fríggjadagur 9. desember 2005síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
45
Náttarvakt til Slóðina
Bústovnur fyri ung
Á Slóðini, ið er bústovnur undir Almanna- og
Heilsumálaráðnum, verða 3 størv sum vakjandi
náttarvakt leys at søkja frá 9. januar 2006.
Hvør vaktin arbeiðir 64 tímar pr. mðr. í meðal.
Tú er á vakt 3 nætur á rað og hevur so 6 nætur frí.
Slóðin er ein landsstovnur fyri ung í aldrinum 13 til
18, við m.a. skúla- og sosialum trupulleikum.
Vit vænta at tann, ið settur verður, er førur fyri
at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi
við bæði vaksin og ung og er opin fyri nýggjum
avbjóðingum.
Lønin verður goldin eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Pedagogfelagið.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi tann
2. januar 2006.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Terja Rasmussen, leiðara, á tlf. 315030.
Slóðin
Bústovnur fyri ung
Sornhúsgøta 18
100 Tórshavn