Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 39 Tað er tilgongdin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl einskiljingar fara at hepnast í Føroyum, sigur Juanna S. Joensen PhD lesandi í búskaparfrøði BÚSKAPUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað finst einki greitt svar upp á, um tað er rætt at ein­ skilja almennar fyritøkur ella ikki. Tað heldur Juanna S. Joensen støddfrøðiligur búskaparfrøðingur og PhD lesandi. - Tað er tilgongdin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl einskiljingar fara at hepnast í Føroyum. Í løtuni er ikki semja politiskt um, hvussu farast skal fram, og tískil er tað altavgerðandi, at hóskandi serkunnleiki kann fáast til vega, soleiðis at bæði politikarar og møguligir keyparar ella partabrævaeigarar eru samdir um besta framferðarháttin. Sostatt er tað ein fyritreyt at kenna marknaðin í hvørjum einstøkum føri, sigur Juanna S. Joensen. Vit skulu sambært Juannus S. Joensen ikki vænta okkum, at tað er nóg mikið bert at sjóseta eina einskiljing av almennu fyritøkunum, og stórur búskaparvøkstur fylgjur av sær sjálvum. Bert fá lond hava megna at umskipa vinnuligu ognarviðurskifitni frá almennum til privatar hendur á ein full­ góðan hátt, vísir Juanna S. Joensen á. Einki vísindarliga prógvað Sum ein av bert heilt fáum føroyingum skrivar Juanna S. Joensen í løtuni PhD ritgerð í búskaparfrøði við Århus Universitet. Hon vísir á, at einskiljingar eru eitt vælkent búskaparligt fyribrigdi kring allan heim, og tað er hepnast bæði væl og minni væl kring um heiminum. - Tað er tó einki vísindarligt prógv fyri, at tað er skilagott fyri búskaparliga vøksturin at einskilja. Tað tídningarmesta fyri búskaparligan vøkstur og økta kapping á marknaðinum er, at møguligir íleggjarar hava tær røttu tilelvingarnar . Tí er tað meira umráðandi fyri dynamikkin í búskapinum, hvør tekur tær politisku avgerðirnar, enn hvussu ognarviðurskiftini eru, sigur Juanna S. Joensen. Hart við vælferðina Tá almennar fyritøkur verða einskildar, soleiðis sum ætlanin er, fer hetta at merkjast broytingar fyri tað føroyska samfelagið, og eitt stórt lop verður gjørt móti einum sokallaðum marknaðarbúskapi, har ávirkanin hjá tí almenna á vinnulívið minkar alsamt. - Fyri at einskiljingarnar skulu virka eftir vild og ikki geva føroyingum lægri vælferð, er tað ein fyritreyt, at tilgongdin er tann rætta: at nøktandi serkunnleiki er til staðar, at tað er politisk semja, at borgararnir taka undir við einskiljingunum, og at tann neyðugi kapitalurin fæst til vega, sigur Juanna S. Joensen. Tað eru bert ein góður triðingur av dønum, ið keypa partabrøv á virðisbrævamarknaðum BÚSKAPUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Bert stívliga ein triðingur av øllum dønum eiga partabrøv beinleiðis. Ì prosentum eiga umleið 28% av øllum dønum eldri enn átjan ár partabrøv. Tá eru partabrøv hjá eitt nú pen­sjónskassum ikki umfataði. Samlaða virðið á hesum privatu donskum partabrøvum, sum liggja á virðisbrævamarknaðum, er á leið 180 milliardir krónur. Tað er sostatt ein ógvuliga stórur meiriluti av dønum, ið heilt einfalt hava gjørt av ikki at eiga partabrøv, men heldur at gera íløgur í serliga fastan bústað og hava pening í peningastovni. Hetta mynstrið er tað sama í hinum evropeisku londunum og í USA. - Hetta er tankavekjandi, tá hugsað verður, hvussu stórt avkast partabrøv hava víst seg at geva eigarunum, sigur Juanna S. Joensen. Umfatandi kanning Omanfyri nevnda úrslit stavar frá einari ógvuliga umfatandi kanning, ið Juanna S. Joensen hevur verið við til at gjørt. Ein sokallaður 10% umboðandi partur av øllum dønum eldri enn átjan ár eru við í kanningini. - Um vit nýta kanninga til føroysk viðurskifiti, so sigur tað okkum, at kanska ein triðingur av føroyingum høvdu tikið beinleiðis lut í partabrævahandli, um valt verður at einskilja við partabrævasølu, sigur Juanna S. Joensen. Útbúgving nógv at siga Kanningin vísti eisini, at tað er ikki líkamikið, hvørja útbúgving, tú hevur. Í mun til eitt nú lærarar, pedagogar og fólk við bæði náttúru- og samfelagsvísindarligari útbúgving, so eru tað fólk við útbúgving innan búskap, ið eiga nógv flest partabrøv. Sjálvt tá hædd verður tikið fyri at fólk hava somu inntøku, sama virði av øðrum íløgum, sama kyn og somu familjustøðu, er tað munandi meira sannlíkt, at fólk við búskparligari útbúgving ogna sær partabrøv í mun til fólk við øðrum útbúgvingum. Juanna S. Joensen skrivar, sam­an við tveimum ørðum, í eini grein í danska blaðnum Aktionæren, at skal ein “parta­ brævamentan” byggjast upp í Danmark, so er tað alneyðugt, at danir fáa eina størri vitan um búðskap. Og tað sama verður mett at galda fyri Føroyar. - Upplýsingin er lyklaorðið. Tað snýr seg um at fáa boðskapin so væl út til føroyingar sum gjørligt. Tað er alneyðugt fyri, at tilgongdin við einskiljingum og virðisbrævamarknaði skal eydnast, sigur Juanna S. Joensen. Ein av niðurstøðunum við kanningina var, at tað er ikki er hugurin at váða, sum hevur størstan týdning, fyri at nøkur velja at keypa og onnur ikki. Tað er fyrst og fremst vitanin um virðisbrævamarknaðin, sum ger nøkur meiri áhugaði enn onnur. Bert ein triðingur keypir partabrøv Einskiljing loysir einki í sær sjálvum Einskiljing loysir einki í sær sjálvum.Tað er tilgongdin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl einskiljingar fara at hepnast í Føroyum, sigur Juanna S. Joensen, PhD lesandi í búskaparfrøði