Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 237 - 9. desember 2005 Ert tú ein ígongdsetari, torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóð- ingum, er tað tær vit hava brúk fyri. Søkt verður eftir deildarleiðara til nýggja Røktarheim- ið í Streymnesi at byrja 1. januar 2006 ella skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv við nýggj- um avbjóðingum innan eldrarøktina, har tú fært møguleikan at vera við til at byggja upp eitt nýtt heim. Uppgáva tín verður, saman við leiðslu og starvsfólki, at skipa eitt røktarheim, har miðað verður eftir at skapa eitt heimligt umhvørvi og við umsorgan at stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einkulta húsfólkinum. Røktarheimið í Streymnesi er partur av Heimarøktini øki 2. Heimið er bygt út frá einum grundleggjandi tanka um at skapa eitt so heimligt og aktivt umhvørvi sum møguligt. Á heiminum er pláss fyri 32 búfólkum, sum koma at búleikast í 4 eindum við 8 búfólkum í hvørjari eind. Vit vænta av tær, at tú: • Hevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktar- frøðingur • Hevur hollar royndir innan eldraøkið • Hevur leiðsluroyndir og helst eftirútbúgving innan leiðslu • Hevur góð samstarvsevnir • Hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða starvsfólkið • Hevur telduførleika á brúkarastøði Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av: • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av umsorg- anararbeiðinum á stovninum • Dagligu leiðsluni av starvsfólkunum • Fyriskipanini av virkseminum hjá lesandi og praktik- næmingum • At búfólkaeindirnar virka í samsvar við málið fyri heimið • At virkað verður innan givnum fíggjarkarmum Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert starv • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Góða innleiðslu saman við starvsfólkinum á heiminum • Gott samstarv við Heimarøktina úti í økinum Starvið er skipað við tilvísing til økisleiðaran í heimarøktarøki øki 2 Vágar/Norðurstreymoy. Setanar- og lønarviðurskifti Talan er um starv við setanarstað í Heimarøktini og Serforsorgini. Tænastustaðurin er Heimarøktin. Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Samráðingar um flokking av starvinum millum sáttmálapartarnar fara fram í næstum. Nærri fæst at vita um ætlaða lønarlagið við at venda sær til økisleiðaran. Tann, ið settur verður, má kunna tola at tað kunnu koma at henda broytingar ella at starvið verður umskipað til aðrar uppgávur innan Heimarøktina og Serforsorgina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara á tlf. 333249. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Att: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 FO 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 22. desember 2005. HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN MEGINSKRIVSTOVAN Deildarleiðari til Røktarheimið í Streymnesi Pedagogar søkjast Vísandi til dagstovnalógina søkir Sandavágs komm- una eftir pedagogum til Sóljugarð. Talan er um fulltíðar størv við møguleika at arbeiða niðursetta tíð. Størvini verða sett eftir avtalu. Barnagarðurin er í 5 eindum við vøggustovu, barna- garði og frítíðarheimi. Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.30 til 17.00. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent á: • Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum • At seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn • At hava gott samstarv bæði við starvsfólk og foreldur Vit hava sera góðar umstøður, bæði uttandura og innandura. Okkara ynski er • At tú hevur góð samstarvsevni • Hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum • At tú vilt vera við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvi Pedagogar, sum verða lidnir í februar mánaði, eru eisini vælkomnir at søkja. Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Føroya kommunala Arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstigunum frá 10 til 16. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Caritu Björklund, leiðara á tel 333 930 lok. 10. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs kommunu ella Sóljugarði, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi 25. januar 2006 kl 12.00. Viðmerk á brævbjálvan: »Námsfrøðingur« Um pedgogar ikki søkja størvini, verða hjálparfólk fyribils sett. Bygdaráðsfundir Føstu bygdaráðsfundirnir í 2006 eru ásettir at verða hesi mánakvøld: 30. januar 27. februar 27. mars 24. apríl 29. mai 19. juni 28. august 25. september 30. oktober 27. november Allir fundirnir byrja kl. 19.00.