Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 238 - 12. desember 2005 Aldarinnar tónleikaútgáva í farnu øld sambært Sosialinum, Terji og Føstufressar, verður nú aftur at fáa sum LP. LP’in hevur verið útseld í handlunum í nógv ár. Men frá nú fæst Terji og Føstufressar aftur at leggja undir nálina. Tónleikaútgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Terji Rasmussen gevur í hesi vikuni 200 eintøk av LP’ini Terji og Føstufressar út, og hetta er fyrstu ferð ein LP kemur út í Føroyum í 15 ár. Hetta hendir umleið eina viku áðrenn, 200 koma við sínari LP útgávu av Viva La Republica, ið ætl- andi skuldi verða fyrst LP útgáva í 15 ár. Terji greiðir frá, at hann átti 200 eintøk av LP’ini, sum ongantíð vóru farin í handlarnar. Tá útvarpið nú valdi Føstufressar plátuna sum ein varða á leiðini, og tosið um stóran áhuga fyri LP plátum hoyrdist, var upplagt at geva tær út. Terji sigur ,at hann hevur valt at seta prísin lágt á LP’unum, ið einans kosta 99 kr. Hetta er jú ein endurútgáva av eini gamlari plátu. Eg síggi hetta, sum ein møguleika lata teimum, ið eru LP fjepparar sleppa at hoyra hesa plátuna. LP’in fæst einans í 3’aranum. Útgávan hjá Terja og Føstufressum kom út fyrstu ferð fyri júst 15 árum síðan, og var sostatt ein tann síðsta LP’in, ið kom út, áðrenn fløgurnar veruliga tóku yvir. Útgávan hjá Terja er ein av mest seldu føroysku tónleikaútgávu- num og varð í atkvøðu- greiðslu, ið Sosialurin skip- aði fyri um aldarskiftið, skírd aldarinnar pláta. Barnadreymur gjørdist fólkaogn Terji greiðir frá, at útgávan einki serligt seldi í fyrstuni. Har var ikki nakað veruligt hitt. Tónleikurin er einfald- ir melodiir, útsettir fyri jassarrangementir. Hetta riggar væl. Terji hevði tá í nøkur ár verið limur í Frændum, men valdi heldur at gera fløguna saman við Plúmmarunum, tí teimum hevði hann spælt nógv saman við. Teir høvdu tá bert ein- aferð verið í upptøkuhøli, tað var í samband við Ung ’85 plátuna. So teir høvdu nógv at prógva. Terji kast- aði løgini fyri teir, uttan at tey vóru løgd til rættis, og saman skaptu teir plátuna. Terji heldur, at hetta kon- sept skapti tíðarleysan tón- leik, og tað er orsøkin til, at útgávan blívur við at selja væl. Kendi danski saksofon- leikarin Holger Laumann luttók á fløguni, og sam- bært Terja metir Holger hesa fløgu vera millum tær bestu útgávurnar, ið hann hevur luttikið á. "Hann hev- ur hana altíð í taskuni, og spælir hana fyri fólki kring allan heim, og fær altíð sama spurning, hvar í heiminum spæla tey so- vorðnan tónleik" sigur Terji. Eisini yrkingarnar eru tíðarleysar, nógv er støðu- lýsingar, og tær eru líka sigandi í dag, sum í 1990. Terji sigur, at tað var ein barnadreymur at geva sína egnu plátu út, og tað er stuttligt, at hon hevur selt so væl, og hevur fingið so nógvan heiður. Terji gevur fyrstu LP’ina í 15 ár út Føroyski miðlaheimurin gjørdi nógv burtur úr GBOB og var væl umboðaður á finaluni í London. Føroyski fyriskiparin helt hetta vera sera flott. GBOB Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroysku fjølmiðlarnir vóru væl umboðaðir í London, tá Marius luttóku í finaluni í The Global Battle Of The Bands. Einans Fili- pininar høvdu nøkurlunda líka góða fjølmiðla luttøku. Umframt Sosialin og Planet.fo var Dimmalætt- ing og Kringvarpið í Lond- on. Kringvarpið var um- boðað av bæði sjónvarpi og útvarpi. Sjónvarpið hevði tveir mans við í London. Tróndur Vatnhamar og Thomas Koba runnu í hølu- num á Marius fá mánadeg- num, til teir aftur vóru í Føroyum hósdagin. Hetta verður eftir ætlan ein send- ing í SVF í komandi viku. Útvarpið var væl mannað Elis Poulsen og Kári Sól- stein umboðaðu Útvarp Føroya á GBOB. Fólka- kæru morgunvertarnir sendu beinleiðis miku- kvøldið og prátaðu millum annað við fleiri av føroysku áhoyrarunum. Saman við tøkninginum Hjalmari Hvítklett góvu teir á hend- an hátt føroyska útvarps- lurtaranum møguleika at fylgja við í, hvussu leikur fór í London. Tíanverri gekst heldur striltið at taka tónleikasignalið niður í Føroyum, og tí noyddust teir báðir at stríðast fyri at fylla sendingina út við nógvum prátum. Men hetta gekk bara heilt væl. Elis hevur meistarlig evni til at sannføra fólk um, at tey skulu í útvarpið, og hetta gjørdi, at fleiri av teimum eitt sindur ivasomu útisetunum, at enda glað- beintir komu í útvarpið, hó- ast tey ikki vildu í byrj- anini. Umframt at senda av GBOB sendu Kári, Elis og Hjalmar morgunsendingina mikudagin og hósdagin úr London, har nógvir før- oyskir útisetar vitjaðu í sendingini. Dámar allan tónleik Eg spurdi Elis, ið best er kendur fyri dansband tón- leik, um hvussu tað var at lurta eftir so nógvum rokki so nógvar tímar á rað. Hann lat væl at og segði, at hon- um dámdi so nógvan ym- iskan tónleik, og ofta lurt- aði eftir hørðum rokki. Sonur hansara er trummu- leikari sum Elis sjálvur og hann lurtar nógv og hart eftir hørðum rokki, so hetta var ikki so óvanligt. Elis var sum restin av føroyska ferðalagnum sera væl nøgdur við framførsl- una hjá Marius. Hann helt tað vera øgiliga stuttligt at síggja, hvussu væl Føroyar kláraðu seg sammett við allar hesar nógvu stóru tjóðir. Umframt føroysku fram- førsluna helt hann Feliz No Cumpleanos úr Meksiko vera sera spennandi, og helt sum heild, at hetta var ein frálíkur sýnisgluggi hjá føroyskum tónleiki. Sjónvarpið í hølunum Mikudagin millum ljóð- royndina og sjálva konsert- ina var eg ein túr í býnum við limunum í Marius og Sjónvarpsmonnunum. Vit vitjaðu í ymiskum tónleika- handlum í London. Eg prát- aði eitt sindur við Trónd Vatnhamar meðan vit gingu í hølunum á Marius. Hann greiddi frá, at teir høvdu fingið góðar stuðlar á sendingina og soleiðis bar hetta til. Hann segði, at teir longu áðrenn konsertina høvdu tikið nógvar tímar av tilfari upp, men teir ætlaðu at klippa tilfarið so skjótt sum tilber, soleiðis at sendingin kann koma í sjónvarpið sum skjótast. Fyriskipari væl nøgdur Jón Tyril føroyski fyriskip- arin av GBOB, segði við Sosialin at hann var sera væl nøgdur við, at føroysku miðlarnir høvdu sýnt til- takinum so nógvan ans. Hann helt tað vera flott, at eitt so lítið land sum Før- oyar var millum best um- boðaðu londini á fjølmiðla- økinum. Miðlarnir fylgdu við í GBOB