Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005  Horvni føroyingurin funnin Australska løgreglan fekk um vikuskiftið samband við før­oy­ ingin, sum eingin annars hevði sæð síðani mikudagin í næstseinastu viku Horvin Snorri Brend Sydney: Mikudagin næst­ seinastu viku hevði hesin maðurin úr Havn innskrivað seg á flogvøllinum í austr­ alska býnum Sydney, tí hann ætlaði sær heim til Dan­markar. Kortini fór mað­urin ikki við hesum flogfarinum. Síðani tá hevur danska sendistovan verið í tøttum samstarvi við løgregluna í Australien og somuleiðis við familjuna í Føroyum um hetta málið. Seinnapartin leygardagin fekk Sosialurin so upp­lýst frá vakthavandi á Pol­ististøðini í Havn, at maðurin var komin aft­ur­íaftur. Hann hevði sjálvur vent sær til eina lokala politistøð har niðri, varð upplýst. Meiri vistu teir ikki at siga frá hendingini, og held­ ur ikki hvat var hent og hví so var, ella nær maðurin kemur aftur til Føroyar. Fýra tiknir við kenning Náttarvaktin á Pol­ iti­støðini í Havn hevði eina róliga nátt fram til kl. 04 sunnumorgunin, tá vend kom í Politi Snorri Brend Hóast leygarkvøldið helst var tað, har flest fólk mundu vera í einumhvørjum jóla­borðhaldi, so hevði løgreglan ikki havt so nógv at gera orsakað av hesum. Heilt friðarligt var fram til kl. 4, tá tann fyrsti bilførarin varð tikin og skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rús­ drekka. Stutt eftir hetta vórðu tríggir bilførarar aftrat tiknir og skuldsettir fyri tað sama. Av Politistøðini í Havn fær Sosialurin upplýst, at bil­ førararnir vórðu m.a. steðgaðir í Vágum og á Sundi. Í aðrar mátar hevur verið sera friðarligt kring alt landið. Hóast nógva vindin hesa náttina varð ikki boðað frá nøkrum skaða orsakað av hesum. Sløkkiliðið í Havn hevði úr at gera ta einu løtuna seinna­partin leygardagin. Fyrst ljóðaði ein alarmur á Landssjúkrahúsinum og síðani varð boðað frá eldi í einum hús­um í vesturbýnum Sløkkiliðið Snorri Brend Havn: Seinnapartin leygar­ dagin boðaði ein alarmur á Landssjúkrahúsinum frá eldsbruna. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og kundu teir staðfesta, at alarmurin hevði boðað rætt frá: Inni í einum rúmi var vorðin heldur heitt og nógvur dampur, og tí sló alarmurin til sum hann skuldi. Teir stóru brandbilarnir fóru beinanvegin av Brandstøðini við Oyggjar­vegin og út á Landssjúkrahúsið, har teir so kundu staðfesta at talan ikki var um nakran álvarsligan tilburð. Meðan teir eru í ferð við at rigga av á Lands­sjúkrahúsinum, kemur ein fráboðan aftrat. Hesa ferð snýr tað seg um ein eldsbruna sum var í ferð við at menna seg í einum sethúsum í vesturbýnum í Havn. Sløkkiliðið var ikki so langt frá staðnum, og eftir 2-3 minuttum vóru teir við hesi sethúsini, og kundu her staðfesta, at eldur var komin í innanvert klædningin á skorsteininum, sum tíbetur lá uttaná húsunum. Teir fingu skjótt bast eldinum. Men vildi illa til, hevði hesin kunnað ment seg til ein enn størri eldsbruna, ikki minst tí at vindurin var so nógvur leygardagin. Á Altjóða Manna­rætt­ inda­degnum – av mongum nevndur Amnesty-dagurin – kann føroyska deildin staðfesta at limatalið er tvífaldað síðani í summar. Í dag er limatalið omanfyri 1200 Amnesty Snorri Brend At tað leygardagin var Altjóða Mannarættindadagur lat felagsskapurin sjálvandi ikki fara aftur við borðinum uttan markering. Kl. 11 henda morgunin lat deildin upp eina kunningar- og sølubúð á torginum í SMS og í FK í Hoyvík. Her bar til hjá fólki at fáa meiri at vita um Amnesty og eisini at tekna seg sum lim. Høvið var eisini henda dagin at vitja inn á nýggju skrivstovuna, sum føroyska deildin hevur fingið á Hoydalsvegi 6, har Skóta­ búðin hevur hildið til. Føroyska deildin av Am­nesty varð stovnað í 1965 og hevur tí 40 ár á baki í ár. Fríggjadagin skrivaðu Fíggjar­mála­ráðið undir nýggjan sáttmála við Før­oya Handverkarafelag og Lands­ felag Hand­verkar­anna. Talan er her ein tveyára sáttmála við einum karmi, sum er umleið 2,6%. Feløgini og Fíggjar­mála­ ráðið samdust um at alt skuldi fara til eftirlønina. Eftirlønargjaldið hækkar í ár við 1% og næsta ár við 2%, og kemur tá upp í 11%. Tvær fráboðanir eftir lítlari løtu Sløkkiliðið fekk seinnapartin leygardagin fráboðan um ein eldsbruna í einum sethúsum vesturbýnum í Havn (myndin). Men tíbetur fingu teir bast eldinum áðrenn hann rættiliga slapp at gera um seg Amnesty: 600 nýggjar limir í ár Tær hava riggað kunningarborðið til á torginum í SMS, sum lat upp kl. 11 í morgun. Tann fyrsta áhugaða er longu komin at borðinum 2,6 % fara til eftirlønina Samráðingarfólkini eru nú liðug við arbeiðið sítt