Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 55 ...alt ber til Eva Solo Cafè Solo kaffibryggjari. Bara 398,00 , , // /ÀÞ}}>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ +OMINNTILOKKARAELLARINGOGHOYRUMTÓNARM’GULEIKAR À‰s}iÀsÊ ivÃi˜]ʎ՘`>À?s}iۈ PETURPETURs Talan verður um forvitnisligar konsertir, sum GHM saman við Felagskórinum Gøta/Leir­ vík, Vestmanna sangkóri, Tórs­ havnar Kamarkóri og Eivør Pálsdóttir fer at halda hetta vikuskiftið. Konsertirnar eru tríggjar í tali, og verður lagt fyri fríggjakvøldið kl. 20, tá konsert verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Leygardagin kl. 15 er konsert í Gøtu Kirkju, og sunnudagin kl. 16 verður tað so í Vesturkirkjuni í Havn. Tað hevur verið fastur tátt­ ur hjá GHM er at spæla á jólakonsertini í Vest­ur­kirkj­ uni saman við Havnar Horn­ orkestri og skiftandi kórum. Í ár hevur GHM so tikið stig til sína egnu jólakonsert og hevur boðið trimum kór­ um, Felagskórinum Gøta/ Leirvík, Vestmanna sangkóri og Tórshavnar Kamarkóri, at vera við til at framføra eina fjølbroytta skrá við jóla­ tónleiki. Stórt kór saman við harmoniorkestri er ikki roynt fyrr her heima, men nú GHM er vorðið so stórt harmoniorkestur, har mest sum øll ljóðførini, sum eitt tílíkt orkestur eigur at hava, eru umboðað, er hetta á fyrsta sinni møguligt. Sum skilst, so verður talan um eina sera fjølbroytta kon­sert. Byrjað verður við, at hvørt kórið sær og eitt felagskór við øllum sang­ arunum - eini 80 í tali - syngja bæði útlendskar og før­oyskar jólasangir. Eisini tekur Eivør Pálsdóttir lut í hesum, tá hon framførir eitt nýtt jólalag. Síðani verða framførd seks verk fyri kór og har­ moniorkestur. Hetta eru fyri tað mesta kendir tónar, eitt nú Away in a Manger, ein sirpa við kendum jólasangum úr ymsum londum, tvey verk úr kantatum hjá J.S. Bach og tað kenda lagið hjá Irwing Berlin, White Christmas. Kór- og orkesturleiðsluna hava Heðin Kambsdal og Kári Bæk. Stórslignar konsertir Saman við GHM og ikki færri enn trimum kórum fer Eivør Pálsdóttir at hava jólakonsertir hetta vikuskiftið