Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 238 - 12. desember 2005 Á vinnufundi í Klaks­vík í kvøld verð­ur ljós varpað á, hvuss u vinnan í Norð­ oyggjum stendur seg í mun til restina av landinum í løtuni Vinnufundur   Kappingin um ráfiskin harðn­ ar alsamt, og nøgdirnar av óvirkaðum fiski til útflutn­ ings økjast støðugt. Á vinnufundinum mána­ kvøldið verða feskastu tølini frá Rasmussen og Weihe løgd fram. Út frá tølunum verður spurt, hvussu vinnan Klaksvík stendur seg í mun til aðrastaðni í Føroyum? Hvussu er støðan yvirhøvur hjá flotanum og hjá flaka­ virkj­unum? Eisini verður hugt nærri at kommunala búskapinum við at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, leggur lykla­ tølini úr fíggjarætlanini fyri 2006 fram. Fundurin verður mána­ kvøldið 12. des. kl. 19.00 á Tekniska Skúla í Klaksvík  Skrá fyri fundin: 1. Rani Nolsøe, stutt um herdu kappingina 2. Steinbjørn O. Jacobsen, lyklatøl úr kommunalu fíggjarætlanini fyri 2006 3. Bjarni Poulsen og Klaus Rasmussen, gera støðuna upp yvirhøvur 4. Kaffisteðgur 5. Bjarni Poulsen og Klaus Rasmussen, lýsa Norð­ oyggjar í mun til onnur øki í landinum Spurningar og kjak ave Seinnapartin sunnu­dagin varð ein nýggj íslendsk- føroysk orðabók løgd fram í Norður­ landahúsinum. Hetta hendi í sambandi við Bókadagin 2005. Orðabók Snorri Brend Tað er íslendingurin og Føroya-vinurin Jón Hilm­ ar Magnussen sum hev­ur staðið fyri hesum megnar­ arbeiðinum at savna øll hesi 51.000 íslendsku orðini saman í eina bók. Hann ætlar at geva út eina Føroysk-Íslendska orðabók eisini. Men tað fer at taka sína tíð, tí tað er ikki løtuverk at gera slíkt, sum føroyski umboðsmaðurin, Dávur Ja­cobsen úr Søldarfirði tek­ ur til. Hansara uppgáva hevur í stóran mun verið at fáa før­ oyingar, við góðum kunn­ leika til føroyskt og íslendskt mál at rættlesa hesa bókina. Hetta hevur verið eitt drúgt og rættiliga kostnaðarmikið arbeiði. Men nú er tað so at enda komið, og bókin kann leggjast fram fyri al­menn­ingin seinnapartin í morgin. Dávur og Jón Hilmar hava kenst í mong mong ár, og hava fleiri ting í felag. Báðir eru teir um 80 ára aldur, báðir eru trúgvandi menn og báðir hava havt stóran áhuga í at fáa hesa bókina út. Nevnast kann, at Dávur í síni tíð fór til Íslands ar­beiða. Hann búði har í seks ár, og hevur m.a. eitt ís­lendskt sveinabræv sum húsa­smiður. So her er ikki talan um nakrar ársungar, sum nú eftir arbeiði í fleiri ár hava endað fyrru helvtina av hesum krevj­andi arbeiðinum at geva úr ta Íslendsk-Føroysku orða­bókina. Hóast bókin formliga ikki er útkomin enn, so er kortini líkt til at hon hevur stóran áhuga millum manna. Higartil hava m.a. fleiri virk­ ir, skip og onnur ognað sær eintøk av hesi nýggjastu orða­bókini. Vinnan í Norð­ oyggjum í fokus Hóast Dávur Jacobsen úr Søldarfirði er farin at nærkast teimum 80 árunum, so hevur hann átikið sær uppgávuna at vera umboðsmaður fyri ta nýggju íslendsk-føroysku orðabókina (Mynd: Petur Jacobsen) Hvussu klárar vinnan í Klaksvík seg í løtuni í mun til restina av landinum, verður millum annað spurt á vinnufundi í Klaksvík í kvøld Mynd: Dávur Winther 51.000 íslendsk orð til føroyskt