fríggjadagur 9. desember 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
41
Amerikanski forsetin
útnevndi fyri stuttum
ein nýggjan dómara
til hægstarætt. Samuel
Alito er nýggi maðurin,
sum høgravongurin
tekur ímóti við opnum
ørmum, meðan
demokratarnir og aðrir
liberalir felagsskapir
óttast tær avleiðingar,
hetta valið fer at hava
fyri samansetingina í
hægstarætti
Hægstirættur í USA
Stefan í Skorini
Tá hægstarættardómarin Sandra
Day O´Connor boðaði frá,
at hon fór at leggja frá sær,
gav hetta George Bush ein
gyltan møguleika at seta síni
fingramerki á landsins hægstu
juridisku institutión. O´Connor
hevur verið tungan á vágskálini
í fleiri týðandi málum, ið hægsti
rættur hevur tikið støðu til, tey 24
árini hon hevur sitið sum dómari.
Hon varð mett at vera lutfalsliga
hóvlig, og tí var hennara atkvøða
ofta avgerandi fyri, hvønn
veg avgerðirnar hjá rættinum
koppaðu.
Um Bush nú kann útnevna ein
dómara, hvørs støðutakan fer at
ganga ynskjunum hjá baklandi
forsetans á møti, hevur hann
samstundis koppað javnvágini
í rættinum. Forsetin royndi
seg fyrst við Harriet Miers,
ið møguliga var tann hóvliga
loysnin, men tá hon tók seg
aftur eftir harðar atfinningar frá
republikanarum, valdi Bush at
tilnevna Alito.
Svorðin republikanari
Eingin ivi er um, at Bush við
hesum valinum hevur boygt seg
fyri teimum meira víðgongdu
konservativu kreftunum í
flokkinum, og hann hevur
valt ein dómara, ið er meira
høgrasinnaður í traditionellari
merking enn O´Connor.
So skjótt sum Bush hevði
kunngjørt navnið hjá Samuel
Alito, fegnaðist tann harða
kjarnan av teimum konservativu
í USA, meðan vinstravongurin
rópti neyðarróp og ávaraði
um, at Alito var ein beinleiðis
hóttan ímóti teimum virðum,
ið demokratar vanliga eru
forsprákarar fyri.
Báðumegin á politiska
vígvøllinum eru áhugafelags
skapir tilreiðar at brúka milliónir
av dollarum í stríðnum um
hesa tilnevningina, og fleiri
eygleiðarar spáa, at stríðið verður
bæði hart og blóðugt.
Fyri stuttum vóru fleiri skjøl
almannakunngjørd í Washington
Post, og tey avdúka, hvørja støðu
Alito hevur til fleiri av teimum
málunum, ið liggja fremst í
huganum hjá áhugabólkunum, ið
fylgja við tilnevningini.
Eitt av teimum áhugaverdu
skjølunum er ein umsókn frá
1985, tá Samuel Alito søkti starv
í umsitingini hjá Ronald Reagan.
Í umsóknini sigur Alito, at
hann er svorðin republikanari, og
at hann so at siga er uppvaksin
við republikansku hugsjónini.
Harumframt metir hann ikki,
at fosturtøka er ein rættur, ið
er tryggjaður í grundlógini,
hann er ímóti serviðgerð av
minnilutabólkum og stuðlar
hugsjónini um eina avmarkaða
samveldisstjórn.
Stúran vinstrumegin
Á vinstravonginum stúra fólk
sum vera man, og tey óttast
serliga fyri, at Alito ikki fer
at virða rættin til fosturtøku,
sum varð staðfestur við einum
hægstarættardómi í 1973.
Spurningurin um fosturtøku er
ein av høvuðsspurningunum í
orðaskiftinum um Alito.
- Allir amerikanarar eiga at
stúra fyri gongdini, nú tann ytsti
høgravongurin, sum forðaði
Harriet Miers í at fáa eina
hoyring í Senatinum, fegnast
um tilnevningina av Alito og
streingir á at fáa hann góðkendan
í Senatinum. Alito verður tann
avgerandi atkvøðan, ið fer at
hava stóra ávirkan á okkara frælsi
og rættindi, segði demokraturin
og fyrrverandi forsetavalevnið
John Kerry, ið er senatorur fyri
Massachussets. Hann óttaðist
fyri, at høgravongurin hevði trýst
ein veikan forseta at tilnevna
ein dómara, ið fór at polarisera
heldur enn at sameina fólkið.
