Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 237 - 9. desember 2005 ALMANNASTOVAN À økisdeildini í Havn er eitt starv sum málsviðgeri at seta skjótast gjørligt. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá økisdeildini er at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur viðv. almannaspurningum; at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuna og í serligum førum vísa áheitanum til serdeildirnar á stovninum. Á deildini arbeiða 8 sosialráðgevar, 6 málsviðgerar og deildarleiðari. Arbeiðsuppgávurnar hjá málsviðgerunum eru hesar: • taka ímóti viðskiftafólki og taka telefonina • skráseta post • útrokna og ávísa játtaðar veitingar • fyrireika mál til avgreiðslu • skriva brøv • loysa aðrar fyrifallandi uppgávur Førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving, merkonom, HH ella onnur viðkomandi útbúgving • góður kunnleiki til KT • góður málsligur førleiki • viðkomandi arbeiðsroyndir Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðvør Mortensen, deildarleiðara á telefon 353570. Á tænastudeildini á høvuðsskrivstovuni í Havn er eitt starv sum málsviðgeri í 3/4 tíð at seta sum skjótast. Arbeiðsøkið hjá deildini er í høvuðsheitum at skráseta allan innkomnan post. Á deildini arbeiða 2 3/4 málsviðgerar, fulltrúi og deildarleiðari. Arbeiðsuppgávur: • stovna mál • skráseta innkomnan post • klárgera mál • taka telefon • taka ímóti viðskiftafólki • ymiskt fyrifallandi arbeiði á deildini Førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving, HH, onnur fyrisitingarlig útbúgving ella hollar royndir innan skrivstovuøkið • royndir inna almenna fyrisiting • góður kunnleiki til KT • viðkomandi royndir. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anne Djurhuus, deildarleiðara á tlf. 353510. Umsóknir: Sendið umsókn við avirit av prógvum o.ø. til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096 110 Tórshavn Vinarliga merkið brævbjálvan: Tænastudeildin ella Økisdeildin. Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. desember. Á Almannastovuni eru tvey málsviðgerastørv at seta