulu, hava kærkomin arbeiðspláss. Tí er tað sjálvsagt mál hjá lands­ politikkara valdur í tí økið, at taka sær av. Soleiðis er politikkur eisini. Javnvágin Einskiljingin í føroyskum høpi skal snúgva seg um, at almenni geirin ikki skal hava týðandi ognarrætt í privata geiranum. Hetta, bæði tí at tað órógvar javnvágini millum tað almenna og privata, og ger tað almenna ógegniligt í bæði eftirliti og lógarverki. Hetta eisini í eini sannføring um at slíkt virksemi klárar seg betri privat. Í okkara lítla samfelagi eru tó umstøður, sum kunnu elva til at tað ikki er heppið at einskilja, ella í hvussu so er uttan krøv at einskilja. Einskiljingin skal helst ikki gerast til privat monopol, og ávísar tænastaður skulu tryggjast, eins og tað skal tryggjast í ávísum førum at høvuðvirksemi ikki fer av landinum, tí tá missa vit eisini áhugaverd arbeiðspláss og servitan. Grugg - Seinasta tíðin ber brá av einum gruggi av at einskilja fyri at einskilja og í eini kapping mill­ um Landsstýrismenn um at verða føroya skjótasti einskiljari. At virkir og starvsfólk og borgarar í heila tikið ikki kenna seg trygg, og at politikkarar tí hava lyndi til at vilja bakka og ikki tora at standa við avgerðina. Ein kanning í ÚF vísti ein stóran meiriluta fyri at Atlantsflog ikki skuldi einskiljast. Tað verður sera trupult at ein­skilja, um ætlanin ikki hev­ur viðhald í fólkinum. Ótryggleikin sum nú er, valdast í hvussu so er partvís, tí at greiðar mannagongdir ikki eru um krøv og um hvør kann keypa. Skal seljast til ein strategiskan íleggjara, ella skulu partabrøv bjóðast út á virðirbrævamarknaðinum til vanliga føroyingin eisini. Ella er tað bert hægsta boð sum telur? Sum onnur grein vísur á ídag, er einskiljingarspurningurin ikki so einfaldur, men sæð í einum 2015 høpi, átti tað at verði nógv greiðari hvat endamálið við einskiljing er. Einki greitt svar tykist at verða, og tað órógvar! Leiðreglur um at einskilja fyritøkur landsins Inngangur Føroya Landsstýri ynskir at fara undir varliga og gjøgnum­skygda einskiljing av fyritøkum landsins, sum virka í kappingarkendum vinnugreinum. Landsstýrið vil virka fyri breiðari politiskari semju í einskiljingarmálum, og verður ætlan um einskiljing av fyritøku, sum landskassin eigur, í hvørjum einstakum føri løgd fyri Løgtingið til viðgerðar. Landsstýrið hevur tí á landsstýrisfundi tann 12. februar 2004 gjørt av at fyrireika og skipa einskiljingar eftir hesum leiðreglum: § 1. Endamál Endamálið at einskilja fyritøkur landsins er: - at skipa greitt mark millm almenna og einskilda geiran - at verja virði skattgjaldarans, sum liggja bundin í fyritøkum landsins - at minka um skuld landskassans - at bøta um møguleikar hjá fyritøkum, sum í dag eru í almennari ogn - at virka fyri virðisskapan - at víðka skaran av partaeigarum í vinnuligum fyritøkum og - at styrkja føroyska kapitalmarknaðin, soleiðis at íløgutørvur hjá langfreistaðari uppsparing finnur vegin fram til mótsvarandi fíggingartørv Tórshavn, hin 12. februar 2004 Jóannes Eidesgaa rd løgmaður Er tað so lætt at sleppa hesum?