Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005 7 Felagið hjá búskapar- og løgfrøðingum metir, at Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur lagt embætisfólk í Innlendismálaráðnum undir snævurskygni og rasismu og tað átalar felagið harðliga Útlendinga­ politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Búskapar- og Løg­frøð­ ingafelag Føroya vil harðliga átala, at embætisfólk í Inn­ lendismálaráðnum verða løgd undir snævurskygni og rasismu. Tað sigur felagið í tíð­­ indaskrivi nú um vikuskiftið. Felagið sigur, at tað tekur stóra frástøðu frá tí, ið Jóhan Dahl, tingmaður og formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, segði í Sosialinum hósdagin. – Felagið tekur hetta sum eitt stórt álop á starvsfólkini í Innlendsmálaráðnum og á alla miðfyrisitingina. Búskapar og Løgfrøð­inga­ felagið sigur, at út­lendingamál verða umsitin eftir lógini á økinum og at umsitingin ar­beiðir so skjótt sum møguligt, soleiðis sum umstøðurnar eru og við landsstýrismanninum sum hægsta umsitingarliga leiðara. – Miðfyrisitingin varð eis­ ini skerd munandi herfyri, og tók m.a. Jóhan Dahl, ting­maður og formaður í løg­tingsins uttanlandsnevnd, undir við hesi skerjing. – At m.a. Innlendis­mála­ ráðið hevur avmarkaða ar­­ beiðsorku, kann tí ikki koma óvæntað. Felagið vísti í tí sam­band­ in­um á, at færri bú­skapar- og løgfrøðingar í miðfyrisitingin fór at merkjast, og í ringasta føri fór hetta at skerja rættar­ trygd­ina, vegna skerda arbeiðs­ orku. Búskapar- og Løgfrøð­inga­ felagið heitir tí á Jóhan Dahl, og aðrar tingmenn, um at varða seg fyri, at leggja embætisfólk undir líkt og ólíkt, ið ikki kunnu forsvara seg alment og ikki gera annað enn at tæna landsstýrinum, Kann ikki góðtakast Í samrøðuni við Sosialin átal­aði Johan Dahl harðliga útlendingapolitikin hjá lands­ stýrinum. Hann ivaðist í um tað er rætt, at lata fólkaflokkin um­sita útlendingamálið, tí júst fólkaflokkurin hevur gjørt útlendingar til ein trupulleika. Hann stúrir eisini fyri, at tað er hesin hugburður mótvegis útlendingum, sum speglast aftur í teirri viðferð, teir fáa. – Men er tað embætisfólkið í innlendismálaráðnum, sum er trupulleikin, skulu tey takast av málinum, tí tað, sum nú fer fram, kann undir ongum umstøðum góð­ takast, segði hann. Johan Dahl sigur, hann hevur fingið staðfest, at danska stjórnin hevur vissa føroyingar um, at vit fáa útlendingamálini avgreidd akkurát sum vit vilja hava tey avgreidd. – Tí er tað eina og aleina ein spurningur um, hvussu vit vilja hava, at lógin skal tulkast og hvat vit leggja í orðini í lógini. Hann spyr so hvussu tað ber til, at innlendismálaráðið altíð skal leggja seg á tað avgjørt strangastu og snævurskygdu lógartulkingina. – Eg eri stórliga bangin fyri, at partapolitikkur er komin í málið og at fólkaflokkurin ikki vil hava útlendingamálini avgreitt fyri at ”prógva”, at lógin er óbrúkilig, tí hon er donsk fyri at tvinga eina yvirtøku ígjøgnum, segði Johan Dahl – Men danska stjórnin hevur gjørt greitt, at vit fáa tað, sum vit vilja hava tað. Tí stendur tað til okkum at avgera, hvussu frælst ella strangt, lógin skal tulkast. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at útlendingamálini nara kunnu umsitast, sum tey nú verða umsitin. Hann sigur, at tað, sum nú fer fram, ber brá av at vera rasisma. Samgongan er nú samd um, at teir útlendingar, sum longu eru í Føroyum, skulu viðgerast við so stórari vælvild, sum gjørligt, tá ið teir søkja um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi longt Útlendingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Teir útlendingar, sum longu eru í Føroyum, skulu hava so jaliga viðgerð sum gjørligt, táið teir søkja um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið longt. Tað er samgongan samd um. Fríggjadagin hevði lítla samgonga fund, har nógv umstrídda útlendingamálið var á skránni. Lítla samgonga er Løg­ maður, lands­stýris­menn­inir