Fjølmiðlar og áhugafelags
skapir hava longu leitað fram tey
mál, ið Alito hevur tikið støðu
til sum dómari, og tað er ikki
hugaligur lesnaður hjá teimum
liberalu í USA.
Í einum dómi frá 1992 sigur
Alito, at ein gift kvinna skal boða
manni sínum frá, áðrenn hon
tekur fosturtøku. Alito var tó í
minniluta í hesum førinum, og tí
varð hendan broytingin ongantíð
gjøgnumførd.
Kvinnufelagsskapir vísa á,
at hetta hevði skert rættindi hjá
kvinnum munandi, og tí stúra
tey fyri, at Alito fer at skerja
møguleikan fyri fosturtøku, um
hann tekur sæti í hægstarætti.
Í einum dómi frá 1996, tá
Alito aftur var í minniluta, metti
hann, at stjórnin í Washington
ikki hevði rætt at regulera søluna
av fult-automatiskum vápnum
í USA. Hetta var nakað, ið teir
einstøku statirnir skuldu taka
støðu til. Hesin dómur fær teir
felagsskapir, ið arbeiða fyri
strangari lógum, ið skerja rættin
at bera vápn, upp úr stólinum.
Skeptiskir senatorar
Hóast almenna hoyringin í
Senatinum ikki verður fyrr enn
verður tann 9. januar næsta ár,
hava fleiri senatorar longu havt
innleiðandi fundir við Alito,
har teir hava havt møguleika
at seta honum spurningar við
víkjandi hansara tulkingum av
grundlógini og øðrum juridiskum
spurningum.
Eftir hesar fundir hava fleiri
demokratiskir senatorar róð
framundir, at tilnevningin av
Alito ikki fer at fara stillisliga
afturvið borðinum, sum vit
sóu herfyri við einum øðrum
hægstarættardómara, John
Roberts, ið fekk heili 22
atkvøður frá demokratum í Senat
inum.
- Tað eru ov nógvir spurningar,
ið krevja svar, og ov nógv iva
mál, ið standa ósvarað, áðrenn
vit kunnu góðkenna hesa tilnevn
ingina, segði demokratiski
senatorurin Charles Schumer frá
røðarapallinum í Senatinum, tá
málið var til viðgerðar.
Leiðarin hjá minnilutanum
í Kongressini, John Reid, var
meira harðligur í síni meting av
Samuel Alito.
- Myndin av Alito gerst alt
meira greið, og hon fortelur
okkum eisini, hví høgravongurin
longu er farin at taka proppin
av champagnufløskuni. Alito
er ein tann mest konservativi
samveldisdómarin, sum finst í
hesum landinum, var bersøgna
metingin hjá Reid.
Gleði høgrumegin
Á høgravonginum er gleðin
hinvegin stór, nú Bush valdi at
fylgja ynskjum teirra í síni næstu
tilnevning av dómara til hægsta
rætt. Víst verður á, at Alito hevur
drúgvar royndir sum dómari við
ein samveldisdómstól, og tí er
hann vælegnaður til hetta starvið.
Fleiri senatorar hava longu givið
sína støðu til kennar, at teir fara
at atkvøða fyri Alito, tá málið
kemur fyri í Senatinum.
Tey Hvítu Húsini royna av
øllum alvi at marknaðarføra
Alito sum ein hóvligan dómara
fyri at dempa mótstøðuna frá
demokratunum.
Alito hevur longu sjálvur
roynt at drigið í land, eftir at
skjølini við hansara umsókn frá
1985 vórðu almannakunngjørd.
Hann hevur sjálvur yvirfyri fleiri
senatorum víst á, at munur er á
einari umsókn til eitt starv og tí
at vera samveldisdómari.
Dianne Feinstein, demokratur
úr California, greiddi frá, at Alito
hevði sagt soleiðis á einum fundi
teirra millum:
- Eg var ein advokatur, ið
søkti eitt starv. Tað var eitt
politiskt starv, og hetta var í
1985. Nú eri eg dómari, og eg
havi verið dómari í 15 ár, og tað
er nakað heilt annað. Eg eri ikki
advokatur, og eg lati ikki mínar
persónligu meiningar ávirka mítt
arbeiði. Mítt starv er at tulka
lógina, er Alito siteraður fyri at
siga.
