mánadagur 12. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 238 - 12. desember 2005
Fyrr í vikuni varð
boðað frá, at tað fer
at kosta tað sama
at koyra ígjøgnum
Norðoyatunnilin,
sum tað í dag kostar
at koyra gjøgnum
Vágatunnilin.
TUNNIL
Snorri Brend
Fiskurin: Vinnulívið í Klaks
vík hevur leingi bíðað eftir
tíðindunum um, hvat tað fór
at kosta at koyra gjøgnum
Norðoyatunnilin sum letur
upp seinni í vár.
Nú varð so umsíðir kunn
gjørt, at tað fer at kosta 170
kr. fyri lætta ferðslu. Fyri
vinnulívið hevði tað helst
størri týdning, hvat kostn
aðurin varð fyri tey størru
akførini.
Her varð avgjørt, at fyri
bilar millum 6 og 12,5 m er
gjaldið 670 kr., og fyri bilar
oman fyri 12,5 m er gjaldið
1.000 kr. t/r.
Út frá hesum ber nú til
hjá vinnulívi og fyritøkum í
Klaksvík og Norðoyggjum
at leggja útreiðslustøðið fyri
komandi ár.
Púra samdir
Men tað eru kortini ikki
øll, sum eru eins fegin um
prísirnarinnan samferðslu
økið – ella rættari sagt: prís
ir í heila tyki. Teirra millum
er formaðurin í fólkaflokk
inum, Anfinn Kallsberg, sum
hevur borið upp á mál, at tað
um nøkur ár eigur at verða
púra ókeypis at nýta tað før
oyska samferðslukervið.
Hesum sama er ein annar
norðoyingur, stjórin í JFK
eisini samdur við Anfinni
í. Tá Sosialurin bað Hanus
Hansen um eina viðmerking
til prísirnar, var stutta við
merking hansara:
- Eg eri púra samdur við
Annfinni. Tað eigur at vera
ókeypis, sigur hann.
Sjálvur fegnast hann um
henda nýggja møguleikan
sum norðoyingar fáa at
sleppa til meginlandið.
- Tað verður heilt fantast
iskt at kunna koyra allan veg
in gjøgnum ein tunnil, sigur
Hanus Hansen.
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaks
vík sigur við Norð
lýsið, at hann er
sera vónbrotin um
prísásetingina hjá
Norðoyatunnlinum
TUNNIL
Snorri Brend
Politikkarin: - Eg havi
ikki kanna prísirnar nærri
men sum eg skilji so liggja
teir á sama støði sum teir
í Vágatunnlinum, og tað
skuffar meg.
Sambært blaðnum hevði
hann væntað, at tað fór
at verða bíligari at koyra
gjøgnum Norðoyatunnilin,
enn tað er at koyra ígjøg
num Vágatunnilin, serliga
tá hugsað verður um tann
tunga flutningin sum verð
ur her norðuri.
- Men sum eg skilji, so
eru prísirnir bert galdandi
í eitt ár. Hesa tíðina fær
nevndin fyri tunnilin tí
eitt betri grundarlag fyri
at áseta nýggjar prísir.
Tá vænti eg at teir verða
lækkaðir, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen.
- Eg hevði væntað lægri
prísir, sigur borgarstjórin í
Klaksvík
Sama gjald
sum í Vága
tunlinum
Norðoyatunnilin
Tað fer at kosta
tað sama at koyra
ígjøgnum Norð
oyatunnilin, sum
tað kostar at
koyra gjøgnum
Vágatunnilin.
Kubbarnir kunnu
eisini brúkast í
báðum tunlunum
TUNNILSPRÍSUR
Snorri Brend
Nevndin í p/f Norðoyatunl
inum hevur ásett prísin fyri
at ferðast gjøgnum Norðoya
tunnilin, og er hesin settur til
at vera tann sami, sum nú
er galdandi fyri at ferðast
gjøgnum Vágatunnilin, eins
og somu avsláttarmøguleikar
vera.
Árið 2006 er royndartíð
og støða verður av nýggjum
tikin til nýtslugjaldið um
ársskiftið 2006/2007.
Avtala er gjørd millum
p/f Norðoyatunnilin og
p/f Vágatunnilin, soleiðis
at tann, ið hevur hald hjá
øðrum felagnum, kann ferð
ast gjøgnum hin tunnilin
við sama kubba og sama
avsláttri. Tó er árshald ein
ans galdandi fyri hvønn tunn
ilin sær.
Somu prísir
Prísurin fyri at ferðast gjøg
num Norðoyatunnilin verður
sostatt hesin:
• Fyri lætta ferðslu er kostn
aðurin fyri staka ferð 170
kr t/r
• Fyri bilar millum 6 og
12,5 m er gjaldið 670 kr/
t/r, og fyri bilar oman fyri
12,5 m er gjaldið 1.000 kr
t/r.
• Fyri lættar bilar er møguligt
at tekna eitt árshald, sum
loyvir óavmarkaða koyr
ing. Haldið verður teknað
fyri eitt ár í senn, og er
treytað av, at avtala er
gjørd um, at goldið verður
mánaðarliga forút við
GS-avtalu. Kostnaðurin
er 1000 kr/mánaðin ella
12.000 kr/ár.
Borgarstjórin:
Vónbrotin av
tunnils-prísum
JFK-stjórin: Koyringin
eigur at vera ókeypis
Norðoyatunnilin letur upp um stutta tíð, og nú er avgjørt hvør prísurin verður at koyra ígjøgnum hann
Hanus Hansen: - Tað skal vera ókeypis