í fíggjarmálum og vinnu­ mál­um, Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, um­framt formenninir fyri samgonguflokkunum á tingi, Jørgen Niclasen, Kristian Magnussen og Kaj Leo Johannesen. Av tí at útlendingamálini vóru á skránni, var eisini Landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum við á fundinum. Hava politiska semju Løgmaður sigur, at tað er eitt ár síðani, at samgongan gjørdi eina politiska semju um, hvussu útlendingamálini skuldu handfarast. – Tann semjan segði, at nýggjar umsóknir skuldu við­gerðast eftir tilmæli frá innlendismálaráðnum og eftir støðuni á arbeiðs­ marknaðinum, sigur løgmaður. Hinvegin var ein serlig avtala gjørd fyri úitróttarfólk sum segði, at 51% av inn­ tøk­uni skuldi stava frá ítrótt­ arliga virkseminum, men at 49% kundi stava frá øðrum arbeiðsgevara. – At enda varð semja gjørd um, at umsóknir um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá útlendingum, sum longu eru í landinum, skuldu við­ gerast so jaliga sum gjør­ ligt. Løgmaður sigur, at sam­ stundis varð semja um, at útendingapolitikkurin skuldi útgreinast og at eitt uppskot skuldi ger­ast um ein føroyskan útlend­ ingapolitikk. – Á fundinum fríggjadagin var hendan politiska semjan endurtikin fyri nýggja lands­stýrismanninum í útlendingamálum. Órímiligt krav Jóannes Eidesgaard sigur, at í sambandi við umsóknir um at longja arbeiðs- og uppihaldsloyvi, var treytin sjálvandi, at útlendingur hevur arbeiði. – Ì hesum sambandi hevur ivi verið um, hvussu lógin skuldi tulkast. Tá ið kravt verður, at útlendingurin skal hava arbeiði, er tað ein spurningur um, talan skal vera um sama arbeiðsgevara alla tíðina, ella um útlendingurin kann skifta arbeiðsgevara. Løgmaður sigur, at sam­ skifti við donsku stjórnina hevur víst, at har verður lógin tulkað so, at talan skal vera um sama arbeiðsgevara. – Tað haldi eg er sera óheppið og órímiligt krav, tí tað ger, at útlendingurin er bundin at sama arbeiðs­ gevara alla tíðina. Dømi er um útlending, sum arbeiddi á einum virki. Men virkið skifti eigara og so var ikki longur talan um sama ar­­ beiðsgevara og tað voldi viðkomandi útlendingi stórar trupulleikar. Ganga føroyskum ynski á møti Løgmaður sigur sostatt, at sum støðan er nú, er politiska ynskið í sambandi við útlendingamálið, greitt. – Men er lógin orðað soleiðis, at hon forðar okkum í at útinna tann politiska viljan, má lógin broytast. Hóast útlendingalógin er donsk, er hon bara galdandi fyri Føroyar og er hon ikki í samvari við politiska viljan, má hon broytast. Jóannes Eidesgaard sigur, at á fundinum fríggja­ dagin varð semja um, at landsstýrismaðurin skuldi taka málið upp fyri at vita um grundarlag er fyri at tulka lógina so at hon er í samsvari við politiska viljan. – Hetta er eitt arbeiðið, sum skal gerast beinanvegin. Samstundis skal gongd bein­ anvegin setast á arbeiðið at útgreina útlendingamálini. Annars staðfestir løg­ maður, at ongin ivi er um, at lógin skal haldast og tað mugu allir partar sjálvsagt góðtaka. Hinvegin hevur fundur verið við donsku stjórnini um útlendingamálið og har var niðurstøðan púra greið og tað var, at í sam­ bandi við Føroyar verða útlendingamálini umsitin, soleiðis sum føroyingar vilja hava, at tey verða umsitin. Men tað er sjálvsagt treytað av, at umsitingin er innanfyri lógarinnar karmar – Landsstýrismaðurin hevur nú fingið at vita, hvør tann politiski viljin er og so má hann kanna eftir um politiski viljin kann gjøgnumførast innanfyri lógarinnar karmar. Ber tað ikki til, má lógin broytast, so at hon samsvarar við pol­itiska viljan, sigur løgmaður. Johan Dahl fær átalu Johan Dahl fær átalu frá búskapar- og løgfrøðingafelagnum, tí tey meta, at hann hevur lagt eftir embætisfólki í Innlendismálaráðnum Skulu viðgerast so jaliga sum gjørligt Vit leggja stóran dent á, at útlendingamálini á verða løgd í eina fasta legu, so at vit ikki ferð eftir ferð verða tikin á bóli, sigur løgmaður