Alito hevur eisini givið til
kennar, at hann hevur lært nak
að síðan 1985, tá umsóknin
varð skrivað, og at hann nú
hevur størri forstáilsi fyri grund
lógartryggjaðum rættindum.
Spurningurin er, um hetta er nóg
mikið at sannføra tey ivingar
somu um hansara tilnevning.
Republikanski senatorurin
Olympia Snowe segði frá einum
fundi, hon hevði við Alito.
- Alito segði mær, at hann
hevði stóra virðing fyri teimum
fordømum, ið hægstirættur
hevði sett, men hann ásannaði
samstundis, at eingin hægsta
rættardómari er bundin av for
dømum hjá øðrum dómarum,
segði Olympia Snowe.
Óroyndir dómarar
Ein trupulleiki, sum amerikanskir
forsetar ofta renna seg í, tá
teir skulu tilnevna dómarar
til hægstarætt, er tann harða
mótstøðan, ið møtir teimum frá
mótstøðumonnum í Senatinum.
Harriet Miers var fyrsta valið
hjá Bush. Hon hevði ongar
royndir sum dómari, og tí høvdu
senatorar eitt sera tunt grundarlag
at taka støðu út frá uttan tað, at
hon hevði arbeitt í umsitingini
hjá George Bush í fleiri ár, og
tí kundi ein vænta, at hon hevði
somu politisku orientering.
Men ivi varð sáddur um henn
ara konservativu sannføring, og
tað var ein av orsøkunum til, at
fleiri republikanarar vóru sera
skeptiskir viðvíkjandi Miers, og
hon tók seg eisini aftur vegna
harða mótstøðu úr konservativu
leguni.
Tí hava forsetar ofta lyndi til at
tilnevna fólk, ið lítlar ella ongar
royndir hava sum dómarar. Hetta
avvápnar tær kritisku røddirnar,
tí tær einki hava grundarlag at
meta um tann tilnevnda. Tað var
júst hetta, ið Bush royndi við síni
tilnevning av Harriet Miers. Hon
hevði ikki tikið støðu í nøkrum
dómi, og tí kundu demokratarnir
ikki finnast at henni vegna henn
ara fortíð, eins og teir nú gera við
Alito.
Eygleiðarar vísa á vandan í,
at forsetar ofta velja óroyndar
dómarar fyri at sleppa undan
einum bardaga í Kongressini,
og tað kann vera ein vandi í,
at ov óroyndir dómarar manna
hægstarætt.
Sameining ella spjaðing
Trupulleikin við hesi tilnevning
ini er eisini, at Alito ikki er ein
sameinandi persónur, ið kann fáa
breiðan stuðul í Senatinum.
Oddagreinin í International
Herald Tribune, ið er eitt blað hjá
tí meira vinstravenda New York
Times, finst hvassliga at Bush í
hesum málinum.
- Bush hevði ein møguleika
at geva tekin um, at hann ætlaði
sær at føra ein meira sameinandi
politikk í seinna skeiðnum sum
forseti, og tað hevði hann kunnað
gjørt við at tilnevnt ein hóvligan
dómara, ið hevði fingið breiðan
stuðul frá høgru og vinstru í
Senatinum. Hann hevði kunnað
signalerað, at hann nú hevur í
hyggju at vera inklusivur heldur
enn spjaðandi, men ístaðin setur
hann tann sjeynda hvíta mannin
í starv sum hægstarættardómari,
skrivar International Herald
Tribune sipandi til kynsbýtið og
vantandi minnilutaumboðanina í
hægstarætti.
Sum landið liggur nú, kunnu
republikanararnir við sínum
meiriluta føra Samuel Alito
ígjøgnum Senatið, men demo
kratarnir fara óivað at geva
teimum harða mótstøðu í hesum
málinum.
Bush boygdi seg fyri
høgravonginum
Samuel Alito verður
væntandi næsti
dómarin í hægstarætti
í USA. Liberalir
áhugafelagsskapir
og demokratarnir
í Senatinum stúra
fyri hesi tilnevning,
meðan høgravongurin
fegnast um Alito.
Spurningurin er,
hvønn týdning Alito
fer at hava fyri
samansetingina
og javnvágina í
hægstarætti