fríggjadagur 9. desember 2005síða 56
Tekstur á síðuni
56
Nr. 237 - 9. desember 2005
8 spurningar um jól
Bjarni Djurholm
Hvat er tað besta við
jólum?
Havi altíð hildið, at jólini eru
burturav hugnaligasta hátíðin í
árinum. At vera saman við við
familjuni, fara í kirkju og annars
at njóta friðin og hugnan ger, at
man langt undan jólum byrjar
at gleða seg til jólar.
Hvat er tað keðiligasta
við jólum?
Haldi ikki at nakað er keðiligt
við jólunum. Hinvegin eru tað
tey, sum hava tungar byrðar at
bera, sum kunnu hava tað trup
ult um jólini. Teimum eiga vit at
hjálpa og oysa av okkara gleði,
so tey eisini kenna jólini sum
eina gleðishátíð.
Hvussu helt tú jól
sum barn?
Helt jól saman við foreldrunum
og systkunum við familju. Nógv
stákan var við hús. Har var
pyntað, bakað osfr., sum hoyrdi
jólunum til. Farið varð í kirkju allar
jóladagarnar. Serliga minnist
eg kirkjugongdina jólakvøld, tá
kirkjan var pyntað og livandi
ljósini bleiktraðu. Hugnaligar
løtur sum festu djúpar glaðar
røtur í barnasinnið.
Hvussu heldur tú jól í ár?
Saman við konu, børnum og
foreldrum við hús. Jólini verða
hildin á sama anda, sum tá
konan og eg vóru børn. Vit
pynta og gera tað hugnaligt
við hús. Njóta góðan mat gera
dagarnar til jaliga samveru. Vit
fara væntandi í kirkju jólaaftan
og helst eisini jóladagarnar.
Hvat heldur tú um jólaresið
í desember?
Desember mánaði er hugnaligur,
hóast nógv munnu kenna hann
nakað stressutan. Men eg haldi,
at tað er sum man ger tað sjálvur.
Hinvegin eru tilboðini nærum
óavmarkað, jólaborðhald í vikur
undan jólum og nógv stákan,
sum ger, at nógv munnu kenna
mánaðin sera krevjandi. Henda
materialisering og verðslig
gerð í jólamánaðinum ger, at
upprunina og orsøkin til gleði
hátíðina fánar, tíverri.
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Nei
Keypir tú sjálv/ur tínar
jólagávur?
Ja, keypi eina til konuna. Við
hvørt onkra afturat, um eg komi
fram á okkurt serligt, sum eg
haldi børnini skulu hava. Annars
keypir konan allar gávurnar. Tað
dugir hon óføra væl.
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Havi ikki nøkur serlig ynski, men
ein góð bók og okkurt klædna
plaggið er ikki av vegnum.
Men stuttligast er at síggja
eygnabráðini tá jólagávurnar
verða pakkaðar upp, ikki minst
hjá børnunum.
Frímerkjadeildin . www.stamps.fo . filateli@postur.fo
Jólaprýði klárt
at hanga upp:
105,00 kr
Fæst á posthúsinum
ÓxäÊ