fríggjadagur 9. desember 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
40
Um allan heim fáa
dómstólar størri
týdning, eisini í Europa.
Á Tinghelluni í vetur
fara vit at hyggja at
hesi gongd. Vit byrja
við nøkrum hellum
um amerikanska
hægstarætt.
Kári á Rógvi
Hin fyrsti litti (svarti) dómarin
í amerikanska hægstarætti
nevndist Thurgood Marshall.
Sum ungur advokatur bardist
hann fyri javnrættindum hjá
nekarum. Nógv av rættarmálum
hansara knýttu seg at almennu
skúlaskipanini, serliga í suð
urstatunum, har littir lærarar
vóru fyri mismuni, tá ráddi
um t.d. starvsetan, løn, treytir
og uppflytan. Thurgood
brúkti millum annað grund
lógarásetingina, ið samtykt var
eftir borgarakríggið (1860-64)
um at øll eiga ‘jøvn rættindi,’
somu og røttu verju eftir lógini.
Í mong ár høvdu almennir
stovnar kortini framt mannamun,
uttan at samveldismyndugleikar
gjørdu stórvegis við hetta. Demo
kratiski flokkurin átti nærum
allar tingmenn í suðurstatutnum,
og republikanski flokkurin, ið
tey littu høvdu stuðlað síðani
Lincoln forseti frelsti tey frá
trælaoki, tordi heldur ikki at gera
stórvegis.
Dómstólar og grundlógartryggj
aði rættindi gjørdust tí miðlarnir
hjá mannarættindarstríðsfólki.
Fyri tey littu var hetta stríðið
drúgt, men ein sigur fyri og
annar eftir við lógini sum vápn
bardi at enda ta apartheidkendu
skipanina niður.
Millum kendastu rættarmálini
frá hesin tíðini var sakin Brown v.
Board of Education, ið staðfesti
at tað var ímóti stjórnarskipanini
hjá amerikanska samveldinum
at hava serskiltar skúlar fyri
svørt og fyri hvít skúlabørn.
Mangir dómarar høvdu annars
hildið uppá, at tey littu vóru
“separate but equal” í sínum
egnu skúlum, serskiltu almennu
wc’um og serligu plássum aftast
í almennum bussum.
Men í 1954 dømdi amerikanski
hægstirættur, at “serskilt” kundi
ikki merkja “javnt í metum.”
Earl Warren hægstarættarforseti
skrivaði niðurstøðurnar hjá
teimum níggju einmælt samdu
dómarunum. Hann ráddi, at
skilnaður hevur onki pláss í
almennari undirvísing. Serskilt
kann ikki merkja javnt í metum.
Málið var sent aftur til lægra
dómstólin í Kansas, einum
av vestaru statunum at finna
ítøkiliga loysn. Endin gjørdist
tann, at amerikansk børn verða
koyrd, ofta langa leið, í bussi í
skúla at tryggja, at næmingar eru
bæði hvítir og littir.
Earl Warren hevði áður
verið guvernørur (løgmaður) í
California, einum av londunum
í amerikanska samveldinum;
republikanski floksfelagin
Dwight Eisenhower forseti hevði
skotið hann upp, og senatið
góðkent hann. Í hesum málinum
vísti Warren, hvussu týðandi
dirvi, støðutakan og politisk
fatan hava, tá ræður um at døma
í grundlógarspurningum. Earl
Warren ‘overrulaði’ – setti til
viks – gamla fordømi í sakini
Plessy v. Ferguson frá 1896,
har aðrir dómarar høvdu orðað
“separate but equal” regluna.
Hvør ger av hvussu?
Áðurnevndi Thurgood Marshall
var advokatur í Brown-málinum.
Seinni gjørdist hann fremsti
advokatur hjá samveldinum
og síðani, eftir uppskoti
frá L. B. Johnson forseta,
hægstarættardómari.
Eyðvitað sást tað aftur í
hægstarætti, at Thurgood gjørdist
dómari. Hóast javnrættisreglan í
grundlógin var tann sama bæði
í 1896, tá Plessy-málið var fyri,
og í 1967, tá Thurgood gjørdist
dómari, so gjørdust dómarnir
ymiskir.
Hetta kemur ikki óvart á
vanlig fólk. Tí vit vita øll, at
tað er ymiskt sum fólk leggja
tekstir út. Serliga er tað so við
almennum og opnum orðingum.
Øll kenna dømini úr bíbliuni, t.d.
tá onkur spyr, “hvussu ofta skal
eg fyrigeva næsta mínnum?” út
frá boðnum um at “elska næstan.”
