mánadagur 12. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 238 - 12. desember 2005
Ein bilførari, sum um viku
skiftað var tikin fyri at koyra
við kenning , royndi at snýta
løgregluna við at upplýsa
falskt navn. Umframt at
verða tikin fyri at koyra við
kenning, hevði bilførarin
einki koyrikort.
Vakthavandi á politistøðini
í Havn sigur, at tað er eitt
álvarsligt lógarbrot at upplýsa
falskt navn fyri løgregluni, tí
tað kann hava við sær, at ein
ósekur verður dømdur fyri
nakað, ið viðkomandi ikki
hevur gjørt. Maðurin, sum
upplýsti falskt navn, verður
tískil væntandi ákærdur fyri
brot á revsilógina.
tn
Síðani hósdagin
hava ljóskurvarnar
í miðbýnum í Havn
ikki virkað, og tað
hevur sjálvsagt sett s
ín dám á ferðsluna.
Arbeitt hevur verið
upp á brekið í fleiri
dagar, men enn er
trupulleikin ikki
loystur
Ljósbrek
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kemur fyri av og á, at
ljóskurvarnar ikki virka,
men vanliga gongur tað
bara heilt stutt tíð, so er
brekið rættað, og ferðslan
gongur sína vanligu gongd
aftur. Men líka síðani hós
dagin hevur verið galið við
ljóskurvunum á vegamót
inum R. C. Effersøesgøta og
Bøkjarabrekka í miðbýnum
í Havn.
Noyðast kanska at
boðsenda donskum
serfrøðingi
Tað er Gøtuljós-deildin hjá
Tórshavnar Kommunu, ið
varðar av ljóskurvunum,
og har verður sagt, at teir
framvegis ikki hava funnið
út av, hvat brekið er.
- Vit vita ikki, hvat tað er,
sum er í ólagi, men vit halda,
at tað er nakað við sjálvum
kortinum. Vit fara at royna
einaferð enn í dag at vita,
um vit fáa loyst trupulleikan.
Gongur tað ikki, verður tað
neyðugt hjá okkum at boð
senda sefrøðingi úr Dan
mark, var sagt hjá Gøtuljós
mánamorgunin.
Sagt
verður, at av tí at tað er so
sjáldan, at nakað er galið við
ljóskurvunum, hava teir ikki
so nógvar royndir í at arbeiða
við hesum, og tí kann tað
gerast neyðugt við serkønari
hjálp úr Danmark.
Ferðslan gongur væl
At ljóskurvarnar eru sløktar,
kann skapa eitt sindur av
ruðulleika í ferðsluni, men
á politistøðini í Havn verður
sagt, at tað hevur gingið bara
heilt væl.
- Vit vóru úti fríggjamorg
unin og eygleiddu ferðsluna,
og tað vísti seg, at hon gekk
bara heilt væl. Óivað gekk
hon betur, enn tey flestu
høvdu væntað. Tí hava vit
valt ikki at blanda okkum ov
nógv, so leingi sum ferðslan
gongur so væl, sigur vakt
havandi á politistøðini í
Havn.
Leygardagin fekk
løgreglan í Havn
fráboðan um bæði
ein bil og ein traktor,
ið vóru stolnir í
høvuðsstaðnum
Brúksstuldur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Løgreglan fekk fyrst boð um
ein bil, ið var stolin í Eyst
urbýnum í Havn leygardagin.
Stutt eftir at fráboðanin var
komin, var bilurin funnin
aftur nærheindis staðnum,
har hann varð tikin.
Tá ið bilurin bleiv funnin
aftur, kundi eigarin staðfesta,
at hann hevði fingið nakað
av skaða.
Eitt sindur seinni leygar
dagin bleiv boðað frá, at
ein traktorur var stolin við
Velbastaðvegin. Leitað var
eftir traktorinum, og hann
bleiv funnin aftur í vest
urbýnum. Traktorurin hevði
fingið stóran skaða, tá ið
hann kom aftur í aftur.
Royndi at snýta løgregluna
Stuldur av bili og traktori
Síðani hósdagin hava ljóskurvarnar á vegamótinum R. C. Effersøesgøta og Bøkjarabrekka verið
sløktar, og enn er brekið ikki loyst. Neyðugt verður kanska við serkønari hjálp úr Danmark.
Framvegis galið við
ljóskurvunum
Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041
rs@reyniser
vice.fo • www
.reyniser
vice.fo
Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar
, ið kosta
meira enn 85.000,-
Garanti skipanin, ið hevur eina sjálv
sábyrgd uppá kr
. 500,-,
fevnir um allar knappliga íkomnar feilir
, i eygsæð ikki skyl
nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar el
tænastueftirlit.
Eingin gandur og ein
gir smáir bókstavir
.
Kom og vitja okkum · landsins frems
tu bilasølu.
Fyrivarni ver ur tiki fyri
møguligu
m prentvill
um.
Lagalig fígging fæst til brúktu