mánadagur 12. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 12. desember 2005
Í annaðkvøld
verður árliga Lucia-
konsertin, har m.a.
barnakórið ”Dropar”
fer at syngja. Í
kórinum eru fleiri
dreingir, teirra
millum Tummas
Sigvardsen
Lucia
Snorri Brend
Havn: - At syngja?! Tað er
bara fínt at syngja!
Ein av ungu sangarunum,
sum fer á pallin í Norður
landahúsinum í annaðkvøld
er 13 ára gamli Tummas
Sigvardsen úr Havn.
Hann hevur í eini tvey ár
sungið við í barnakórinum
”Dropar” undir leiðslu av
Sigrið Sivertsen. Og nú skal
hann enn einaferð á pall.
Jú, tað dámar mær væl. Vit
syngja so nógvar fínar sangir,
sigur hann við Sosialin.
Barnakórið Dropar er
eitt av fleiri innsløgum við
árligu Lucia-konsertina, har
nógvur sangur og tónleikur
er á skránni, - og sjálvandi
eisini Lucia-gongd.
Drongur í kóri
Týsdagin í farnu viku møtti
Tummas spentur upp, saman
við hinum ungu til enn eina
venjing.
Á skránni fyri hesa venj
ingina var konsertin í ann
aðkvøld. Seinastu tveir
mánaðirnar hevur Fimmboði
Lisberg vant kórið, meðan
Sigrið Sivertsen var upptikin
við tí sangliga partinum av
Ronju Ránsmannadóttur.
Við konsertina í morgin
fer Sigrið at leiða kórið,
meðan Fimmboði tekur sær
av tí tónlistarligu leiðsluni.
Saman við øllum hinum
møttu tey henda seinnapartin,
og fóru beinanvegin í gongd
við eitt av løgunum, sum
tey skulu framføra í annað
kvøld.
Tummasi dámar væl at
syngja, og fyri hann er líka
mikið, hvat onnur – ella
rættari sagt: aðrir dreingir
– halda um tað.
Eg veit, at tað er ikki van
ligt hjá dreingjum at syngja
í kóri. Onkur heldur tað
kanska vera snedigt, men
mær dámar tað væl í øllum
førum.
Tað er tí, at eg framvegis
eri við, sigur hann. Hann er tó
langt frá einsamallur drongur
í hesum barnakórinum.
Hann byrjaði at syngja,
tí beiggi hansara sang við
í kóri.
Eg var eitt sindur øvund
sjúkur inn á hann, og tí fór eg
uppí kórið, sigur Tummas.
Tummas: Mær dámar væl at syngja í kóri
Lucia-
konsertin
Á skránni fyri
Lucia-konsertina í
annaðkvøld er hetta
á skránni:
Tórshavnar Ung
dómshornorkestur
Ein bólkur við
tvørfloytum
Solo- og duett: Erla
Bech Jensen og
Jóannes Lamhauge
Barnakórið Dropar
Ung Stjørnuskot
Luciagongd
Felagskór saman
við øllum tónleik
arunum