Slíkar ásetingar, ið krevja at vit
meta um umstøðurnar, valdast tí
altíð, hvør persónur, ið sleppur
at tulka tær, og á hvønn hátt, tað
verður gjørt.
Tí er tað, at amerikumenn
leggja so alstóran dent á, hvør
ið gerst dómari í hægstarætti.
Teir afturhaldssinnaðu og
trongskygdu dómararnir vóru
helst líka góðir juristar sum
Earl og Thurgood – kanska
enntá betri. Men tulkingarnar
hjá hesum seinnu tyktust seinni
ættarliðum rættvísari og betri. Tí
vóru teir útvaldir millum allar
teir mongu løgfrøðingarnar, ið
høvdu fakliga førleikan at vera
evstu dómarar í USA.
Eftir ráðum og samtykt
Sum kunnugt er USA samveldi
við 50 fullvaldaðum limalondum
og mongum tengdum londum
og tjóðum. Tí eru eisini sera
nógvar og ymiskar skipanir fyri
dómstólarnar. Summastaðni
velja tey dómarar beinleiðis;
aðrastaðni situr faklig nevnd og
ger tilmæli um, hvørjir persónar
eru skikkaðir, og so velja
guvernørur og ovara tingdeild í
felag út tey, ið tilnevnast skulu.
Hjá samveldinum er tað so, at
grundlógin ásetir, at dómarar
verða settir fyri lívstíð. Hetta
tryggjar teimum óhefti og ger
dómstólarnar sterkar mótvegis
øðrum stovnum. Forsetin velur
dómararnar “eftir ráðum og
samtykt” frá senatinum. Tað
merkir, at forsetin velur sær
uppskot partvíst eftir fakligum
førleika og partvíst eftir, hvørjar
fatanir av grundlóg, lógartulking
og leikluti dómstólana, ið hann
sjálvur og senatslimirnir væntast
at taka undir við.
Tá Johnson í síni tíð skeyt
upp Thurgood Marshall, royndi
Strom Thormund senatorur
at steðga góðkenningini í
senatinum, tí hann helt uppá,
at tað vóru einstøku statirnir,
ið skulu gera av, hvat ið var
rætta javnstøðan millum
fólkabólkarnar. Senatið hevur
í tingskipanini reglu um, at 40
av teimum 100 tinglimnum
kunnu forða fyri at tingið tekur
støðu við at nokta fyri at enda
viðgerðina av einum máli.
Henda støða kom í, tá Ronald
Reagan skeyt upp Robert Bork
sum hægstarættardómara. Tá
vóru nóg nógvir vinstravendir
og miðsøkjandi tingmenn við
Ted Kennedy á odda, sum
forðaðu fyri at málið kom til
atkvøðugreiðslu. Hetta var
hóast Bork er viðurkendur
at vera millum dugnaligastu
løgfrøðingar í heiminum. Tí
góðkenningin ræður ikki bert um
tað fakliga, men eisini um tað
hugsjónarliga.
At tað eisini ræður um tað
fakliga fekk George W. Bush
at kenna, tá hann herfyri skeyt
upp erandi ráðgeva og í mong ár
persónliga advokat sín Harriet
Myers sum hægstarættardómara.
Róp og ramaskríggj hoyrdust frá
bæði stuðlum og mótstøðufólki
hansara. Breið semja var um, at
hetta var ikki løgfrøðingur av
tí fakliga kalibri, sum krevst í
ovasta dómstóli í USA.
Forkunnugt og viðkomandi
Til ber í ymsum miðlum – t.d.
á findlaw.com ella c-span.org
– at fylgja við gondini, nú
yngri Bush hevur skotið upp
Samuel Alito, ið er dómari í 3.
samveldiskærudómstólinum,
skal fyri senatið. Í mun til John
Roberts, ið nýliga gjørdist
hægstarættarforseti, hevur Alito
skrivað nógvar dómar í tíð síni
sum kærudómari. Tí ber betur
til at meta um støðu hansara til
grundlógarspurningar.
Millum teir stóru spurningar,
ið hægstirættur kann gera av, eru
røttu tulkingarnar viðvíkjandi
rættinum til fosturtøku, regl
um um deyðarevsing, valds
býtinum millum statir og
samveldi, t.d. heimildunum hjá
samveldismyndugleikum at ráða
í umhvørvisspurningum.
Hesir stóru spurningar fara at
vera viðgjørdir, tá senatslimir
fara at kalla inn Alito til hoyring
ar í næstum. Forkunnugt kanska,
men sera viðkomandi tá ræður
um at skilja samspælið millum
fakligar dygdir og hugsjónarligar
fatanir.
Ovasti dómstólurin